seta 20 mió. kr. um árið í grunn til fast samband um Vestmannasund næstu fýra árini. Grunnurin fær heimild at upptaka lán og krevja inn bummpening. Kanningar í samband við farleiðina um Leirvíksfjørð halda [...] er samd um: Uppskot verður lagt fyri løgtingið og samtykt í 1998, sum skal fremja henda suverenitet í verki og staðfesta: * at løgtingið hevur heimild til, at gera sáttmála við donsku stjórnina um ríkis [...] avtala verður gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um eina varliga fíggjar- og búskaparliga tillaging. 3. Bankamálið Bankamálið og kravið um endurgjald fyri keypið av Føroya Banka verður avgreitt sambært
bestseljarunum hjá Tutli, ofta á turné seks vikur um árið, og seldu rættiliga væl í USA, Skotlandi og Danmark. Tutl luttekur javnan á ymiskum sølumessum víða um í heiminum. Eisini innan klassiskan tónleik, [...] tað torført hjá Tutli at gera vart við seg, um tað so bæði eru Menningargrunnurin og Landsstýrið, ið stuðla. Hetta er á multinationalum stigi, tí sjálvt um nógv nøvn eitast at vera t.d. svensk er tað als [...] Kanska sum 50 av tí slagnum, sigur Kristian skemtandi um teirra leiklut í hesum høpinum, har eisini grønlendsk og sámisk umboð vóru við. Økir kunnleikan um Føroyar Verða tit sædd sum nakað eksotiskt, og er
Felagið hevur fingið áheitan frá sjómansprestum og -trúboðarum og øðrum um at arbeiða fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag. Hesi vita um, at menn fara til sjós og hava brennivín við sær. Vit fara at royna [...] Drangberg. Felagið savnar pening inn til einkjugrunnin, sum letur pening til einkjur tvær ferðir um árið. Forkvinnan í Felagnum Fiskimannakonur er limur í nevndini. ? Vit fara at royna at hækka upphæddina [...] upphæddina. Sum er fáa einkjur 1500 krónur fyri hvørt barnið. Felagið stuðlar grunnin við 50.000 krónum um árið og tann peningin fáa vit til vega við at skipa fyri bingo og øðrum, sigur Ingibjørg Drangberg. Bati
valdi Anfinn Kalsberg at senda fólk til hús, so at tey kundu sleppa at hvíla seg áðrenn samráðingarnar um málsøki, landsstýrisumboð og løgtingsnevndir vórðu tiknar upp aftur mánamorgunin klokkan 10.00. Øðrvísi [...] sjáldan at samgonga var skipað áðrenn jól. Heldur var tað so, at tað var komið nakað inn í nýggja árið, áðrenn nýtt landsstýrið var valt. Soleiðis var skilið eisini eftir seinasta val. Edmund Joensen, [...] Tá formansrundan hevði verið, heitti fráfarandi tingformaðurin, Jógvan I. Olsen, á Anfinn Kalsberg um at gera eina roynd at skipa samgongu. Anfinn Kalsberg staðfesti longu valkvøldið, at Føroya fólk hevði
at vera ólagaligur, sigur hann. Ein íløga í framtíðina Men teir strandingar, sum hava fingið vónir um arbeiðið aftur á virkinum, verða noyddir at brynja seg við toli eina góða tíð enn. Tí eftir, hvat skilst [...] ístand. Kári Nielsen sigur, at tað er so illa farið, báði innan, men mest uttan, at tað fer at taka alt árið at rigga tað til aftur. Men samstundis sigur hann, at táið teir hava keypt virkið, er tað sjálvandi [...] keypt virkið fyri at hava tað uppá hondina, táið, tá ið vit koma so langt. Men, hvat tað verður, veldst um, hvat vit halda, loysir seg best, táið vit koma so langt. ?Funningslaks³ seldi 1.500 tons í fjør.
