Eitt spøkilsi í mínum lívi

Fyri hálvum triðja ári síðani varð Agnar Ellebye Andersen úr Klaksvík funnin tíðliga ein sunnumorgun uttan fyri íbúðina hjá sær í Svendborg við ógvusligum skallabrotum. Hann minnist onki til hetta. Hóast hann í dag hevur góðtikið, at hann ongantíð finnur út av tí, spøkir tankin, um hvussu hann fekk skaðarnar, javnan aftur

SamrøÐa
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo

Ollerup: Klokkan er eitt um náttina, sunnunáttina tann 24. november 2002. Agnar Ellebye Andersen stígur út úr reyða bilinum hjá einum starvsfelaga, sum koyrir hann heim. Tey hava verið úti og etið saman við starvsfeløgunum á einum tónlistarligum eftirskúla í Svendborg.
Klokkan er nú hálvgum seks sama morgun, og Turid, kona Agnar, vaknar á sofuni framman fyri sjónvarpinum. Hon reisist. Agnar er ikki komin heim enn. Hon fer yvir ímóti vindeyganum og hyggur út.
Agnar stendur mitt í garðinum. Han klárar nóg illa at standa. Blóðið rennur frá høvdinum og niður eftir skjúrtuni hjá honum. Turid ber skjótt at. Hon fer eftir Agnari og fær hann inn um dyrnar. Beint áðrenn hann missir vitið aftur, hyggur hann upp á hana og sigur:
" Eg elski teg."
Agnar verður fluttur á sjúkrahúsið í Svendborg, har ógvuslig skallabrot verða staðfest, og at hondin eisini er illa brotin.
Læknajournalin vísir, at Agnar hevur heili tíggju brot ymsastaðni á høvdinum. Stórar blóðsamlingar eru fleiri staðni á høvdinum og væta setur stórt trýst á heilan. Hann er í lívsvanda og verður fluttur á sjúkrahús í Odense. Læknar eru allatíðina tilreiðar at seta hol á, um trýstið skuldi blivið ov nógv. Tað er ikki vist, at Agnar yvirlivir, so Turid verður biðin um at boða familjuni frá. Hon fær eisini tey boð, at um hann yvirlivir, verður hann heilaskaddur fyri lívið.
Mín kroppur
Men Agnar vil tað øðrvísi. Hann liggur á intensivari deild í Odense í tríggjar dagar, áðrenn hann verður mettur ikki at vera í lívsvanda longur. Hann verður so fluttur aftur til Svendborg. Hann dugir onki. Kann ikki fara á wcið sjálvur, fáa sær at eta sjálvur ella nakað annað, sum hann áðrenn tilburðin tók sum givið. Tónleikurin, sum fyllir sera nógv í hansara lívi, verður settur til síðis í eina tíð. Tað er ikki hugsingur um hjá honum at spæla trompet ella guitar. Tað hevur hann ikki motorik til. Men við uppafturvenjing á einari deild í Ringe og einum góðum vilja, kemur Agnar seg skjótt. Í dag merkir hann onki til skaðarnar, sum hann fekk fyri hálvum triðja ári síðani.
- Tað er líka handliðið, sum kann gera eitt sindur fortreð av og á, men annars merki eg onki, sigur Agnar.
Hann heldur ikki, at tað veruliga gekk upp fyri honum, hvussu álvarsom støðan var, tá hann fekk boðini á sjúkrahúsinum.
- Eg hugsaði sum so, at tað kann væl vera, at tey halda, at tað stendur so illa til. Men tað var eg, sum var í mínum kroppi, og eg merkti ikki, at tað var so álvarsamt.
Heimaftur komin, gekk tað veruliga upp fyri honum, hvussu álvarsamt tað var og kundi verðið.
? Á sjúkrahúsinum var eg vanur við, at alt gekk sína føstu gongd, men tá eg kom heimaftur, sá eg, hvussu torført eitt nú Turid veruliga hevði havt tað av hesum. At hon stóð til at skula standa púra einsamøll um alt ella við einum, sum ikki kundi brúkast til nakað, sigur Agnar, sum til tíðir var sera troyttur av at vera sjúklingur. Allatíðina at fáa at vita, at hann mátti hvíla seg og ikki gera ov nógv, varð til tíðir ov nógv av tí góða hjá honum.
