- Eg má svara aftur upp á álopini

- Vanliga svari eg ikki lesarabrøvum, men nú kenni eg meg noyddan, sigur Bogi Bech Jensen.

Málið um tøknibreytina á Glasi hevur skapt veruligt rok seinastu dagarnar. Tað var hósdagin, at in.fo skrivaði um, at Rigmor Dam hevur sýtt fyri at loyva Glasum at fáa tøknibreyt á skúlan - millum annað orsaka av serligum atliti til somu breyt í Klaksvík. 

 

 

Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasum førdi eisini fram tá, at hann helt tað var av stórum týdningi, at hesar útbúgvingar eisini eru í Havn fyri næmingar sunnanfyri. Og tað sama helt Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sandi. 

 

 

Men Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, hava síðani verið alment úti og sagt, at tað er ósatt, sum skúlastjórin sigur um upptøkuøkið. Hetta snýr seg um, hvørt breytin í Klaksvík er opin fyri næmingum í øllum landinum ella ikki. Bogi Bech Jensen vísir á, at Føroyar verða býttar í tvey upptøkuøkið, um ein útbúgving er í tveimum økjum. Sostatt kunnu næmingar í Klaksvík ikki søkja til tøknibreyt á Glasi, tí teir hoyra til upptøkuøkið norðanfyri, um so er, at sama útbúgving er har. 

 

 

Í gjárkvøldið skrivaði Bogi Bech Jensen so eitt aftursvar upp á tað, sum Jógvan Skorheim og Bjørn Kalsøe hava ført fram. 

 

 

Les eisini: Skorheim vil hava frið fyri Havnini

 

 

- Undir vanligum umstøðum hevði eg ikki svarað einum lesarabrævi. Eg eri ikki politikari og drívi ikki politikk. Eg eri skúlastjóri og vil altíð stríðast fyri næmingunum og teirra møguleikum. Tá mann so verður lagdur undir at siga ósatt, kenni eg meg noyddan at svara, tí kjakið má ikki fara av leið vegna misskiljingar. Kjakið má áhaldandi snúgva seg um møguleikarnar hjá teimum 500-600 ungu í syðra upptøkuøki, tvs. teirra møguleikar í Suðurstreymi, sigur Bogi Bech Jensen. 

 

Víðari vísir hann á, at tøknibreytin verður boðin út í Klaksvík, og allar Føroyar hava atgongd til hana har. Hetta vita øll, sum arbeiða ella eru virkin í skúlaverkinum.

 

- Tá eg sigi, at 500-600 ungdómar í Suðurstreymi ikki hava atgongd til hetta tilboðið, er sjálvsagt talan um, at tey ikki hava atgongd til tilboðið í Suðurstreymi. Hetta havi eg sagt so sera ofta, og haldi eg, at hetta eigur at verða undirskilt, men tann, sum ynskir at misskilja, fer altíð at misskilja, sigur hann. 

 

Les eisini: Lokalpolitikkur tikin framum næmingin

 

 

- Eg skilji ikki, hví mann ynskir at leggja eina forðing fyri, at ungdómar í syðra upptøkuøki hava atgongd til tøknibreytina í Suðurstreymi. Hví skal ein so góð miðnámsútbúgving bert liggja í Klaksvík? Hví skal hon ikki eisini liggja á Glasi, spyr skúlastjórin. 

 

Les eisini: Rigmor noktar Glasi tøknibreyt

 

Víðari vísir hann á, at hann verður eisini lagdur undir at siga ósatt um upptøkuøkini. 

 

 

- Tað havi eg heldur ikki sagt ósatt um. Um landsstýriskvinnan loyvir Glasi at bjóða tøknibreytina út, verða Føroyar uppdeildar í tvey upptøkuøki, sambært upptøkukunngerðini. Tí hava vit ikki møguleika at taka næmingar frá norðara upptøkuøki. Tá ein breyt bert verður boðin út í einum upptøkuøki, eru allar Føroyar eitt upptøkuøki. Tá ein breyt verður boðin út í báðum upptøkuøkjunum, verða Føroyar deildar upp í tvey upptøkuøki. Tøknibreytin í sær sjálvari hevur tískil ikki allar Føroyar sum upptøkuøki. Hetta er bert galdandi, um hon bara verður boðin út í Klaksvík. Á sama hátt, sum vit mugu hugsa um tey ungu í norðara upptøkuøki og teirra møguleikar har, mugu vit eisini hugsa um tey 500-600 ungu í syðra upptøkuøki og teirra møguleikar í Suðurstreymi, sigur Bogi Bech Jensen.