Dánjal í Skálavík: Var blindur til skips stóran part av lívinum

Hetta er ein lívsjáttandi søga um Dánjal Hansen í Skálavík, sum gjørdist blindur sum smádrongur, men sum kortini kláraði seg millum menn

Óli Jacobsen
-----
Dánjal var føddur í 1898. Foreldrini vóru Malan úr Nýggjubúðini í Skála­vík og Hanus Hansen úr Beddustovu í Dali. Longu sum smádrongur hevði hann veik eygu. 10 ára gamal fekk skaða í eyga av einari hornaklingru og varð førdur heim á Sand til ein nýggjan danskan lækna, sum segðist vera serkønur í eygnasjúkum.
Læknin legði fyrst annað eygað á hesum smádreingi undir skurð, men tað miseydnaðist. Eina tíð seinni royndu tey at fáa hitt eygað við­gjørt hjá sama lækna. Sama úrslit. Seinni vísti tað seg, at hesin lækn­in var kvakksalvari og segðist at vera settur fastur, tá ið hann kom niður aftur til Danmarkar.
Tá ið Dánjal hevði mist sjónina fór hann ikki aftur í skúla. Hann gekk til eldri fólk í bygdini, sum lósu fyri honum. Hann mátti læra allan barnalærdómin uttanat. Bíbliu­­søguna, lítlu og stóru katekis­mus lærdi hann uttanat stykki fyri stykki. Dánjal var so næm­ur, at tá ið tey høvdu lisið fyri hon­um tríggjar ferðir, so dugdi hann tað.

Boðin at fara av landinum at lesa
Dánjal greiddi m.a. frá í blaðnum Magn í 1977:
Eg fór so at ganga at lesa og bleiv konfirmeraður. Vit skuldu kon­fir­merast um várið, men presturin A.C. Evensen bleiv sjúkur og mátti nið­ur. Hann kom ikki aftur fyrr enn fyrst í apríl. Tá fóru vit at ganga til og blivu konfirmeraðir í juni.
Prestur hevði riggað tað so fyri mær, at eg skuldi fara burtur at læra, og mál skuldi tað vera. Hann helt, at eg kundi læra, hvat tað skuldi vera, tí eg var so skjóttfatandi. Eg spurdi so prest, nær eg kundi koma aftur, men tað dugdi hann ikki at svara mær. Tá hugsaði eg við mær: “At fara burtur at lesa onkra staðni, nei, nei.” Sjógvin dámdi mær væl, og vit lógu altíð úti á víkini.

Vildi heldur fara til skips
Og ein dagin vit lógu á víkini, nú kemur eitt skip inn. Tað var Sand­oy, sum skálvíkingurin Hanus Simon­sen, á Brúnni, førdi, og vit løgdu at borði. Tá sigur Hanus við meg: “Nú, Dánjal, nú er tú konfirmeraður. Hvat fer tú nú at gera?”
Eg segði so, at prestur vildi hava meg burtur at læra, men mær dámdi best at fara á sjógvin. Tá sigur hann: “Vilt tú koma við okkum, so er plássið opið fyri tær”.
Tá vóru klæðir og alt gjørt í stand til mín at fara niður til Danmarkar.
Vit fóru so niðan til okkum, tí Hanus helt, at hann mátti spyrja pápa, um eg kundi sleppa við. Og pápi svaraði, at eg skuldi akkurát ráða fyri, hvat eg vildi sjálvur. Eg skuldi sjálvur taka fylgjurnar, hann vildi hvørki nokta mær at fara á sjógvin ella at fara niður. Og eg tók sjógvin.

Riggaði væl á sjónum
Tað riggaði væl hjá mær á sjónum. Og eg fekk bara væl av fiski. Eg havi fiskað alla mína tíð og havi ongantíð verið niðanfyri miðling. Tað hevði nokk so nógv at siga tá, tí tað var sjálvdráttur. Men prísurin var lágur. Tað fyrsta árið fóru vit hið­ani 14. juni og kom aftur um 20. september. Vit vóru 15 mans um­borð, og haldi eg, at eg átti slakar 2.000 fiskar, og fyri teir fekk eg kr. 370.
Lívið umborð var einkult, so væl bar til at finna útav øllum um­borð. Hvørt leygarkvøld gav kokk­urin okkum sjey pund av keks, ein pakka av margarin og fimm fjer­ing­pund av rásukri til mannin. Døg­urði, nátturði og kaffi og te var so um­framt. Men sukrið rakk illa hjá summum, sukur mátti brúkast bæði í kaffi og te.

Slapp undan at verða skotin niður á Føroya Banka
Vit lógu beint yvirav Kolmunna­grunn­inum á Eysturlandinum, tá fyrri heimsbardagi brast á í 1914. Tað var nakað seinni, at skipini vórðu skotin niður á bankanum, sum var lýst at vera vandaøki.
Tann dagin var eg ikki við or­sakað av einum óhappi, mær var fyri á Bankanum. Vit fingu ein sjógv og mistu ein bát, seks-átta livra­føt og nógv annað. Eg stóð akku­rát tá við kappan saman við einum manni. Hin maðurin leyp og rópti á meg, men eg var ov seinur. Eg fekk sjógvin beint á bringuna og fór sum ein rakett flótandi aftur eftir dekkinum. Eg visti einki meira, uttan at eg kom ímóti onkrum. Tað var lensipumpan, sum stóð við kahútskappan. Ein maður stóð har. Hann leyp út á dekkið og fekk í oljudansin hjá mær.
Vit fóru so inn, og av tí at eg hevði fingið ilt í armin, fór eg til doktaran. Hann segði, at eg mátti fara í land eina viku. Eg var við ein­um suðuroyaskipi tá. Og akkurát í hesum millumbilinum, meðan eg var í landi blivu skipini søkt, men allir komu til lands í øllum góðum. Hett er einasta ferð, eg havi fingið snudd umborð.

Giftist
Í 1925 giftist Dánjal við Martinu f. Berg úr Sandvík, so tað var eitt ordiligt bakkast at fáa, at prísurin á saltfiski hesa tíðina fall so nógv.
Men í húsinum vóru tvær kýr, eina mørk av jørð og einar 30 seyðir, tað bøtti eitt sindur um.
Dánjal sigldi til 1940. Tá hevði hann verið trý ár við Mazeppu.
Í 1946 fór hann aftur at sigla og helt fram til 1963. Beint eftir kríggið var Dánjal við Albert av Tvøroyri.
Dánjal var við Falkinum av Tvør­oyri frá 1956-63. Skipari var skyld­maðurin Óli Dahl úr Funningi. Fleiri aðrir skálvíkingar vóru við.
Bestimaður var Tórálvur Mohr Olsen av Sandi. Dánjal var millum teir bestu at fiska. Hann var serliga raskur at draga. Í 1961 gjørdist Frits Nicodemussen skipari.
Arbeiðið hjá Dánjali á saltfiska­veiðu var at vaska fiskin niður. Á silda­veiðu var tað at hova sild upp á avhøvdingarborðið.

