Óli Johannesen spældi sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 1992 og nú 15 ár seinni hevur hann valt at geva endaligt avboð til landsliðsfótbólt.
35 ára gamli tvørámaðurin hevur í eina tíð umhugsað, nær tíð var at gevast.
- Eg og Jógvan Martin hava tosað um tingini, og endalig støða er tikin. Eg meti ikki kroppin vera heilt kláran, og serliga hælsinan hevur argað og plágað meg. Tá ið eg ikki fái spælt 100%, so kann eg ikki spæla á landsliðnum, tí har krevst at ein er púra klárur til hvønn dyst, greiðir Óli Johannesen frá og leggur afturat, at hann hevði ætlað at steðga á landsliðnum eftir hesa EM-undankappingina undir øllum umstøðum.
Spurdur um hvat Óli nú fer at takast við, svarar han, at nú kann hann uppliva hvussu landsdystir eru, sæð frá áskoðaraplássunum. Hann fortelur eisini, hvussu hann nú kann brúka meiri tíð saman við konuni og 4-ára gomlu dóttur teirra. Tó viðgongur hann, at tað óivað fer at prika millum tædnar tá hann sær fyrrverandi liðfelagar sínar ganga inn á vallarnar kring heimin.
Eftir 15 ár hevur Óli megnað at spælt heili 82 landsdystir og er hetta met í føroyskum fótbóltshøpi.
Mong góð minnir
Eftir so mong ár og dystir er sjálvsagt ein rúgva av upplivingum sum Óli hevur fingið. Spurdur um hann kundi nevna nakrar, fortaldi hann við brosandi rødd um, tá tvørámenn talsterkir vóru farnir á Svangaskarð at heiðra býarbarni teirra, tá Føroyar tóku móti Wales.
- Tey róptu á meg allan dystin á tamb, og eg var sera fegin um hetta. Hesir fjepparir høvdu fingið gjørt sær t-shirts við navninum hjá mær á, og eg fekk eisini eina frá teimum, við undirskriftum hjá øllum ernu suðringunum í ferðalagnum. Tann troyggjan verður goymd sum reyða gull.
Sæð út frá einum ítróttarligum sjónarhorni eru tað serliga tvær løtur, ið Óli minnist aftur á.
- Tá vit javnaðu til 1-1 á útivølli móti so mætari fótbóltstjóð sum Týsklandi, og áskoðarafjøldin, ið taldi gott og væl 40.000, brátagnaði. Tað er eitt gott minni.
Rammurnar um hendan dystin í Týsklandi vóru eisini sera stórslignar og professionellar. Hetta eyðkenda tað týska, har alt var eftir bókini og eingin ivi var um nakað sum helst. Hatta var man ikki vanur við á Sevmýru, á Tórsvølli ella á Svangaskarði. Í øllum førum ikki í eins stóran mun.
- Eisini minnist eg rættuliga væl, tá eg sum liðskipari heilsaði uppá franska liðskiparan, Zinedine Zidane, undan dystinum ímóti Fraklandi. Hann var í mínum eygum heimsins besti fótbóltsspælari, og tað var ein stór løta hjá mær, minnist Óli aftur á.
Óli spælur ikki bara fótbólt, hann er útbúgvin lærari og er í arbeiði sum einalærari í Hovs Skúla. Høvuðslærugreinar hansara undir lestrinum vóru landalæra, søga og ítróttur. Hetta hevur, á mongu fótbóltsferðum við landsliðnum, givið Óla fleiri ógloymandi og fjøltáttaðar upplivingar. Ein av hesum var, tá landsliðið vitjaði í Ísrael.
- Vit gingu í Jerusalem býi og sóu hvussu viðurskiftini vóru har. Hetta var sera stórt helt eg, fortelur Óli.
Sjálvt um Óli er givin við landsliðsfótbólt er ikki greitt, um hann gevst heilt við fótbóltinum. Hann sigur seg ikki hava tikið avgerð um tað enn og greiður víðari frá, at um so er, at hann framhaldandi fer at spæla, so verður tað við barndómsfelagnum T.B.
Ímóti samanlegging
Hvat heldur Óli so um ætlanirnar um at leggja bestu liðini hjá fótbóltsfeløgunum í Suðuroynni saman í eitt oyggjalið?
Óli tykist velja sær orðini við serligum umhugsni, tí tað er greitt, at fyri suðringar og møguliga serliga tvøráfólk er hetta eitt eymt evni. Hann fortelur, at hann væl dugur at síggja bæði vansar og fyrimunir í slíkum ætlanum. Hann heldur sjálvur bestu loysnina vera, at TB ikki fer uppí slíkt samstarv.
