út. Hugburðurin til deyðan er ikki broyttur nakað síðani tilburðin í 2002, men Agnar heldur sjálvur, at hansara hugburður til lívið er broyttur - til tað betra. - Um eg ikki er glaður fyri okkurt í mínum [...] tónlistarligum eftirskúla í Svendborg. Klokkan er nú hálvgum seks sama morgun, og Turid, kona Agnar, vaknar á sofuni framman fyri sjónvarpinum. Hon reisist. Agnar er ikki komin heim enn. Hon fer yvir ímóti [...] eisini er illa brotin. Læknajournalin vísir, at Agnar hevur heili tíggju brot ymsastaðni á høvdinum. Stórar blóðsamlingar eru fleiri staðni á høvdinum og væta setur stórt trýst á heilan. Hann er í lívsvanda
løgtingsformaðurin er ivaleysur, tá hann verður spurdur um, hvat eigur at verða gjørt í málinum um kanningarstjóran í tunnilsmálinum, nú sera stórur ivi er sáddur um gegnið. - Tað er løgin framferð, tá [...] leitar inn í sín egna tingbólk. Og enntá leitar til ein, ið hevurt verið innarliga. Er tað gjørt við beráddum huga, so er tað ófyrigeviligt, ja kanska enntá revsivert, metur fyrrverandi tingformaðurin Hergeir [...] urin kann umbera seg við, at hann ikki visti hetta og hatta, men hann má ganga í seg sjálvan og taka málið uppaftur, metir Hergeir Nielsen. Tað er løgtingsformaðurin, ið setir kanningarstjóran. Jógvan
skal ein avmarking jú eisini vera. Bókin er fyrst og fremst ætlað at læra nakrar teknikkir at kalla. Tað ber jú ikki til at siga akkurát, hvussu hetta skal nýtast í dysti. Tá eru tað jú so nógv onnur viðurskifti [...] aldursbólkarnar. Sosiala tilvitanin er jú púrasta ymisk, um tað eru 8- ella 18-ára gomul, sum eru partur av venjingini, og fyri trivnaðin – og harvið menningina - hjá spælarunum er hetta av ovurstórum týndingi [...] men tað man lítil ivi vera um, at vitanin hjá einum venjara sum Johan, er nóg stór til nógvar bøkur. At ein av hesum nú er givin út, er ein sonn gáva til føroyska fótbóltin, um hesin skal vinna framá.
at kjakið um sjúkrahúsverkið er merkt av skeivum informatiónum. - Borgarar fáa at vita, at tryggleikin liggur í at hava eitt sjúkrahús tætt við. Men er tað nú rætt, ella er talan um eina falska trygd, spyr [...] føroyska heilsuverkinum líkjast nógv tí, sum Tummas í Garði førir fram í Sosialinum í gjár. - Ja, hatta er eftir mínum tykki vegurin fram. Vit mugu fáa sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu, og so má tað [...] Suðuroyar Sjúkrahúsi eru serlæknar. Tann fyrri, Jóhan Petur Davidsen, er urologur, landgagnafrøðingur, og hin seinni, Hans Petur Nielsen, er kardiologur, hjartalækni. Og báðir virka eisini sum serlæknar á Suðuroyar
har valevni lovaðu hetta og hatta, sjálvt um tað eisini er ein partur av einum valstríði. Hetta fekk meg at hugsa, hvat tað er at vera menniskja og hvat tað í grundini er, politikkur gongur út uppá. Eitt [...] við ongum bústaði og so framvegis. Tað er fyrst og fremst teimum øllum, vit sum politikarar skulu hjálpa. Vilja og velja rætt Ein av týdningarmestu uppgávum okkara er at skapa og halda tey viðurskifti, ið [...] skulu vit játta pengar, har tað veruliga er tørvur á tí. Vit eru í veruleikanum forlongdi armurin hjá borgarunum, og tí áliggur okkum at arbeiða í teirra stað. Tað er tað, vit verða vald til, og tí eiga vit
