Politiski setningurin:
Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru samdir um at skipað politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri.
1. Ríkisrættarliga støðan
Samgongan staðfestir:
* at føroyingar eru tjóð og at Føroyar eitt land, og at politikkur samgongunnar verður at fremja henda suverenitet í verki
Samgongan er samd um: Uppskot verður lagt fyri løgtingið og samtykt í 1998, sum skal fremja henda suverenitet í verki og staðfesta:
* at løgtingið hevur heimild til, at gera sáttmála við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðuna og at tingið hevur heimild til at siga sáttmálan upp.
* at tað bert er gjøgnum sín demokratiska umboðsstovn, Føroya Løgting, at Føroya fólk kann seta eina grundlóg í gildi fyri Føroyar.
Samgongan fremur hesi stig:
I. Farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina í tingsetuni 1998 um føroysk-donsk viðurskifti við tí endamáli, at Føroyar verða sjálvstøðugar (suverenar). Føroyskur heimarættur verður staðfestur frá 1. januar 1999. Ein sáttmáli verður gjørdur, sum leggur fast framtíðar samstarvið millum Føroya og Danmark í útbúgvingar-, heilsu-, uttanríkis- og rættarmálum. Málsøki eiga at kunna útdelegerast til danska ríkið at umsita og sáttmálin kann umfata felags kongahús, felags gjaldoyra og felags skyldur og rættindi hjá føroyskum og donskum ríkisborgarum búsitandi hjá hvørjum øðrum, men føroyingar verða frítiknir fyri herskyldu. Tá ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya Løgtingi, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu.
II. Føroya løgting samtykkir í komandi tingsetu (1998) lóg um at seta grundlógarnevnd, íð skal gera uppskot til føroyska grundlóg. Tá grundlógin er samtykt á løgtingi, fer hon til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000.
III. Farið verður undir at fáa øll málsøki undir føroyskt lóggávu- og umsitingarvald. Arbeitt verður fyri, at danski Tjóðbankain eins og Fíggjareftirlitið hava fráboðanarskyldu til Føroya landsstýri viðvíkjandi føroysku peningastovnunum.
2. Búskaparligir og fíggjarligir karmar
Fíggjarlig og búskaparliga verður gjørt upp við Danmark, har støða verður tikin til, hvussu uttanlandsskuldin verður afturgoldin og heildarveitingin kann minkast burtur eitt ávíst áramál, samstundis sum avtala verður gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um eina varliga fíggjar- og búskaparliga tillaging.
3. Bankamálið
Bankamálið og kravið um endurgjald fyri keypið av Føroya Banka verður avgreitt sambært tilmælunum hjá serfrøðingunum til landsstýrið.
4. Fíggjar- og búskaparmál
Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjarpolitikkinum er
* at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar
* at vælferðin hjá føroyingum verður ment
* at samfelagnum verður tryggjað eitt sunt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum sjálvbbjargni
* at javnvág verður millum privat og alment fyritakssemi og íløgur
Rikin verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur.
Miðað verður eftir at linka skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu, so at kappingarførið vinnulívsins batnar og megnar at bera felags húsarhaldi.
4. Skatta- og tollmál
Skattalóggávan skal ikki darva virkishugin, men skal eggja til vinnuligt fyritakssemi. Arbeiðið fram móti einari bruttoskattaskipan heldur fram. Málið er ein so høg skattafrí grundarupphædd sum møguligt og so lágt skattatrýst sum møguligt. Lagt skal vera upp fyri, at láginntøkur og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti.
Hjún har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla við hjún, har bæði hava inntøku.
Grundarupphæddin í fólkapensjónini verður skattafrí.
Meirvirðisgjaldsskipanin verður framhaldandi endurskoðað, so heimaídnaðurin og tænastuvinnan verða styrkt.
5. Almenna fyrisitingin
Til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má bygnaðurin endurskoðast og rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur í betri javnvág við vinnuliga sektorin.
Fyrisitingarliga lógarverkið verður enduskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum.
Í samsvari við arbeiðið við nýggjum kommunubygnaði, verða partar av almenna sektorinum lagdir nærri borgarunum, har hetta umsitingarliga ber til.
6. Vinnuligir karmar
Vinnulívspolitikkurin verður at leggja í tryggar karmar, so vinnulívið fær umstøður at mennast til at bera føroyska samfelagið. Landsstýrið orðar ein greiðan vinnupolitikk og ger langtíðarætlanir í samráði við vinnufeløg, ráðgevingarstovnar og fíggingarstovnar.
Tað almenna skal reka ein haldgóðan búskapar-, fíggjar-, skatta-, menningar- og umhvørvispolitikk. Útbúgving, gransking, samferðsla og samskifti, veiðiavtalur við onnur lond og marknaðaratgongd skulu lagast eftir hesum málsetningi. Innan hesar karmar skal vinnan mennast á marknaðarbúskaparligum burðardyggum grundarlagi.
6.1 Fiskivinnupolitikkur:
Lóg um endurnýggjan fiskiflotans - herundir útróðrarflotan - verður sett í gildi. Ein greiður fiskivinnupolitikkur verður orðaður, eisini fyri menning av fiskiídnaðinum á landi og marknaðaratgongd.
