Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, eg lesi føroyskt viðhvørt, umframt Bíbliuna sum mestur er føroyska bókin, eg lesi mest úr. Men, eg lesi eisini barnabøkur fyri børnunum.
Tað sigur Kristvør Kolden í Skopun.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Mær dámar væl ymiskar lærubøkur um ymisk evni, ið onkursvegna geva mær kunning og vitan um okkurt, sum hevur mín áhuga - og so barnabøkur. Júst nú lesa vit Narnia og Dýrgripir kavans.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Ein táttur er silvur, hjá Sólrun Michelsen; hon liggur og bíðar eftir mær. Harumframt havi eg nakrar ljóðbøkur, sum eg ikki eri heilt liðug við.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Nei, eg ynski mær ikki nakra bók í jólagávu. Bøkur vil eg ogna mær sjálv so hvørt, eg havi hug at lesa tær, sigur Kristvør Kolden.