meint raktur sum smærri stovnar. Á stórum stovnum eru jú fleiri starvsfólk til arbeiðis. Alt hatta er klókt og lætt at taka undir við. Hinvegin er tað bæði ósmæðið og óklókt av ráðnum at skjóta upp sum [...] møguliga er Búskaparráðið blivið eitt teirra. Ið hvussu er, tykist tað ráðnum torført at harta hini kongaríkini. Møguliga eru okkara útslitnu limir so fjart frá tilvitskuni hjá ráðnum, at lættari er at brúka [...] Búskaparráðið kemur við, er at effektivisera eldraøkið. Ráðið mælir m.a. til at byggja størri eindir, so vit fáa gagnnýtt starvsfólkahópin betur. Ein fyrimunur við størri eindum er sjálvandi, at í sambandi
kommunusøgu er hetta besta dømi um: "keine hexerei, nur behændigkeit". Eg yvist tó onga løtu í at Eivind hevur havt ein forprogrameraðan tiltaks-lim inni fyri seg, so býttur er hann alíkavæl ikki. Tað er jú ein [...] tikin fyri næstan fýra árum síðani. Hesin tíðindastubbin undrar øll her á leið. Veruleikin er ein heilt annar, tað er nevniliga soleiðis at ongin av "gomlu" listunum skoytti um Eivind á listan, og at Eivind [...] at samstarva við Skálafólk um hetta, meðan vit útbyggja okkara skúla til tørvin. Svarið er einfalt tað at Eivind er komin í neyð av einum gomlum og óbrúkiligum handilsbygningi. Eivind umbyggir handilin til
og spyrja hana, hvat í veruleikanum er hent, síðan hon fór til Íslands fyri skjótt tveimum árum síðan. "Hvat er hent? Bíða, eg hugsi so sjáldan um sovorðið. Jú nógv er hent. Eg havi gingið á klassiskum sangskúla [...] Men fyri mær er tað ikki so løgið, tí eg síggi tónleik sum eina stóra heild og býti hann ikki so nógv upp í hetta og hatta slagið. Tað er sum ein ferð, sum eg skal ígjøgnum. Beint nú er tað til dømis [...] mínari rødd. Tað er ein spurningur um at læra seg at kenna røddina soleiðis at man veit nær tað er tíð at hvíla seg. Tað er faktiskt ein lívsstílur meira enn nakað annað." Røddin hjá Eivør er væl fyri nú,
barnagarð, men borgmeistarin er ítróttarmaður, ein frísk sál í einum frískum likami, og hetta er sportur, stuttligt at síggja, tá tey gomlu fara sjølkandi út um garðarnar. Hvussu er tað Nordahl Grieg sigur: [...] og valdsharra. Jú, harra Jógvan Gregersen, borgmeistari, í dag ert tú sjónskur at fáa eyga á. Øll bygdin sær teg, alt Føroya fólk sær teg, langt út um landoddarnar er navn títt kent, er ritað við rúnum [...] til eldrarøkt er ivaleyst orsøkin til, at starvsbólkurin, sum valdur varð at tala sak teirra eldru fyri stuttari tíð síðan skrivliga fekk upplýst, at als eingin skipaður eldrapolitikkur er í Gøtu kommunu
tað frammum. Karstin er eisini annað enn fótbóltur. Dagliga er hann í læru sum elektrikkari, og í frítíðini, tá fótbóltur ikki er á skránni, er hann aktivur innan hondbólt. Hann er nevndarlimur í Stjørnuni [...] Fróði Løkságarð Tað er fríggjadagur og klokkan er gott hálvgum tvey, og Yngd hevur sett Karstin Joensen stevnu á veg heim úr skúlanum. Hugnaliga kaffistovan á Fornagørðum er staðið vit hava avtala at hittast [...] geva teg fult út. Karstin heldur eisini at sáttmálin er við til at skapa eina mynd av hvussu tað er royna seg sum fulltíðarfótbóltsleikara, sum nokk er dreymurin hjá teimum flestu ungu leikarunum í felagnum