Trúði onkur, at hesi,sum eru uppvaksin í áttati og níti árunum, vildu arbeiða fyri veruligum frælsi til bæði kvinnur og menn, so er nú staðfest, at hesi eru við til at stinga ein almennan politikk út í kortið, ið beinleiðis er eitt afturstig tá talan er um strembanina hjá kvinnum at vinna sær tað fíggjarliga frælsið, ið er fyritreytin fyri øðrum frælsi.
Í samgonguskjalinum stendur, at »Hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla við hjún, har bæði hava inntøkuna«. Við øðrum orðum skal skattalógin broytast soleiðis, at har annað av hjúnunum hevur alla inntøkuna, so skal helvtin av inntøkuni flytast til hin hjúnafelagan at skattast av.
Vit kunnu taka eitt dømi, har maðurin í dag tjenar kr. 300.000,00 og konan kr. 50.000,00. Um maðurin kann flyta helvtina av sínari løn kr. 150.000 til konuna at skattast av, so spara tey meira í skatti, enn tað, sum konan hevur eftir av teimum 50.000,00, ið hon tjenar sjálv. Hetta vil leggja trýst á hana at gevast á arbeiðsmarknaðinum, ella ikki at tjena stórvegis, fyri at familjan ikki setir pengar til. Onkur heldur kanska, at tað er líka fyri báðar partar, men veruleikin er, at menn hava nógv fastari tilknýti til arbeiðsmarknaðin og tjena tískil nógv meir enn kvinnur. Tað skal tí ikki stórt hugflog til at finna fram til, hvør ið skal heim til kjøtgrýturnar fyri síðan at taka til takka við tað fíggjarliga frælsi, hin hjúnafelagin metir seg kunna veita.
Tað at menn stýra næstan øllum samfelagnum, bæði í politikki, vinnulívinum og í umsitingini, merkir eisini samfelagsligu gongdina, soleiðis at t.d. gerandisdagurin og umsorganin hava sera lítlan prioritet sum er. Hesin nýggi almenni politikkur vil gera støðuna verri.
Skulu vit vinna okkum størri frælsi, má hvør nýtulig heilakykna og allar hendur hava møguleika at verða við til at skapa tann búskapin, ið skal til. Hetta sær samgongan ikki tað neyðuga í, tað einasta samgongan hevur hugflog til, er at danir skulu gjalda.
Nakað annað er eisini, at henda skattaspekulatión við flyting av inntøku aftur og fram millum hjúnafelagar, ikki letur seg gera í praksis uttan stóra umsitingarliga orku. Vit skulu minnast til, at vit onga sjálvuppgávu hava ongur, og má hetta tí gjaldast út úr landskassanum. Henda útgjaldsskipan fer at kosta nógvar milliónir árliga í minni inntøkum til landskassan. Hesin peningur skal so heintast inn frá øðrum. Ella kanska skal sjálvstýrisloysnin aftur her traðka til, at ST sáttmáli tryggjar okkum, at danski skattgjaldarin skal gjalda.
Samgongan átti at sett seg inn í hvørjar hugsanir ST hevur um samfeløg, ið gera mun á egnum borgarum.
Tórshavn 12.05.1998
Kristian Magnussen,
løgtingsmaður