Dentur verður lagdur á økismenning, arbeiðsumhvørvi, góðskukrøv og hagreiðingarskipanir.
Færøernes Realkredittintitut verður yvirtikið.
Virkað verður fyri at stovna eitt útflutningsráð.
Fiskastovnarnir undir Føroyum skulu gagnnýtast skynsamt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Teir stovnar, ið flotin hevur atgongd til, skulu gagnnýtast við neyðugum varsemi eftir tilmæltum fiskidøgum og kvotum, so teir geva sum mest íkast til búskapin. Fiskastovnum, sum eru ovurveiddir, verða veittir møguleikar at menna seg. Hildið verður fast við økisfriðingarpolitikkin. Stødd og røtt samanseting av veiðiflotanum má lagast eftir hesum møguleikum og verður best tryggjað við, at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt. Undantikin er tó útróðrarflotin undir 15 tons.
Arbeitt verður fyri, at meiri fiskur verður virkaður í Føroyum.
6.2 Aðrar vinnur
Ein langtíðarpolitikkur verður orðaður fyri ferðavinnu, landbúnað, heimaídnað og menning av nýggjum vinnum við serligum atliti at kunningartøkni.
Lógirnar um telduskráir verða dagførdar.
Almennur stuðul skal bert veitast sum tíðaravmarkaður ígongdsetarastuðul/íløgustuðul við greiðum almennum krøvum og reglum fyri nýtsluna.
Lóg um broyting í FAS-skipanini má fáa gildi skjótast.
Skipasýnið verður yvirtikið.
Landbúnaðurin skal styrkjast við tí høvuðsendamáli, at Føroya gerast mest møguligt sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Virkast skal fyri, at øll landbúnaðarjørð verður gagnnýtt. Jarðarlóggávan verður endurskoðað, so hon gagnar smærru plássunum, og umstøðurnar hjá festibóndum verða greiðari.
6.3 Útjaðarin
Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað.
6.4 Framtaksgrunnur
Viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða endurskoðaðar við tí endamáli, at grunnurin í størri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum fortreytum.
6.5 Føroyar og ES
Nýggj samstarvsavtala skal gerast við ES, sum tryggjar samstarv og marknaðaratgongd, men heldur fast við fult ræði á náttúrutilfeinginum á sjógvi, landi og í undirgrundini. Viðurskiftini við ES byggja á løgtingssamtyktina frá 1974, sum sigur, at Føroyar skulu standa uttanfyri ES.
Stig skulu takast til at menna marknaðarsamstarv millum Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland til tess at standa sterkari mótvegis ES-marknaðinum.
7. Arbeiðsmarknaðarmál
At minka um arbeiðsloysið verður skattatrýstið lækkað, so tað loysir seg betur at arbeiða, og betri lønsemi kemur í vinnuna.
Í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður hildið fram við arbeiðnum at gera eina skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt tær koma í.
Lóggáva um arbeiðsumhvørvi verður endurskoðað saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
8. Familjumál
Familjan er kjarnin í samfelagnum.
Kannað verður, í hvønn mun ansingarstuðul kann fylgja barninum.
Spurningurin er barnaansing kring landið verður tikin upp.
Virkað verður fyri, at parttíðar starv verður valigari á arbeiðsmarknaðinum.
Barnafrádrátturin í landsskatturin verður hækkaður. Bøtt verður um fíggjarliga, har annar forsyrgjarin fellur frá.
Arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum við betri ráðgeving.
Rikin verður ein rúsevnispolitikkur, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um rúsevnismisnýtsluna.
9. Almanna- og heilsumál
Føroysk almannalóggáva skal lagast til føroyskan tørv og føroysk viðurskifti við serligum atliti til nýggja kommunubygnað. Endamálið er, at avgerðirnar og málsviðgerin skulu takast so nær borgarunum sum gjørligt.
Trupulleikarnir á barnagarðs- og røktarheimsøkinum skulu loysast í samstarvi millum land og kommunur.
Heilsverkið krevur íløgur og menning. Ein greiður heilsupolitikkur verður orðaður við tí endamálið at bøta um fyribyrgjandi heilsurøktina og at skapa trygg viðurskifti innan heilsurøktina. Ein rafesting verður gjørd fyri íløgurnar á sjúkrahúsøkinum. Heimarøktarskipanin verður skipað sum døgnrøktartænasta. Samstarvið við Ríkissjúkrahúsið o. a. heilsustovnar í grannalondunum verður betur samskipað. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús verða útbygd sum ætlað.
Pensiónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerar. Endamálið er at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn. Nevndin, sum er sett at kanna pensiónsøkið ger arbeiði sítt liðugt og úrslitið verður viðgjørt í samgonguni og neyðug stig framd.
Arbeiðsloysið er framvegis stórt kring landið. Arbeitt verður við tiltøkum, so sum aktiveringsætlanum, útbúgvingarætlanum o. ø. til tess at forða fyri varandi arbeiðsloysi.