Grundgevingar hansara eru millum annað útfrá úrslitunum seinastu mongu dystirnar. Óli metir, at síðan póllendingurin Krzysztof Popczynski kom til felagið hevur tað verið sera stuttligt at spæla fótbólt.
TB hevur staðið seg avbera væl síðan Krzysztof kom til felagið, og hava teir seinastu tíggju dystirnir spælt ein javnan og vunnið nýggju.
- Tá TB við núverandi hópi megnar sovorðin úrslit, hvat kunnu vit so ikki megna, um nú vit fáa væl størri peningaligan stuðul, sigur Óli spyrjandi.
Óli sigur seg væl duga at skilja, hví nógv umhugsa samanlegging av feløgunum í oynni. Hann staðfestir, at tað hevur verið trupult at fáa nøktandi stuðul til raksturin av feløgunum, men heldur tó fast um, at hann helst sær barndómsfelagið standa frælst.
Spurningurin um hvar dystir skulu spælast, um samanlegging verður veruleiki, metir Óli vera umráðandi.
Júst vallarspurningurin var eisini settur á kunnandi fundi í Øravík herfyri, har limirnir í fótbóltsfeløgunum í oynni vórðu boðin. Tað svarið, ið givið var spurnarsetarunum var, at so leingi feløgini í oynni vóru í næstbestu deildini, var ongin trupuleiki við at spæla helvtina av dystunum á Tvøroyri og hina helvtina í Vági. Men um so er at liðið (oyggjaliðið) flytir upp í bestu deildina, so hevur TB ein trupuleika. Tí vøllurin á Sevmýri er og verður ikki góðkendur til fótbólt í bestu deildini.
Tvøráfólk flest vilja helst síggja sítt felag spæla á heimstaðnum, eins væl og vágbingar helst vilja síggja sítt felag spæla í Vági. Og her liggur ein trupuleiki. Hvat skal gerast?
Óli sigur seg vera ivasaman, tá tað kemur til samanlegging, tí hann heldur seg ivast í, um hvussu nógvir av Tvøroyri framhaldandi ætla at spæla fótbólt.
Óli staðfestir, at hetta er ein spurningur av týdningi fyri fótbóltsáhugað á Tvøroyri.
Hann ásannar, at tað eru sterkar kenslur knýttar at feløgunum og sigur tað vera av alstórum týdningi, at skilagott og rakst fólk sessast og finnur fram til eina haldgóða loysn, ið nøktar tørvin hjá flest øllum.
Ungdómsliðini í oynni
Seinastu árini hevur TB arbeitt miðvíst við at menna ungu leikarar felagsins og ikki kann sigast annað enn, at væl er arbeitt. Tí í tøttum samstarvi við bæði VB/Sumba og Royn hava liðini í oynni vunnið sær sigur aftaná sigur. Seinasta av hesum er dreingjaliðið, ið sannførandi vann greipuna. Sigast kann, at hini liðini í ungdómsdeildini hava nærum øll havt frálík úrslit at vísa á.
Samstarvið sær út at virka til fulnar hjá teimum ungu í oynni. Og hvussu verður við vaksnamannaliðunum, tað fáa vit nærri ábendingar um, tá ætlaðu fundirnir vera í feløgunum í næstum.
Góð ráð til tey ungu
Tá Óli verður spurdur, um hann hevði nøkur góð ráð til teir ungu fótbóltsleikararnir kring landið, svarar hann, at man ikki má smæðast.
- Trúgv uppá teg sjálvan og før teg fram samsvarandi.
Óli heldur ikki at hann sjálvur hevur dugað tað eins væl, og hann kanska hevði ynskt sær.
Um møguleikin bíðst at ein evnaríkur spælari stendur í boði at sleppa til royndarvenjingar í einhvørjum felag uttanlanda, kann Óli geva góð ráð.
- Tak av møguleikanum, tí aftur til Føroya sleppur tú altíð. Eingin orsøk er hjá ungu og evnaríku fótbóltstalentunum at taka av einum møguleika uttanlands. Tak stigið, tit mennast av tí, sigur hann og leggur afturat, at ungir spælarar samstundis mugu vera greiðir yvir, at tað er ongin vissa fyri, at tað eydnast.
Sjálvur drálaði Óli nakað leingi, heldur hann sjálvur. Hann tók ikki av møguleikanum, fyrr enn hann var 27 ára gamal. Hetta var ikki tí at møguleikar trutu. Hann fekk javnan tilboð, men valdi ikki at taka stigið og fullføra tað.
Óli mælir staðiliga øllum ungum, ið fáa hendan møguleikan, um at taka av og nýta tað sum frægast.