Jákup á Borg spælt saman við Robbie Fowler og hinum

Fótbóltur: Ungi B36-arin Jákup á Borg spældi mikukvøldið á eykaliðnum hjá Liverpool móti Blackburn. Við á Liverpool-liðnum vóru so kendir menn sum Robbie Fowler, Jason McAteer og Stig Inge Bjørnebye

Hesa vikuna hevur Jákup á Borg úr B36 verið í stóra enska fótbóltsfelagnum Liverpool FC og roynt seg. Hann kom til Liverpool mánadagin og hevur síðani vant við teimum yngru spælarunum, og mikukvøldið slapp hann so eisini at royna seg saman við teimum eldru spælarunum.

Eykaliðið hjá Liverpool spældi móti eykaliðnum hjá Blackburn Rovers, og høgrumegin á miðjuni á liðnum hjá Liverpool var Jákup á Borg. Og tað var ikki hvør sum helst, hann var á liði saman við. Robbie Fowler, Stig Inge Bjørnebye, Bjørn Tore Kvarme, David James og Jason McAteer vóru allir við á eykaliðnum, antin tí teir ikki hava fast pláss á besta liðnum, ella tí teir hava verið skaddir.

? Tað var ótrúliga stuttligt at sleppa at spæla saman við hesum monnunum í einum veruligum dysti. Tú hevur sæð teir í sjónvarpinum, og nú hevur tú so eisini spælt á sama liði sum teir, sigur Jákup á Borg úr Liverpool.

Jákup spældi høgrumegin á miðjuni. Í Føroyum er hann kendur fyri at spæla í álopinum hjá B36, men hann hevur fyrr spælt høgri vongverji og kennir eisini plássið á miðjuni frá unglingaliðnum.

? Eg spældi beint frammanfyri Jason McAteer, og hann tosaði alla tíðina og stýrdi mær væl. Onkuntíð var hann eitt sindur ógvusligur, men tað mást tú so taka við, sigur Jákup á Borg.


Skemtiligi David James

Enskir fótbóltsspælarar eru kendir fyri at vera ikki sørt skemtingarsamir og dáma væl at halda hvønn annan fyri rukku. Tað fekk Jákup á Borg eisini at merkja beint áðrenn dystin móti Blackburn.

? David James var ov seinur, og vit vóru allir í ferð við at skifta, tá hann kom inn í skiftingarrúmið. Hann setti seg við síðuna av mær og spurdi hvussu eg æt. Tað segði eg honum so, men hann hevði sera trupult við at úttala navnið hjá mær. Eg royndi so at greiða honum frá, hvussu hann skuldi siga, men so segði hann okkurt við hinar, sum eg ikki fekk við, og so flentu teir allir, sigur Jákup, sum ikki kundi gera so nógv annað enn at flenna sjálvur.

? Men teir eru blíðir, og eg havi einki merkt til kapping av nøkrum slag, sum tú hoyrir um aðrastaðni. Tá eg vandi her í byrjanini, fekk eg ikki so ofta bóltin frá hinum, men tað var helst eisini tí at eg ikki sjálvur tordi at rópa eftir honum. Men teir eru púra vanligir menn, hóast teir kunnu síggja nokkso svakir út onkuntíð, tá tú sært teir í sjónvarpinum, sigur Jákup, men leggur kortini afturat, at Bjørnebye og McAteer ikki tyktust at vera í so góðum lag, tí teir eru fluttir niður á eykaliðið.

Tá vit tosaðu við Jákup á Borg í gjár, hevði hann enn ikki hitt Roy Evans, sum er manager í Liverpool. Men hann hevði prátað við nýggja hjálparvenjaran Gerard Houllier, sum eisini læt væl at avrikinum hjá Jákupi í dystinum móti Blackburn. Jákup á Borg spældi allar 90 minuttirnar í høgru síðu á miðjuni. Liverpool vann dystin 2-1, og Robbie Fowler skeyt bæði málini.


Verður ikki vónbrotin

Umstøðurnar í Liverpool eru sera góðar. Jákup á Borg býr privat hjá eini eldri kvinnu saman við trimum øðrum ungum fótbóltsspælarum. Felagið hevur eini átta vøllir at venja á, og teir leiga eisini eitt universitet, sum teir brúka til fótbóltin.

Jákup á Borg er í løtuni tann einasti, sum er í Liverpool til royndarvenjing. Ein ungur týskari var í felagnum fyri eini tveimum vikum síðani, men hann er so farin avstað aftur.

Jákup á Borg kemur aftur til Føroyar í morgin. Sjálvur sigur hann framvegis, at hann als ikki verður vónbrotin, um einki spyrst burtur úr uppihaldinum í Liverpool.

? Eg vóni sjálvandi at hoyra okkurt aftur frá teimum seinni, men eg vænti mær einki, sigur hann og heldur sostatt bæði beinini á jørðini. Bert tað at sleppa at spæla við Liverpool saman við monnum sum Robbie Fowler og Jason McAteer er ein uppliving, sum nógvir fótbóltsspælarar bert kunnu droyma um. Hjá Jákupi á Borg er tann dreymurin longu vorðin veruleiki.