Jens Jensen 50 ár

Í dag, fríggjadagin 31. mars, verður Jens H. Jensen í Tjørnuvík 50 ár. Jens er løgreglumaður, og hann hevur nógvu tey seinastu árini verið ein teirra, sum hevur stríðst fyri at fáa bilbukt við misnýtsluni av rúsevnum.


                      Jens er klaksvíkingur. Foreldrini eru Amanda fødd Mikkelsen og ættað av Vágsheygnum, og Karl Hansen, ættaður av For á Nesi í Eysturoy, og í Klaksvík nevndur Tofta Karl. Hann doyði í 1993. Amanda býr framvegis í húsunum, sum hon og Karl bygdu á Uppsalaeiði. Tey fingu fýra synir: Jákup (1951), Jens (1956), Rani (1962) og Finn (1966). Jákup býr í Havnini, Jens í Tjørnuvík, og Rani og Finn búgva í Klaksvík.
                      Karl hevði snikkaraverkstað úti í Klaksvík. Hann hevði fleiri sveinar í arbeiði, og nógvir lærdu til snikkara hjá honum. Millum teirra var Jens. Hann varð avlærdur í 1978.
1. august í 1979 fór Jens undir politista útbúgvingina í Keypmannahavn. Eftir lokna útbúgving í 1982 varð Jens settur í starv í Klaksvík. 1. mai í 1983 varð hann politistur í Vágum, og síðani 1. mai í 1986 hevur hann arbeitt í Havnini. Hann hevur roynt seg á so at siga øllum økjum í politistaarbeiðnum. Eitt nú var hann eitt skifti í ferðslupatruljuni, og síðani fyrst í níti árunum hevur hann verið á kriminaldeildini.
                      Jens er nærlagdur, og hann hevur góð evni at samskifta, og hann er sera fyrikomandi. Hesir eginleikar saman við sáttligu og myndugu framferðini munnu ivaleyst hava verið viðvirkandi til, at Jens ofta hevur leiklutin sum talsmaður. Hann er at síggja og hoyra í fjølmiðlunum, og hann vitjar á skúlum og hevur vitjan á arbeiðsplássinum av skúlanæmingum.
                      Jens giftist í 1986 við Hansinu Jensen úr Tjørnuvík, sum er fødd í 1964. Longu sum 12 ára gomul var hon foreldraleys pápin, Pól Jóhannes, datt oman undir vegarbeiði í 1968, og mamman, Dagny, doyði av krabbameini í 1976. Pápabeiggi Hansinu, Jens Michael, búði hjá beiggjanum Frammi á Grønagarði, og mammubeiggin, Meinhard Heimaraklett, var frammaundan, at Dagny doyði, fluttur inn til systrina. Hansina búði saman við mammubeiggjanum og pápabeiggjanum, og Jens og Hansina giftust inn Frammi á Grønagarði. Børnini hjá Hansinu og Jens eru Jens Michael (1991) og Amanda (1994).
                      Jens er virkin á so mongum økjum. Blaðungur fór hann at spæla baryton í Klaksvíkar Hornorkestri og stutt eftir trombon ella trekkbasun. Síðani hann flutti til Havnar at arbeiða, hevur hann spælt í GHM, og tað kemur framvegis fyri, at hann ferðast til Klaksvíkar at hjálpa sínum gomlu bygdarmonnum at blása.
                      Í Javna hevur Jens tikið sítt tørn. Hann varð valdur í nevndina í 1987, og árið eftir gjørdist hann formaður. Tann sessin røkti hann inntil í 1993, tá ið hann av Føroya Landsstýri varð tilnevndur at vera formaður í Ráðnum fyri brekað. Har sat hann í fýra ár. Síðani 2004 hevur Jens verið limur í Fyribyrgingarráðnum.
                      Tjørnuvíkingar eru óførir at varðveita Kingo sang traditiónina. Jens er ein av Kingo sangarunum, og í bygdarlívinum er hann uppi í so nógvum. Tvær merkur av ogn eru í húsinum, og Jens er í hagastýrinum fyri Sjeyndir. Jørðin í Tjørnuvík 24 merkur eigur Stakkin, og Jens er við, tá ið teir røkja og søkja Stakkin. Tá ið teir í 1997 skipaðu fyri væl eydnaða tiltakinum Tjørnuvík fyrr og nú, var Jens ein av fyrireikarunum. Í mong ár hevur hann verið í kirkjuráðnum.
                      Føðingardagin er Jens burturstaddur. J