Ætla at keypa flakavirkið á Strondum

Men tað er so nógv at gera við tað, at tað gongur í hvussu so er alt árið. Enn er ikki greitt, hvat tað skal brúkast til

Arbeitt verður nú við at keypa gamla flakavirkið á Strondum.

Tað er alibrúkið ?Funningslaks³, sum ætlar at keypa virkið frá Føroya Banka, sum hevur átt tað, síðani Fiskavirking varð sanerað.

Kári Nielsen, stjóri á ?Funningslaks³ væntar, at keypið verður endaliga avgreitt í komandi viku.

Keypsprísin vil hann ikki avdúka. Men hann er ivaleysa høgur, tó uttan at vera ólagaligur, sigur hann.


Ein íløga í framtíðina

Men teir strandingar, sum hava fingið vónir um arbeiðið aftur á virkinum, verða noyddir at brynja seg við toli eina góða tíð enn.

Tí eftir, hvat skilst á Kára Nielsen, verður onki arbeiðið á virkinum teir fyrstu, nógvu mánaðirnar.

Hann sigur, at hetta er fyrst og fremst ein íløga í framtíðina, og enn vita teir ikki so frægt sum, akkurát, hvat teir fara at brúka virkið til.

Men tað er eisini so nógv at gera við tað, at tað fer at kosta einar 3-4 milliónir bara at gera tað ístand.

Kári Nielsen sigur, at tað er so illa farið, báði innan, men mest uttan, at tað fer at taka alt árið at rigga tað til aftur.

Men samstundis sigur hann, at táið teir hava keypt virkið, er tað sjálvandi tí, at ætlanin er at brúka tað til okkurt.

Men akkurát hvat slag av virki tað verður, taka teir støðu til, táið tað kemur so langt.

­ Vit hava havt følarar úti at kanna ymsar møguleikar, men vit eru komnir til ta niðurstøðu, at á vanliga fiskavirkingarøkinum er kappingin ivaleysa hørð frammanundan, so vit fara ikki tann vegin sigur stjórin í ?Funningslaks³

Tí er tað er greitt, at virkið skal brúkast til eitt ella annað í samband við aling.

­ Men vit hava ikki læst okkum fastar í nakað ávíst. ­ Útlitini í alivinnuni eru so spennandi, at vit hava keypt virkið fyri at hava tað uppá hondina, táið, tá ið vit koma so langt.

Men, hvat tað verður, veldst um, hvat vit halda, loysir seg best, táið vit koma so langt.

?Funningslaks³ seldi 1.500 tons í fjør.