Ein greiður íbúðarpolitikkur verður rafestur. Alternativir íbúðarmøguleikar skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum kommunalar/privatar leiguíbúðir, lutafelagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o. a.
Umstøðurnar hjá rørslu- og menningartarnaðum skulu betrast við eini ætlan fyri at menna bústaðar-, starvs-, frítíðar- og samfeðslumøguleikarnar og tryggja tey grundleggjandi korini í øllum samfelagsviðurskiftum.
11. Mentan og útbúgving
Útbúgving av ungdómsinum má byggja á kristna, føroyska mentan. Gjørd verður ætlan fyri útbúgvingarverkið við atliti til framtíðar útbúgvingar, samskipanir og rationaliseringar.
Fólkaskúlin, miðnáms- og tær hægru útbúgvingarnar skulu styrkjast at fylgja tøkniligu samskiftismenningini.
Møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum.
Føroya eiga at mennast í altjóða granskinar- og útbúgvingarhøpi. Vinnuskúlarnir verða styrktar til nýggjar avbjóðingar: Innan marknaðarføring, innan tekniska økið og innan lørugreinir, sum eru neyðugar í komandi oljuvinnuni.
Lógin um lestrarstuðul verður dagførd. Førdur verður ein útbúgvingarpolitikkur , sum eggjar ungdómi at nema sær útbúgving eisini uttan fyri Norðulond.
Ein greiður mentanarpolitikkur verður orðaður við støði m. ø. mentanarálitinum og byrgt eigur at verða fyri harðskapi og siðspillu.
Á fjølmiðlaøkinum eigur føroyska tilfarið at styrkjast.
12. Umhvørvismál
Umhvørvispolitikkurin verður styrktur. Meginreglan skal vera, at burturbeining og umhvørvisvernd áliggur tí dálkandi partinum.
Upplýsing og tiltøk til náttúru- og umhvørvisvernd verða framd.
Føroyar skulu í altjóða høpi stríðast móti dálking frá stóru ídnaðarøkjunum á meginlandinum.
Brennievni, sum hava minsta skaðiliga árinið á umhvørvið, fáa framíhjárætt við lægri avgjaldi.
Umhvørvis- og matvørulógin verða endurskoðaðar.
13. Samferðslu- og samskiftismál
Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey ymsu plássini í Føroyum. Samgongan ásannar, at ferða- og flutningssamband hevur alstóran týdning fyri vinnumøguleikar og trivna í landinum.
Raðfesting av íløgum á samferðsluøkinum verður framd sambaært fíggjar- og búskaparorku landsins. Hildið verður fast við íløguætlan at seta 20 mió. kr. um árið í grunn til fast samband um Vestmannasund næstu fýra árini. Grunnurin fær heimild at upptaka lán og krevja inn bummpening. Kanningar í samband við farleiðina um Leirvíksfjørð halda fram. Arbeiðið at byggja nýtt skip til Sandoynna verður gjørt. Samferðslan við Suðuroynna verður dagførd beinanvegin. Eisini verður loftvegis sambandið við flogfari kannað.
Støða teirra rørslutarnaðu verður havd í huga, tá ið nýíløgur/ábøtur í samferðsluskipanini verða gjørdar.
Kannað verður um rationaliseringar kunnu gerast í samferðslukervinum. Uppgávur kunnu bjóðast út til privatar at røkja, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyrimun.
Flutningur av farmi og fólki millum Føroya og útlond má leggjast í eina trygga legu, sum er nøktandi fyri allar partar.
13. Kommunumál
Kommunulóggávan verður nútímansgjørd. Kommunala sjálvsræðið og ábyrgdin skulu styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur. Í hesum sambandi verður ætlanin fyri miðfyrisitingina endurskoðað við tí endamáli at flyta tænastuna nærri borgarunum.
14. Oljuvinna
Landsstýrið ger uppskot til, hvussu møguligar inntøkur av ráevnum í undirgrundini skulu umsitast og brúkast. Aðalmálið er, at ein møgulig komandi oljuinntøka til landskassan ikki avlagar búskapin.
Tryggjast skal, at eitt komandi leitingarumfar og ein møgulig oljuvinna, fyrst og fremst verður grundarlagið undir at menna førleikan í føroysku vinnuni í altjóða høpi, so hon kann tillaga seg broytingar og menna nýggjar inntøkumøguleikar.
Spurningurin um almennar íløgur í sambandi við oljuvinnu verður tikin upp og viðgjørdur millum landsstýrið og kommunur.
Strongt verður á til tess at finna eina samráðingarloysn á marknatrætuni við Bretland um undirgrundarmarkið skjótast gjørligt.
15. Uttanlandssamstarv
Arbeitt verður fyri at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í ST. Politiskt, handilsligt, vinnuligt og mentanarligt samstarv verður styrkt við onnur lond við serligum denti á samstarv við aðrar smátjóðir. Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Økt samstarv um at umsita felagstilfeingi í Norðuratlantshavi skal fáast í lag millum Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland, sambært løgtingssamtykt 1996.
Tórshavn, 9. mai 1998
Undirskrivað av Anfinni Kalsberg úr Fólkaflokkinum, Helenu Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum og Heina O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum