- Eg keði meg ikki í Kringvarpinum

- Eingin sending er góð í sær sjálvum. Men, útvarp í ódnarveðri er altíð gott, stormútvarp! sigur Rólant Waag Dam í Kringvarpi Føroya.

Rólant Waag Dam hevur verið í føstum starvi í Kringvarpinum í sløk tvey ár, men seinastu tíggju árini hevur hann arbeitt í og við fjølmiðlum. Hann heldur, at tá tú trívist í umhvørvinum - undir trýstinum og við avbjóðingunum - fært tú ikki eitt betri arbeiði.

 

In.fo hevur sett Rólanti Waag Dam nakrar spurningar, nú Útvarpið fyrr í vikuni hevði seksti ár á baki. Vit spurdu eisini, hvør høvuðsuppgávan í starvinum er, og um hann tekur sær av fleiri ymiskum uppgávum?

 

- Tað besta er, at eg havi onga høvuðsuppgávu. Uppgávurnar og dagarnir eru so ymiskir, at tú skalt gera tær ómak, um tú vilt keða teg. Eg havi verið reportari í útvarpi og sjónvarpi, lisið tíðindi í útvarpi, havt ymiskar vertsleiklutir í sjónvarpi, gjørt morgunútvarp, lagt alternativar tónleikasendingar til rættis, skipað fyri valsendingum, verið redaktørur og samskipað FMA. Hetta eru bara nakrar av uppgávunum.

 

Rólant Waag Dam hevur eisini havt uppgávur kring landið og eisini uttan fyri landoddarnar - alt saman við ógvuliga dugnaligum og nærløgdum starvsfeløgum, sum veruliga brenna fyri tí, tey gera, og tað er ikki øllum unt, sum hann tekur til.

 

Er Útvarpið nógv broytt hesi árini, tú hevur verið í starvi hjá stovninum?

 

- Eg loyvi mær at venda spurninginum og siga, at eg havi tvey ynski um broytingar í útvarpspartinum. Annað er, at vit gera færri telefonsamrøður og heldur fara út til kelduna við einum upptakara. Hitt er, at ljóðið í telefonklivunum, har telefonsamrøðurnar verða gjørdar, verður fiksað. Vit kunnu heilt einfalt ikki bjóða lurtarunum so vánaligt ljóð.

 

Hvat hevði tú gjørt øðrvísi, um tú hevði leiðsluábyrgd í Kringvarpinum?

 

- Eg hevði sett ein húsavørð - beint nú. Ein, sum kundi flutt teir fýra tómu sodavatnskassarnar, ið hava staðið á trappugongini síðan valið í heyst. Ein, sum kundi syrgt fyri, at flaggstongin, sum fór í ódnarveðrinum á jólum, varð koyrd í rusk og ein nýggj kom í staðin. Ein brotin flaggstong er nógv verri enn eingin flaggstong. Ein, sum hevði vaskað burtur ella málað út yvir ljóta veggjakrutlið á horninum móti Norðurlandahúsinum, sum hevur misprýtt bygningin í fleiri á. Alt krevur røkt. Eisini Kringvarp Føroya - vit, sum annars ikki smæðast við at harta onnur, sum misrøkja sínar skyldur.

 

Hevur tú nakra yndissending, sum tær serliga dámar at lurta eftir?

 

- Eingin sending er góð í sjálvum sær. Men, útvarp í ódnarveðri er altíð gott, stormútvarp! Tá hoyrist tað veruliga, at her er talan um fólk, sum dáma tað, tey gera. Tað dámar mær væl. Og tíbetur eru tað nógv fólk, sum dáma tað, tey gera, og gera sær ómak í Kringvarpi Føroya, sigur Rólant Waag Dam.