Vit røra ikki heilan fisk

? og idegrundarlagið undir sølufyritøkuni hjá okkum er ímóti at flyta heilan fisk av landinum, siga teir báðir Kaj Leo Johannesen og Rói Egholm sum stovnaðu sølufyritøkuna Farex í oktober í fjør. Og tað gongur eisini strúkandi hjá sølufyritøkuni sum longu hevur selt fyri einar 75 mió. kr. í lidnari vøru

Fyrst í oktober í 97 avskipaði sølufyritøkan Farex, sum tá var smápartafelag, sína fyrstu nøgd, og hesar knøppu 3 mánaðirnar í 97 seldi sølufyritøkan fyri 28 mió. kr. í lidnari vøru til keyparar í USA, Spania, Fraklandi, Onglandi og Týsklandi. Og tann 1. januar í ár varð fyritøkan so gjørd til partafelag og partapeningurin hækkaður til 500.000 krónur.

Pf. Farex hevur selt lidnar frystar vørur og saltfisk til hesar áður nevndu marknaðir, og sum skilst á sølumonnunum báðum, Kaj Leo Johannesen og Róa Egholm, er eftirspurningurin stórur frá útlendsku keyparunum eftir vøruni, tí higartil hevur Farex, síðan stovnan, umsett fyri 75 mió. krónur.


Hollar royndir

Og teir báðir hava eisini royndirnar at selja, tí seinastu 10?12 árini hava teir starvast júst í søluni. Kaj Leo hevur selt bæði á Fiskasøluni og á Kósini, og Rói var 9 ár á Fiskasøluni, harav 4 ár í Spaniu sum stjóri hjá Faroe Seafood Iberia, umframt at hann sjálvur hevur selt í egnari fyritøku í Føroyum.

Men teir leggja stóran dent á, at vøran teir selja er góðskað vøra, tí idegrundarlagið undir sølufyritøkuni er ímóti heilum fiski, og teir eru til fyri føroysk virkir og geva fegnir vitan víðari til føroysk virkir.


Mangla sølufólk

? Í fjør vóru 32.000 tons útflutt av heilum fiski, og umroknað til arbeiðspláss er hetta fleiri hundrað arbeiðspláss, so tað sigur seg sjálvt, at her má okkurt gerast, sigur Kaj Leo.

Spurdur, hvussu hann vil lýsa støðuna í dag, sigur Kaj Leo, at vit kundu selt nakað væl meiri av lidnari vøru enn vit gera í dag, tí vit hava ikki kompitent sølufólk. Eftirspurningurin er stórur bæði eftir lidnari vøru og vitan, tí tey føroysku virkini mugu eisini fáa kunnleika um, hvørjum tey skula leggja seg eftir.


Hjálpa virkjum

? Og vit síggja tað eisini sum okkara uppgávu at samstarva við virkini við eini felags ábyrd og soleiðis tryggja at tey fáa eitt skiftisavlop sum kann gera tey før fyri at nøkta eftirspurningin, sum er, leggur Kaj Leo aftrat.

Árið í ár verður so tað fyrsta hjá Farex, og spurdur, hvussu hann metir tað fer at hepnast, sigur Kaj Leo, at tað er nakað tíðliga at úttala seg um nú, men sum gongdin hevur verið er neyvan grund til at lata illa at.

Farex samarbeiðir við eini 12 virkir í landinum um sølu og kunnu nevnast virkir sum Sandoy Seafood, Fiskavirking, West Fish, Kósin ? bert fyri at nevna nøkur.