verður tikið hvørja ferð og nýtt slept útaftur. Hetta er seyður, sum »Stakkurin« keypir frá høgunum. Í fjør var ongin seyður í Stakkinum. Væntast kann tískil, at tjørnuvíkingar hesaferð fáa eina góða »auktión« [...] Tann peningurin fór til fartelefonina, menninir nýta, tá teir eru í Stakkinum á fleyg, í rakstri ella á fjalli aðrastaðni í Tjørnuvíkar høgum. Hon hevur verið teimum hent. Sambært reglugerðini fyri Stakkin
Hesa vikuna hevur Jákup á Borg úr B36 verið í stóra enska fótbóltsfelagnum Liverpool FC og roynt seg. Hann kom til Liverpool mánadagin og hevur síðani vant við teimum yngru spælarunum, og mikukvøldið slapp [...] James og Jason McAteer vóru allir við á eykaliðnum, antin tí teir ikki hava fast pláss á besta liðnum, ella tí teir hava verið skaddir. ? Tað var ótrúliga stuttligt at sleppa at spæla saman við hesum monnunum [...] eisini at merkja beint áðrenn dystin móti Blackburn. ? David James var ov seinur, og vit vóru allir í ferð við at skifta, tá hann kom inn í skiftingarrúmið. Hann setti seg við síðuna av mær og spurdi hvussu
Ein av komandi døgunum kunnu føroysku fótbóltsfeløgini, sum eru umboðað í antin 1. ella 2. deild hjá kvinnum ella monnum, vænta sær bræv frá VB, har tey verða boðin við til stóru innandurakappingina, sum [...] tað verða helst ikki tær stóru broytingarnar hesaferð í mun til í fjør, sigur Bjarni. Kappingin í ár verður tann áttanda á rað, síðani hon varð spæld fyrstu ferð afturi í 1991. Hon byrjaði sum »kappingin
ið hava mist, sum syrgja og gráta, og hesa sorgina kann presturin ikki fara at taka frá teimum. Uppgávan hjá honum er júst at vera til uggan og stuðul. Á ein ella annan hátt er tað soleiðis, at tá ið tú [...] føroyska samfelagnum, als ikki hevði nakran týdning millum tey ungu, sum eg gekk í skúla saman við. Á ein ella annan hátt provokeraði hetta meg, tí fyri mær var lívið so nógv størri og meir, enn alt tað ítøkiliga [...] staðni, har eg fari, er tað eisini týdningarmikið at fáa fram, at eg komi ikki bara við mínum egna ella mínum egnu lívsáskoðanum, men at eg havi Guds orð við mær til teirra. Sonja Klein leggur stóran dent
frokost ella morgunmat, sum tað eitur á góðum føroyskum, frá Jákupi Ziskason. ? Allir spælararnir eru tøkir, vit seta sterkasta liðið, og skulu vit meta út frá áhuganum, ið vit hava kent gjøgnum hesa vikuna [...] í HB. Hann var við, tá HB síðst vann FM. Tað var í 1990, og avgerðin fall í Klaksvík. Í hópinum hesa ferð eru tríggir spælarar, sum vunnu ta ferðina. Teir eru Rói Árting, Kaj Leo Johannesen og Ingi Rasmussen [...] er Kurt Mørkøre, liðformaðurin hjá KÍ, sum staðfestir hetta. Hann hevur annars verið sera væl fyri hesa síðstu tíðina. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur hann gjørt tíggju mál, og hann er ovarlaga á
morgin á Toftum og um eina viku í Runavík. Tvørámenn hava verið nógv píndir av leikbannum í ár, men hesaferð eru allir tøkir. Tíggju mans liggja tó á markinum, og um dysturin móti B68 verður harður, kann tað [...] eina viku. Møguleiki er eisini fyri, at TB noyðist at spæla tveir dystir afturat ? móti antin LÍF ella Royn ? um upp- og niðurflyting, og tí kunnu leikbannini framvegis órógva TB. B68 tapti seinast móti [...] miðjuni saman við GÍ og B68 og er uttan fyri niðurflytingarvanda. John Eystberg er leikbannaður hesaferð, men allir hinir eru tøkir. Fyrr í ár vann VB 2-0 á Sumba í Vági. Í 1995 vóru bæði Sumba og VB í
tey so væl. Persónarnir liva í sær sjálvum uppá ein ella annan máta og taka onkusvegna yvir. So geri eg samanburð við fólk eg kenni ella hitti, hoyri ella lesi um, og so dugi eg knappliga at síggja nýggjar [...] teimum dámar bókina ella ikki, tey tora hvørki at rósa ella tað øvugta. Eg havi eina kenslu av, at næstan ongin hevur lisið seinnu Hugo-bókina, tí eg havi hvørki fingið ummæli ella persónligar reaktiónir [...] upphæddin hevði gjørt mun, og man hevði ikki havt hesa kensluna av, at, ja, at so at siga øll, sum skriva okkurt í Føroyum fyrr ella seinni fáa M. A. Jacobsens ella Barnabókaheiðurslønina, sigur Rakel Helmsdal
spælararnir vikuskifti eftir vikuskifti vórðu settir undir tað trýstið, sum spælararnir vóru undir hesa ferð, so ivist eg ikki í, at spælararnir og liðini heilt skjótt høvdu styrknað, og tað hevði aftur komið [...] landsliðsvenjarin, sum sunnudagin var í Klaksvík og fylgdi við, tá KÍ og HB brustu saman fyri síðstu ferð í ár. ? Eg haldi, at tað sást heilt skjótt, eftir at KÍ var komið framum 2-1, at HB kom meiri og meiri [...] allar 90 minuttirnar móti Kekkia, men hann varð skiftur út tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann fyri fyrstu ferð var við HB í Klaksvík og spældi landskappingardyst móti gomlu liðfeløgunum. ? Eg havi ikki fingið
Donsku fjølmiðlarnir hava smátt um smátt lært, at teir skulu taka Herfølge í álvara. Aftur hesa ferð staðfestu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir, at teir eru eitt oddalið. Teir vóru á útivølli móti Sepp [...] ummælunum frá dystinum fær Todi ikki nakað serligt skoðsmál, og tað verður staðfest, at tá hvørki hann ella miðvallararnir Peter Nielsen og Bjarne Goldbæk, eru væl fyri, so gongst ikki væl hjá FCK. Superligan [...] hvussu tað fer at gangast hjá teimum báðum klaksvíkingunum. Teir danir, sum ikki hava kaðalsjónvarp ella satelittsjónvarp, fara komandi árini at síggja lítið av donskum fótbólti. TV3 ætlar kanska at selja
Tá Sosialurin fyri nøkrum døgum síðani gjørdi avtalu við Kaj Kallsberg um hesa samrøðu, vóru bert tríggir av teimum sjey kommunulæknunum í Havn til arbeiðis. Ein var í avspáking og hinir vóru á læknaskeið [...] Torført at skipa arbeiði Tað eydnaðist kortini. Kaj Kallsberg hevur havt náttavakt, og fór seks ferðir hesa náttina at vitja sjúklingar. Dagin eftir náttarvakt, hevur læknin frí, men tó so, seks bráðfeingis [...] at halda vakt við telefonin, um tað skuldi eydnast at sleppa ígjøgnum, og fáa avgreitt eina resept, ella biða um tíð at fáa viðtal við læknan. Um arbeiðsbyrðan er so stór, hvussu prioritera læknarnir so