Tey hondbóltshugaðu kenna Pidi sum tann høgi og vandamikli spælarin - fyrst hjá vestmenningum og síðani hjá hoyvíkingum.
Seinastu seks árini hevur hann verið við til at mynda føroyskan hondbólt. Men hvussu verður við hondbóltinum í vetur, dugir Pidi ikki at siga nakað um beint nú. Hann hevur í løtuni aðrar ætlanir.
Í hesum døgum er hann nevniliga í ferð við at byggja sær egin hús í nýggju útstykkingini í Vestri, ovarlaga í heimbygdini Vestmanna.
Heruppi hevur hann tað best hugsandi útsýnið yvir vøkru bygdina. Og her ætlar hann sær eisini at verða búsitandi í framtíðini.
- Eg fái at síggja, hvussu verður við hondbóltinum í vetur. Kanska verður tað ikki fyrrenn í desember-januar at eg fari við aftur.
- Eg veit ikki rættiliga. Eg má fáa mær húsini liðug fyrst, sigur Pidi.
Hann hevur í løtuni summarfrí, og nýtir tí ein stóran part av tíðini við at fáa nýggja heim sítt liðugt. Eftir ætlan skal hann flyta inn í tey í ár.
Rumenskt vinalag
Pidi Negro kom til Føroyar fyri seks árum síðani. Hann kendi eitt av spælarapørunum hjá VÍF - familjuna Rápa - og soleiðis varð hann settur í samband við hetta kenda hondbóltsfelagið.
Áðrenn hann kom higar visti hann sera lítið um nýggja heimland sítt.
- Eg visti, at føroyingar og rumenar høvdu spælt landsdystir í fótbólti. Lítið meiri enn tað var tað ikki, sigur Pidi við einum brosi.
Eftir at hava spælt við felagnum í fýra ár, avgjørdi hann at skifta til H71, sum hevur heimstað sítt í Hoyvík.
At koma úr Rumenien til Føroyar var ein stór broyting fyri hann. Í heimlandinum var hondbólturin tað sum fór avstað við allari tíðini. Hondbólturin var so at siga arbeiði teirra, meðan ein her í Føroyum bert vandi nakrar ferðir um vikuna.
- Seinasta vetur gekk ikki so gott hjá okkum í H71. Vit vóru fremstir meginpartin av kappingini, men fingu bert bronsu at enda.
- Tað sá so gott út at byrja, men teir seinastu fimm dystirnar gekk ikki so gott, og tí gjørdust vit bert nr. 3, sigur Pidi.
Timbur og skrúvir
Pidi kom til Føroyar á heysti 2000 og fekk beinanvegin arbeiði á fiskavirkinum í Vestmanna. Seinni fekk hann arbeiði í smoltinum, til hann at enda fekk arbeiðið, har hann nú er.
Dagliga arbeiðir hann í Vestmanna Timburhandli, sum nú er farin saman við Fjarðahúsum í Kollafirði.
- Tá eg byrjaði í timburhandlinum visti eg ikki nógv um timbur. Í veruleikanum alt ov lítið.
- Men so líðandi byrjaði eg at fáa skil uppá timbur, skrúvir og alt hitt sum vit høvdu. Hini starvsfólkini vóru sera vinarlig móti mær.
- Eg haldi sjálvur, at eg lærdi málið rættiliga skjótt, greiðir Pidi frá.
(Rætt hevur hann í tí, tí øll henda samrøðan er gjørd á føroyskum máli. Ikki eitt fremmand orð varð brúkt!, blðm.)
Tað kemur oysini
Tá ein flytir til eitt fremmant land er tað at læra mál og mentan at kenna av avgerandi týdningi fyri, hvussu væl ein kemur inn á fólkið.
Fyri Pidi var púra greitt, at við at læra seg at samskifta á føroyskum máli, fór tað at gerast lættari at trívast í hesum fremmanda landinum.
Hann hevði áður spælt hondbólt saman við Daniel Rápa í Rumenien, og hesin var honum til stóra hjálp ta fyrstu tíðina í Føroyum.
- Daniel og konan Ioana byrjaðu at tosa føroyskt við meg. Og tá starvsfelagarnir eisini gjørdu tað sama, kom eg rættiliga skjótt eftir málinum, sigur Pidi.
Í dag tosar hann flótandi føroyskt og skilir tað sum verður sagt. Hann dugir eisini rættiliga væl at lesa føroyskt, men tá talan er um at skriva okkara trupla mál hevur tað verið heldur truplari.
- Men tað man oysini fara at koma, sigur hann á týðiligum vestmannamáli.
Pidi hevur tó ikki bert spælt hondbólt og arbeitt. Hesa tíðina hann hevur verið í Føroyum hevur hann m.a. tikið tað stóra koyrikortið, og hevur somuleiðis tikið skeið til koyring av trukkum og arbeiði við krana.
Hann hevur ongar ætlanir um at venda aftur til heimlandið Rumenien. Men, hvussu er tað: Er hann føroyingur ella rumeni?
- Nei, eg eri ikki blivin føroyingur enn. Tað fara helst at ganga nøkur ár aftrat, áðrenn eg verði tað!, slær hann fast.
Míni egnu hús
Pidi er føddur og uppvaksin í tí partinum av Rumenien, ið kallast Transylvanien. Har búgva foreldur hansara og ein systir.
Hann hevur nú búð í Føroyum seinastu seks árini, og ætlar at verða verandi her. Hetta seinasta er kanska ikki minst orsakað av, at hann hevur funnið sær unnustu úr Vestmanna.
- Eg tími ikki bara at leiga og leiga. Nú vil eisini hugsa um framtíðina og eiga míni egnu hús.
- Og húsini eru sjálvandi Fjarðahús, sigur Pidi við einum brosi.
Honum dámar væl her í Vestmanna, og tá hann so søkti um eitt grundøki og fekk eisini eitt í nýggju útstykkingini. Tá var einki annað at gera enn at fara til verka.
Hann hevur fingið góða hjálp frá verfamiljuni. Og seinasta leygardag vórðu húsini reist!
- Eg vóni at vit kunnu flyta inn í húsini í ár, sigur Pidi.