Ein, sum hevði vaskað burtur ella málað út yvir ljóta veggjakrutlið á horninum móti Norðurlandahúsinum, sum hevur misprýtt bygningin í fleiri á. Alt krevur røkt. Eisini Kringvarp Føroya - vit, sum annars [...] uppgávunum. Rólant Waag Dam hevur eisini havt uppgávur kring landið og eisini uttan fyri landoddarnar - alt saman við ógvuliga dugnaligum og nærløgdum starvsfeløgum, sum veruliga brenna fyri tí, tey gera [...] húsavørð - beint nú. Ein, sum kundi flutt teir fýra tómu sodavatnskassarnar, ið hava staðið á trappugongini síðan valið í heyst. Ein, sum kundi syrgt fyri, at flaggstongin, sum fór í ódnarveðrinum á jólum
á Rás 2 í dag. Livar Nysted gevur eisini føroysku manningini umborð bestu skoðsmál. - Eg kundi ikki hava fingið eina betri manning. Tað má eg siga akkurát sum er. Vit hava onkran harra umborð, ið er kanska [...] Tað sær heilt gott út fyri teir næstu fýra dagarnar. Man kann næsta siga, at vit høvdu ikki kunnu bílagt betur veður, so vit eru øgiliga spentur uppá hetta her, tað sær øgiliga gott út. Tað sigur Livar [...] Eg má siga sum er, at eg havi aldrin sæð nakran róð so nógv og so hart. Tað er heilt fantastiskt má eg siga. Nær væntar Livar Nysted so, at manningin kann trína á føroyska jørð? - Um vit fáa hetta veðrið
har eg boði frá, at eg fari at leggja frá mær sum løgmaður, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindunum á FM1 seinnapartin. Løgmaður hevur tó eisini skotið upp at skipa eina breiða samgongu millum [...] ynskja at fara undir samráðingar, fari eg sjálvandi at virða tað, sigur Aksel V. Johannesen. - So fáa vit at síggja, um teir náa á mál. Náa teir ikki á mál, eri eg sjálvandi til reiðar at fara undir at skipa
føroyskar bøkur? - Ja, eg lesi føroyskt viðhvørt, umframt Bíbliuna sum mestur er føroyska bókin, eg lesi mest úr. Men, eg lesi eisini barnabøkur fyri børnunum. Tað sigur Kristvør Kolden í Skopun. Hvørjar [...] lærubøkur um ymisk evni, ið onkursvegna geva mær kunning og vitan um okkurt, sum hevur mín áhuga - og so barnabøkur. Júst nú lesa vit Narnia og Dýrgripir kavans. Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú [...] silvur, hjá Sólrun Michelsen; hon liggur og bíðar eftir mær. Harumframt havi eg nakrar ljóðbøkur, sum eg ikki eri heilt liðug við. Ynskir tú tær bøkur í jólagávu? - Nei, eg ynski mær ikki nakra bók í jólagávu
vóru onkrir smáir sigrar, men eisini nógvir ósigrar og nógv vónbrot. Politiska skipanin varð ikki til reiðar at fara undir eina so stóra verkætlan sum Sandoyartunnilin er, tí vit her suðuri eru so fá, og at [...] Sandoy helt, at innan 10 ár eiga vit at hava knýtt Suðuroynna og Skúvoynna upp í við Suðuroyartunlinum, sum hann helt, at farast má undir beinavegin. - Og so eiga vit at finna eina samfelagsgagnliga loysn [...] stríðast ímóti. - Hin 10. apríl í 2014 minnist eg, sum var tað í dag. Hetta varð uttan iva størsti dagurin í mínum politiska lívi. Hetta varð dagurin, tá vit á løgtingi samtyktu einmælt at fara undir at gera
fáa vit eina positiva innrás av fremmandafólki hesar dagarnar sum ger, at Runavíkar kommuna næstan tvífaldast í fólkatali. Tað hevur við sær, at havnarmeistarin hevur nógmikið fyri hendurnar, eisini fr [...] sjaldsamt náttúrufyribrigdi, sum hendan sólarmyrkingin í roynd og veru er. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari hjá Runavíkar havn og varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu. - Vit síggja stóra áhugan hjá [...] heraðshornum og so langt burturi frá sum til ber at koma, og millum manna her hoyri eg tað sama. Hann sigur, at á Havnarskrivstovuni í Runavík merkja teir so sanniliga eisini til hetta fyribrigdið, nú teir í
Og tá starvsfelagarnir eisini gjørdu tað sama, kom eg rættiliga skjótt eftir málinum, sigur Pidi. Í dag tosar hann flótandi føroyskt og skilir tað sum verður sagt. Hann dugir eisini rættiliga væl at lesa [...] avgjørdi hann at skifta til H71, sum hevur heimstað sítt í Hoyvík. At koma úr Rumenien til Føroyar var ein stór broyting fyri hann. Í heimlandinum var hondbólturin tað sum fór avstað við allari tíðini. [...] okkum í H71. Vit vóru fremstir meginpartin av kappingini, men fingu bert bronsu at enda. - Tað sá so gott út at byrja, men teir seinastu fimm dystirnar gekk ikki so gott, og tí gjørdust vit bert nr. 3,
Føroyar sum upptøkuøki. Hetta er bert galdandi, um hon bara verður boðin út í Klaksvík. Á sama hátt, sum vit mugu hugsa um tey ungu í norðara upptøkuøki og teirra møguleikar har, mugu vit eisini hugsa um [...] liggja í Klaksvík? Hví skal hon ikki eisini liggja á Glasi, spyr skúlastjórin. Les eisini: Rigmor noktar Glasi tøknibreyt Víðari vísir hann á, at hann verður eisini lagdur undir at siga ósatt um upptøkuøkini [...] breyt í Klaksvík. Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasum førdi eisini fram tá, at hann helt tað var av stórum týdningi, at hesar útbúgvingar eisini eru í Havn fyri næmingar sunnanfyri. Og tað sama helt Brandur
t-shirts við navninum hjá mær á, og eg fekk eisini eina frá teimum, við undirskriftum hjá øllum ernu suðringunum í ferðalagnum. Tann troyggjan verður goymd sum reyða gull. Sæð út frá einum ítróttarligum [...] sjónarhorni eru tað serliga tvær løtur, ið Óli minnist aftur á. - Tá vit javnaðu til 1-1 á útivølli móti so mætari fótbóltstjóð sum Týsklandi, og áskoðarafjøldin, ið taldi gott og væl 40.000, brátagnaði [...] Rammurnar um hendan dystin í Týsklandi vóru eisini sera stórslignar og professionellar. Hetta eyðkenda tað týska, har alt var eftir bókini og eingin ivi var um nakað sum helst. Hatta var man ikki vanur við á
Marianna, sum sigur seg vóna, at virkið kann lata uppaftur. - Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda. Vit hava fyrr verið í eldi og kláraðu tá skerini. Og eg vænti, at vit klára tað eisini hesaferð [...] teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta seg sum arbeiðsleysa eins og hini 88. Tað kom sum eitt sjokk [...] av hesum. Eisini Marianna. - Ja, tú kanst ætla at eg bleiv kedd. Serliga tá eg hugsaði um allar tær ungu familjurnar her í bygdini, sigur Marianna. Umframt starvið sum flakakvinna er hon eisini forkvinna