Óførur at dansa
“Aftaná, at eg var blivin blindur, lærdi eg eisini at kvøða í dansi. Eg havi dansað nógv í Avhaldshúsinum í Havn. Hetta var í samband við, at vit fóru avstað við skipi. Vit plagdu at rógva til Havnar. ”
Tað kom fyri at Jóannes Paturs­son var í dansi í Skálavík. Tá kundi hann kvøða okkurt kvæði, sum hann ikki vildi, at onnur skuldu duga. Men tá ið hann sá Dánjal í dansi­stovuni, helt hann uppat. Hoyrdi Dánjal, so var Jóannes ikki longur einsamallur at duga kvæðið!
Eiler Jacobsen: Dánjal var ein persónleiki
Eiler Jacobsen, sum var úr Skálavík, hevur eisini minnir um Dánjal:
Ein bygdarmynd var Dánjal Han­sen, “Blindi” vit nevndu. Hann var ein stórur persónleiki
Vit ivaðust í, um hann sá mun á nátt og degi. Tó fall hann ikki í fátt, hvørki kravdi ella fekk sosialhjálp, men gjørdi alt vanligt arbeiði.
Eg var í vegaarbeiði við hon­um. Kanska var ikki ráðiligt at koma ov nær, tá hann svingaði eyr­høggaran. Hansara partur lá ikki eftir. Væl gekk hjá honum at koyra rossa­vognin hjá sær. Tað var vanlig bygdar­sjón at møta Dánjali á vegnum við ella eftir torvi haldandi rossið á bokslið, meðan hann steðg­aði fyri bili, føldi seg fyri við fót­inum og fór út á jaðaran, til bilurin var farin framvið.
Tað stóð ikki á hjá Dánjali at vera til handils. Minnist hann so væl, tá hann keypti eitt nú tvey lodd av te og taldi sum ongan ting 1-, 2-, 5- og 10-oyruni niður á skivuna.
Hann fylgdi so væl við øllum, og serliga undir krígnum visti hann frá øllum at siga. Trý radio vóru í bygdini, eitt uppi á Trøð, eitt í Dalsgarði og eitt hjá Viggo á Mølini. Tað var altíð forvitnisligt at lurta eftir Dánjali um kvøldið, tá menn komu saman í handlinum hjá Viggo ella hittust at spyrja um tíðindi undir nótaneystinum.
Hann dugdi eisini væl at síggja tað skemtiliga í tí, sum kundi henda einum blindum. Eina ferð skuldi hann um brúnna um Stórá og hevði verið heldur skjótur í vendingini og gingið seg útav í ánna. Tá onkur kom fram á hann upp undir knø í vatni og spurdi, um hann skuldi hjálpa, var Dánjal so kvikur at svara nei takk, tað var ikki neyðugt, tí hann vaskaði sær bara stivlarnar!
Til skips var Dánjal í mong ár. Tað kundi vera strævið, serliga hjá honum, sum ikki hevði sjónina. Men hann kláraði seg ájavnt øðrum og kendi sera væl fisk, meðan hann dróg hann.
Til útróðrar var Dánjal av ítastu monnum. Eg minnist hann best rógva út við Erjafossi, 10 manna­farinum, hjá William Tindskarð á Hamri. Sermerkta harða og klára málið hjá Dánjali minnast eldri skálvíkingar væl frá tí, vit kastaðu nót. Hann var hin besti til at rópa ávaring um ikki at draga, tá nótin kom fast í botn. So rópti hann á bátin, sum fylgdi við dráttinum: “Fast á norði” ella “fast á suðri.”
Dánjal og Martinu fingu tvey børn. Jastrid g. Foldbo býr í Leirvík. Sigmund var sjúkur av astma. Hann doyði bara 24 ára gamal, tí hann fekk skeivan heilivág, og tað var ov ringt veður at fara til Havnar at fáa viðgerð.
Hetta var dyggur smeitur fyri pápan, tí hann hevur helst litið á sonin sum síni eygu, og teir vóru so nógv saman. Men ikki fall Dánjal í fátt, og honum tykti aldri synd í sær sjálvum. Ein rættur maður, nógv avhildin og høgt virdur, sum vit skuldu átt fleiri av.
Eina ferð var ein maður frá blinda­stovni í Danmark í Føroyum og vitjaði blind fólk at kanna, um hann kundi hjálpa teim við nøkrum. Tá hesin maður kom í land av Smirli og bað fólk fylgja sær til Dánjal, fekk hann at vita, at Dánjal var í Grønlandi til fiskarí. Tá helt danin fyri: “Så har jeg mere at lære af Daniel Hansen end han af mig.”
Tað var annars vanligt at læra blind at gera bustir og tílíkt, men hetta var ikki neyðugt í hesum før­inum.
Annars plagdi Dánjal at siga, at tað hóast alt var frægari at vera blind­ur enn deyvur. Og hoyrnin var framúr góð. Hann var eisini so krút­sterkur. Fór hesatavognurin hjá honum av vegnum, so kundi hann sum einki lyfta hann upp á vegin aftur. Annars kláraði hann bæði at sláa og hoyggja.
Eitt dømi um hansara minni var eina ferð hann kom til Havnar við læknabátinum. Maðurin, sum tók ímóti honum við sjúkrabilinum, hevði verið til skips saman við Dánj­ali, og hann sigur: “Góðan dagin, Dánjal”. Dánjal kendi beinan­vegin mannin á málinum, hóast tað vóru fleiri ár síðan teir vóru saman.

