Hvør hevði trúð tí: 25 fjórðingar í ein útsynning úr Land?s End ? sjálvum útsynningshorninum á Bretlandi ? liggja knappliga uppaftur fleiri oyggjar, sum hoyra til the United Kingdom.
Vit hildu altíð, at Føroyar vóru smáar, men her er ein oyggjabólkur, har einans 2.000 fólk búleikast. Størsta oyggin, St. Mary?s, er 3,6 km til longdar og knappliga 2,4 km til breiddar. Tað vil siga, at St. Mary?s er neyvan á stødd við Fugloynna.
Men har býr eitt fólk, sum hevur eina fjølbroytta bakgrund, sum tey enn í dag royna at verja um. Einans eitt avmarkað tal av vitjandi sleppur út á oyggjarnar í senn, og sunnudag er als eingin fartur, hvørki frá ella til.
Sóloyggjarnar
Navnið Scilly kemur antin frá Sulla, ið er ein forn »vatngudinna«, ella frá navninum Sulley ella Sulli, sum merkir »sóloyggjarnar. Scillybúgvar sjálvir (Scillonians) halda seg vanliga til seinnu tulkingina. Elstu mannaleivdirnar stava heilt aftur til bronsuøldina (umleið 2.000 ár f. Kr.). Eisini finnast jarnaldarbúsetingar frá umleið ár 200 f.Kr.
Í nýggjari tíð, t.v.s. í miðøldini, finna vit fyrst rómverskar leivdir, og síðani verður hildið, at munkar leitaðu sær til oyggjarnar (ikki ókent fyribrigdi í føroyskari søgu). Fyrst í seinnu miðøldini fóru bretar undir at nýta Scillyoyggjarnar til skansa og ávaringarstøð ímóti ófriðarskipum o.tíl.
Fólkið sjálvt hevði tríggjar høvuðsvinnur: Fiskiskap, loðssigling og smugling. Tann báturin, sum kom fyrstur til eitt skip, fekk arbeiðið at føra tað millum sera vandamikla skergarðin har um leiðir. Á henda hátt byrjaði kappsiglingin millum bátarnar. Men teir kundu ikki uttan víðari rógva við 8 ella 10 árum fyri at koma skjótari fram. Orsøkin var tann, at tollbátarnir høvdu við lóg tryggjað sær, at vanligu bátarnir undir ongum umstøðum máttu rógva skjótari enn teir sjálvir, um illgruni var um, at smuglaragóðs varð ført til lands.
1.670 menn sjólótust
Umframt hetta hava bátarnir í oynni verið nógv nýttir í sambandi við bjargingararbeiði, tá størri skip høvdu rent seg í sker. Eini 800 vrak liggja sokkin kring oyggjarnar. Ringasta hendingin var helst í 1707, tá 1.670 menn fórust, tá fýra skip av einum flota upp á 21 rendu seg á sker vestan fyri oyggjarnar. Flotaovastin, Sir Cloudesley, helt seg hava ensku Kanalina fyri framman og gav sostatt boð um at sigla beint í óføri.
Í dag stendur ferðavinnan, kanska ikki heilt óvæntað, fyri 85% av vinnuni, meðan blómur og annar vøkstur standa fyri hini 15%.
Blómumarknaðurin ein søga fyri seg
Tað er ein søga fyri seg, hvussu blómumarknaðurin vann sín serliga týdning. Oyggin Tresco hevur í øldir verið ogn hjá Dorrien Smith-ættini. Eigarin fyrst í 19. øld, August Smith, gjørdi av, at øll, ið ikki høvdu arbeiði sum 11 ára gomul, vórðu noydd at flyta burtur. Genturnar fingu sum oftast arbeiði sum tænastugentur, meðan dreingirnir fóru í enska flotan.
Men av tí, at August Smith hevði skipað fyri, at øll ? gentur og dreingir ? lærdu at lesa og skriva og rokna, gjørdust flestu dreingirnir skjótt yvirmenn umborð. Smith legði teimum við at taka spennandi plantur heim við úr fjarskotnum londum, sum so blivu plantaðar á Tresco. Enn standa plantasjurnar við trøum og blómum frá londum sum India, New Zealandi, Mexico og Suðurafrika í fagrasta blóma.
Ein planta (Liliacea hesperogucca whipplei), sum blómar 20. hvørt ár, veksur tá heilar fýra metrar upp á 14 dagar. Tað er ilt at trúgva, at áðrenn 1834 var Tresco á at líta sum ein miðal føroysk oyggj!
Tað er sjálvandi veðurlagið, sum ger alt hetta møguligt. Blómur verða enntá útfluttar til bretska meginlandið í sjálvari vetrarhálvuni frá november til mars. Hóast nakað av vindi er, so er sólin tó sera sterk. Í meðal skínur sólin 1.752 tímar um árið, í mun til 1.514 tímar í London. Har eru avgjørt ríkir møguleikar at brúnka seg á snjóhvítu strondunum kring oyggjarnar.
Eisini er náttúran sum heild sera vøkur. Scillyoyggjarnar eru flokkaðar sum designated Area of Outstanding Beauty. Har er eitt landslag, sum fær einhvønn føroying at kenna seg væl. 4.000 ára gomul fornminni fram til borgir heilt frá 16. øld. Eitt ríkt fuglalív og møguleikar at sigla og fiska ella bara at ganga, súkkla ella spæla golf.
Parabolirnar
goymdar burtur
Býarlívið hevur sum heild alt tað, ið ynskjast kann, hóast diskotekið neyvan man vera á hædd við the Stringfellow?s í London. Allastaðni er reint og ruddiligt, og parabolar síggjast einans burturgoymdir aftan fyri húsini inni í garðinum.
Fólkið er av tí blíðasta, ið hugsast kann! Príslegan er heilt sámulig, og innivist fæst frá fleirstjørnaðum marglætisumhvørvi til vælkenda Bed & Breakfast og camping. Og so var maturin eisini framúrskarandi.
Flutningur fer fram við einari ferju, tyrlu og smáum flogførum til einans 8 ferðandi. Avmarkað er tó, hvussu nógv vitjandi sleppa til Scillyoyggjarnar ísenn. So tað ræður um at gera skjótt av, um ein hevur hug at vitja, tá føroyingar næstu ferð fara at kapprógva. Ella kanska onkur ynskir at síggja sólarmyrkingina tann 11. august 1999.