Í røðu síni á hátíðarløtuni Inni í Dal í dag segði Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri í Sands kommunu og fyrrverandi løgtingsmaður, at undirsjóvartunnilin er størsti dagur í Sandoyar søgu, nú 94 ára gamla, Harriet Krog Jensen, hevur givið spreingimeistaranum boð um at skjóta seinasta skotið, so landafast er millum Sandoynna og stóran part av Føroyum.
- Í nógv Harrans ár varð baksast politiskt fyri at fáa Sandoyartunnilin samtyktan. Á vegnum vóru onkrir smáir sigrar, men eisini nógvir ósigrar og nógv vónbrot. Politiska skipanin varð ikki til reiðar at fara undir eina so stóra verkætlan sum Sandoyartunnilin er, tí vit her suðuri eru so fá, og at brúka eina miljón krónur upp á hvønn íbúgva varð leingi hildið at verða ørskapur.
Hann vísti á, at í ringum tíðum varð sagt, at samfelagið hevði ikki ráð, og í góðum tíðum varð sagt, at ein so stór íløga yvirupphitaði búskapin. Men, í politikki er tað soleiðis, at mál við tíðini búnast, og fólk troyttast av at stríðast ímóti.
- Hin 10. apríl í 2014 minnist eg, sum var tað í dag. Hetta varð uttan iva størsti dagurin í mínum politiska lívi. Hetta varð dagurin, tá vit á løgtingi samtyktu einmælt at fara undir at gera tunnilin undir Tangafirði og Sandoyartunnilin í somu verkætlan. Baksast hevði verið við henda stóra kalvan, sum Sandoyartunnilin er, á politisku skútuni gjøgnum nógv valskeið.
Í myndatalu segði Brandur Sandoy, at viðhvørt hevði hesin kalvi verið uppi í hálvum sjógvi, men so hevði hann rent seg á botn aftur við øllum snørinum og nærum koppað politisku skútuni fleiri ferðir. Men, henda dagin í tinginum bragdaði.
- Við at øll settu á í senn og hjálptu hvørjum øðrum, varð stóri kalvin syftur inn um stokkin. Hetta var ein einastandandi gleðisløta, hóast fleiri røddir her suðuri kanska ivaðust, um tað nú mundi fara at halda hesaferð. Í dag, skjótt átta ár seinni, standa vit so her og fegnast, um at Harriet hevur skotið seinasta skotið undir Skopunarfirði.
Hann helt, at um nú rætt verður atborið, verður Sandoyartunnilin byrjanin til nýggju suðurleiðina í Føroyum. Brandur Sandoy helt, at innan 10 ár eiga vit at hava knýtt Suðuroynna og Skúvoynna upp í við Suðuroyartunlinum, sum hann helt, at farast má undir beinavegin.
- Og so eiga vit at finna eina samfelagsgagnliga loysn upp á, hvussu øll samferðsla í Føroyum verður borin av øllum herðum her á landi, soleiðis at tað kostar tað sama at koma runt í Føroyum - líkamikið, hvørjum heraðshorni fólk koma úr. Tær risaíløgur, sum hetta samfelagið nú ger á samferðsluøkinum, koma ikki til sín rætt, um kostnaðurin at brúka hesar møguleikar verður so stórur, at fólk halda seg aftur at brúka tunlarnar.
Brandur Sandoy helt fyri, at Sandoyggin stendur fyri einari kollvelting, har øgiliga nógvir møguleikar lata seg upp fyri bæði núlivandi og okkara eftirkomarum. Nú verður gjørligt at búgva í Sandoynni og brúka teir lestrarmøguleikar, vinnumøguleikar og frítíðarmøguleikar, sum miðstaður okkara hevur at bjóða.
- Hóast fjarstøðan verður stytri, verða Føroyar við Sandoyartunlinum eitt munandi størri land, og lata nú stórir møguleikar seg upp fyri øllum samfelagnum at gera brúk av. Á hesum degi eiga vit hjartaliga at takka øllum, sum hava sligið eitt slag fyri Sandoyartunlinum.
Og fyrrverandi løgtingsmaðurin legði aftrat:
- Takk til Føroya løgting og Føroya landsstýri fyri at hava ført Sandoyartunnilin út í lívið politiskt, og takk til nevndina í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum, NCC og allar undirveitarum fyri at hava borað og sprongt okkum Sandoyartunnilin trygt ígjøgnum.
Hann takkaði eisini honum, sum øllum valdar, fyri, at einki mannalív er farið fyri skeytið, hóast vandarnir eru stórir undir einari so stórari verkætlan.
- Eg var sjálvur triði sandoyartingmaður á tingi, tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, og tí vil eg eisini bera Gerhardi Lognberg og Páll á Reynatúgvu eina tøkk fyri gott samstarv, og eg vil takka teimum fyri teirra áhaldni og eldhuga at stríðast fyri Sandoyartunlinum gjøgnum øll hesi ár. Ikki minst vil eg takka Jørgeni Niclasen, sum vísti sítt politiska gandakynstur í meldrinum, tá politiska semjan skuldi klinkast saman.
At enda ynskti Brandur Sandoy Guðs signing við Sandoynni, sýsluni og landinum øllum.
##med2##