Um 8 tíðina á morgni verður farið til gongu. Fjallmenninir savnast fyrst við bygdarhúsið. Har syngja teir trý sálmaørindi, tvey tey fyrstu og tað seinasta ørindið úr sálminum »Lít allar tínar leiðir«. Vanliga er fjallfólkið við hús aftur við seyðinum um middagsleitið. Tá døgurði er etin, verður farið at gera klárt til uppboðssøluna.
Flett verða eini fýra lomb, sum verða seld í stykkjum. Uppboðssølan byrjar um 6 tíðina seinnapartin. Ofta fæst góður prísur. Peningurin, ið fæst fyri seyðin, fer til góðgerðarendamál og til at røkja Stakkin fyri.
Annars er seyðurin á Stakkinum vanliga góður. Lombini viga javnan 50 pund og meira. Í ár eru seks veðurlomb. Eitt gimburlamb lá deytt á slættanum tíðliga í summar. Slept verður út í Stakkin eftir fjallgongu um heystið. Seyðurin er so har úti allan veturin. Alt verður tikið hvørja ferð og nýtt slept útaftur. Hetta er seyður, sum »Stakkurin« keypir frá høgunum.
Í fjør var ongin seyður í Stakkinum. Væntast kann tískil, at tjørnuvíkingar hesaferð fáa eina góða »auktión«, nú tvey ár eru síðan seinast, seyður varð seldur av Stakkinum.
Tað eru altíð nøkur avbygdarfólk, sum koma við á fjall ? »fyri túrin skyld« ? sum tey sjálv siga. Í 1996 vóru 14 seyðir seldir fyri 43.150,- kr.
Harafturat vórðu 72 grýtuklárir lundar seldir fyri 2.500 kr. Tann peningurin fór til fartelefonina, menninir nýta, tá teir eru í Stakkinum á fleyg, í rakstri ella á fjalli aðrastaðni í Tjørnuvíkar høgum. Hon hevur verið teimum hent.
Sambært reglugerðini fyri Stakkin, skal eingin seyður sleppast út 3. hvørt ár.
Hetta er stórur dagur í bygdini, sum mong bíða við spenningi eftir. Prátað verður um »tøku« og »auktión« langt framman undan og mong koma at vitja.
Hetta man eisini vera eitt hitt seinasta sosiala tiltak av sínum slag, sum eftir er í Føroyum. Alt verður gjørt ókeypis og ágóðin fer til bygdarinnar frama.
Fólk eru í góðum lag og kvøldið endar við dansi í bygdarhúsinum.