7 mió. kr. Tað má sigast verða stak gott úrslit og á ársfrágreiðingini verður eisini staðfest, at árið 1997 var eitt gott ár fyri Norðoya Sparikassa. Har stendur millum annað at lesa, at útlitið áðrenn [...] av hesum ártíggjunum hava teir føroysku peningastovnarnir tikið seg upp aftur. Inntøkurnar økjast ár um ár, og roynt verður av øllum alvi at stýra útreiðslunum, so tað endaliga úrslitið gerst betri og betri [...] 1997 gjørdi Norðoyar Sparikassi burturleggingar fyri 3,1 mió. krónur og tað er á leið tað sama sum árið fyri. Men í metingunum fyri framtíðina verður sagt í ársfrágreiðingini, at sum búskaparliga gongdin
tryggjað sær, at vanligu bátarnir undir ongum umstøðum máttu rógva skjótari enn teir sjálvir, um illgruni var um, at smuglaragóðs varð ført til lands. 1.670 menn sjólótust Umframt hetta hava bátarnir í oynni [...] november til mars. Hóast nakað av vindi er, so er sólin tó sera sterk. Í meðal skínur sólin 1.752 tímar um árið, í mun til 1.514 tímar í London. Har eru avgjørt ríkir møguleikar at brúnka seg á snjóhvítu strondunum [...] ferðandi. Avmarkað er tó, hvussu nógv vitjandi sleppa til Scillyoyggjarnar ísenn. So tað ræður um at gera skjótt av, um ein hevur hug at vitja, tá føroyingar næstu ferð fara at kapprógva. Ella kanska onkur ynskir
er, leggur Kaj Leo aftrat. Árið í ár verður so tað fyrsta hjá Farex, og spurdur, hvussu hann metir tað fer at hepnast, sigur Kaj Leo, at tað er nakað tíðliga at úttala seg um nú, men sum gongdin hevur verið [...] urin er stórur bæði eftir lidnari vøru og vitan, tí tey føroysku virkini mugu eisini fáa kunnleika um, hvørjum tey skula leggja seg eftir. Hjálpa virkjum ? Og vit síggja tað eisini sum okkara uppgávu at [...] verið er neyvan grund til at lata illa at. Farex samarbeiðir við eini 12 virkir í landinum um sølu og kunnu nevnast virkir sum Sandoy Seafood, Fiskavirking, West Fish, Kósin ? bert fyri at nevna nøkur
puni, sum hevur rakt Asiu seinasta árið. Forsætisráðharrin í Malaysia, Datuk Dr Mahathir, sigur við Straits Times í Singapore í gjár, at Malaysia hevði ein dreym um at gerast eitt ídnaðarland áðrenn áðrenn [...] óendaligar tíðir., segi forsætisráðharrin. Fíggjarligi vøksturin í Malaysia verður nú roknaður at vera um tvey prosent. Hetta er fýra ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði [...] sum varð orðaður í 1984, verður seinkaður Singapore í eini 3-4 ár. Málið var 1999, men øll eru samd um, at hetta málið verður ikki nátt. -Tað kann taka Malaysia eini fimm ár aftur at náa fíggjarliga vøksturin
hin hjúnafelagan at skattast av. Vit kunnu taka eitt dømi, har maðurin í dag tjenar kr. 300.000,00 og konan kr. 50.000,00. Um maðurin kann flyta helvtina av sínari løn kr. 150.000 til konuna at skattast [...] eru við til at stinga ein almennan politikk út í kortið, ið beinleiðis er eitt afturstig tá talan er um strembanina hjá kvinnum at vinna sær tað fíggjarliga frælsið, ið er fyritreytin fyri øðrum frælsi. [...] skattast av, so spara tey meira í skatti, enn tað, sum konan hevur eftir av teimum 50.000,00, ið hon tjenar sjálv. Hetta vil leggja trýst á hana at gevast á arbeiðsmarknaðinum, ella ikki at tjena stórvegis, fyri