HB er tíggju stig aftanfyri EB/Streym. Í gjár høvdu teir møguleika at hála inn á oddaliðið, men henda møguleika misnýttu teir. Ein strika í rokningini hjá høvuðsstaðarfelagnum, og sum skilst er hetta ikki tað einasta, ið ikki er heilt sum tað skal vera.
Vatnhamar liðugur í HB?
Sjónligasta dømi um hetta í gjár, var málverjin Tróndur Vatnhamar. Ella eykamálverjin Tróndur Vatnhamar. Tróndur hevur annars staðið í málinum flestu dystirnar hjá HB í ár – og hevur staðið væl. Nú er Tróndur Vatnhamar avsettur. Hann byrjaði ikki inni, tá HB spældi seinna Intertoto-dystin móti Elfsburg. Marcin Dawid stóð millum stengurnar, og tað gjørdi hann eisini í Fuglafirði í gjár. Hetta var Tróndur sjónliga ónøgdur við.
Meðan HB-liðið í felag kom til Fuglafjarðar, kom Tróndur koyrandi einsamallur í egnum bili. Tá hinir eykaleikararnir hugnaðu sær við bóltspæli í steðginum, sat Tróndur á beinkinum – einsamallur. Vit hava roynt at fáa greiði á, hvat trupulleiki hansara er, men Tróndur ynskir ikki at úttala seg.
– Eg havi fingið eina frágreiðing, sum eg ikki kann góðtaka, er stutta svar hansara, tá vit í morgun spurdu hann, hví hann er settur av liðnum. Hvat hetta ber við sær er ilt at siga, men í Fuglafirði í gjár var eyðsæð, at Tróndur var ein stak ónøgdur maður.
Ein annar maður, sum heldur ikki tóktist at vera heilt nøgdur, var Jákup á Borg. Hann varð tikin út, tá tríggir minuttir restaðu av dystinum, og áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, var Jákup á Borg á veg niðan í umklæðingarrúmið.
Kroystur venjari
Hetta er ikki fyrstu ferð, at rumbul er í HB-leguni í ár. Fyrr í ár varð Jákup á Borg frátikin sum liðformaður. Eingin almenn frágreiðing kom úr HB um hesa avgerð. Um sama mundi framdi venjarin, Rúni Nolsøe, ógvusligar broytingar á liðnum. Til dystin móti NSÍ tann 18. mai í ár, hevði Rúni Nolsøe sett bæði Andrew av Fløtum og Christian Høgna Jacobsen á beinkin. Hetta sum ein avleiðing av, at HB ikki hevði skotið mál í samfullar 450 minuttir. Avgerðin gav bonus, HB skoraði trý mál – Jákup á Borg eitt og Christian Høgni Jacobsen tvey.
Hesir somu leikarar, sum tann 18. mai vórðu avsettir, levaraðu ikki vøruna í gjár. Tað hava teir heldur ikki gjørt í fleiri øðrum dystum. Og tá bestu leikararnir spæla rættiliga langt frá tí optimala, ber illa til hjá HB at vinna dystir. Spurningurin er, hvat HB-venjarin nú skal finna upp á? Og spurningurin er, hvat leiðslan í HB skal finna upp á, tí tað ber illa til at liva við einum venjara, sum ikki skaffar neyðugu úrslitini, og landsliðsleikarar, ið spæla illa.
Formaðurin onga viðmerking
Vit ringdu til formannin í HB, Birgir Enghamar, og spurdu hann, um alt er sum tað eigur at vera í HB.
– Tað einastu viðmerkingina eg vil gera er, at í fótbólti gongur tað upp og niður, og í løtuni gongur tað ikki upp hjá okkum, sigur Birgir Enghamar. Spurdur um tað er galdandi bæði á og uttanfyri vøllin, sigur Birgir Enghamar, at hann ikki hevur fleiri viðmerkingar enn tað sama.