Konfirmeraður sama við við Petur Mohr Dam
Kristian Osvald Viderø hevur eisini frásagn frá og um Dánjal:
Har innast í køkinum í Nýggju­búð sita tey, Dánjal og Martina, hvørt sinu megin komfýrin. Dánjal misti eyguni sum 10 ára gamal og varð tá mest bundin at ommuni, Marjuni, sum var sera skilagóð. Hon dugdi nógvar sagnir, vísir og kvæði. Hon var eisini ein kelda hjá Jákup Jacobsen, sum savnaði søgur og sagnir.
Hetta kom at merkja málburðin hjá Dánjali sum varð nakað “gamals­lig­ur”. Men við honum varð tað ikki sum við skyldmanninum Óla á Jógvans­oyruni, sum eisini misti sjónina, og sum Heðin Brú skrivar um. Dánjal datt ikki burtur úr bygda­lívinum, hóast hann kundi hava tað trupult. Hóast tað var bøla­myrkt fyri eygum hansara, varð hann ljósur í huga, og hann var altíð so bjartskygdur. Rødd hansara ljóðar sum úr einum heyggi. Hann tosar um Innastahaga, um abba sín Hanus, sum alla ævi sína gekk burtur í haga, og um ommu sína, Marjuna av Jógvans Oyruni.
Fyri Dánjal er Innastihagi, seyð­urin og jørðin tað mest avgerandi. Við sínum blindu eygum sær hann tað farna og livir í tí.
“Eg segði við Petur Mohr Dam, tá vit sóust eftir mong ár: “Á kirkju­gólvinum í Skálavík stóðu vit lið um lið og fingu prestsins hond á høvdið. Nú stýrir tú Føroya skútu, meðan eg stýri gamla kroysu undir Hagabrekku. Tað er munur á.” Petur Mohr Dam brosaði og segði: “Eg minnist væl dagarnar í Todnesi. Evensen segði teg duga best av øllum, tí tú kundi tríva so ramliga í kvæðaørindi. Tað dámdi honum. ”
Men eg svaraði: “Hvat gagn havi eg av teimum ørindum og søgn­um eg lærdi av ommu. Tað er gása­fjøðurin, sum ræður øllum. Tú lærdi at skriva, og tað gevur vald”.
Tá ið omma mín lá at doyggja, kom gamli Sloan inn higar og vildi sleppa at prædika fyri henni, men hon ræddist hann og vildi ikki hava hann inn til sín.
Omma mín var góð við jørðina, men tá hon legði seg at doyggja, segði hon: Nú fari eg úr hesi gomlu kroysuni. Eg fari til himmals.” Hon sang gamlar sálmar. Evensen prestur var og gav henni altarsins vín og breyð”.
Dánjal doyði 7.9. 1978.
Aðrar keldur hava verið Jastrid, dóttirin, og Johan Hendrik Olsen úr Sørvági.
----
Komandi partur
Komandi partur verður um Esther Rein, sum giftist við enska hermnanninum og fuglafrøðinginum Kenneth William