- Eg kendi meg minni verdan, tí eg ikki bara kundi reisa meg og gera tað, sum mær lysti. Men eg byrjaði í smáum við at taka eina hond við í matgerðini ella uppvaskinum. Tað vóru smá stig, greiðir Agnar frá.
Ólekkurt ikki at vita
Agnar veit ikki, hvat hendi hasa náttina og hevur sligið seg til tols við, at hann helst ongantíð finnur út av tí. Men kortini spøkir tankin oftani aftur í høvdinum á bæði honum og Turid
"Hvat mundi veruliga henda frá tí, at Agnar steig út úr bilinum um eitttíðina, til Turid sá hann í garðinum klokkan hálvgum seks sunnumorgunin?"
Í einari roynd at endurskapa støðuna, hava Turid og Agnar roynt at gitt seg fram til, hvat hendi.
Tá Turid fann Agnar lógu lyklarnir til úthurðina beint við hurðina. Jakkin vendi á ranguni og lá í túninum og við síðuna av honum sigarettirnar.
- Útfrá hesum gita vit okkum til, at eg eri komin til úthurðina og eri í ferð við at læsa meg inn, tá onkur tekur í meg aftanífrá og skræðir jakkan av mær, greiðir Agnar frá.
Meðan Agnar var til uppafturvenjing í Ringe, hugsaði hann nógv um hesa vanlagnunátt. Men óansæð hvussu hann so vendi og snaraði tí, minnist hann ikki longur enn til, tá hann steig út úr bilinum.
- Tað er ólekkurt ikki at vita, hvat hendi, sigur tónleikalærarin róligur á málinum og leggur afturat, at hann droymdi ofta um tilburðin fyrstu tíðina aftaná.
Í dreymunum verður hann álopin. Hann merkir spark í búkin og á høvdið. Og eitt ljóð, sum Agnar ímyndar sær, er skallin, ið brotnar, hevur hann fleiri ferðir hoyrt í sínum dreymum.
- Nú veit eg ikki, hvussu nógv dreymarnir tilpassa seg tankarnir hjá okkum, men dreymarnir gera, at tað virkar, sum eg havi upplivað tað, heldur Agnar fyri.
Turid og Agnar settu seg eisini í samband við eina kvinnu í Noregi, sum møguliga kundi hjálpa teimum. Kvinnan hevur serlig evni og kundi siga Agnari, at hann varð koyrdur heim í einum lítlum, reyðum bili, og at tríggir ungir mans lupu á hann hesa náttina.
- Hetta kundi hon siga mær, áðrenn eg yvirhøvur hevði sagt henni nakað sum helst. Hatta við bilinum passaði. Og hon váttaði tað, sum Turid og eg høvdu gitt okkum til. Men so hinvegin, veit eg kortini ikki við vissu, hvat hendi, sigur Agnar og yppir øksl.
Longsul
Í Ringe gekk Agnar til viðgerðir hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti fleiri ferðir um vikuna. Hann fekk ikki spælt upp á nakað ljóðføri. Hetta gav hann sær ikki stórvegis far um í fyrstuni. Vildi bara koma fyri seg sum skjótast. Men so við og við byrjaði hann at sakna tað.
- Tá so pápi mín gav mær farteldu, útvegaði eg mær eitt tónleikaforrit, har eg kundi komponera. Eg komponeraði eitt stykki, sum seinni fekk navnið Longsul, greiðir Agnar stillisliga frá og heldur fram, at tá hann ikki kundi spæla tónleik, so ráddi bara um at finna aðrar møguleikar fyri at fáast við tónleik.
Hann hevur síðani brúkt hetta stykkið í sínum arbeiði sum tónleikalærari.
- Tað var longsulin eftir øllum, sum var íblásturin. At vera tann persónurin, sum eg var áðrenn, sigur Agnar.
Tað er eitt undur, at Agnar yvirlivdi og endurvann sín førleika. Hóast dapru spádómarnar hjá læknunum, hevði hann endurvunnið fullan førleika aftur eftir einans tíggju mánaðir.
At tilburðurin hendi eina kalda novembernátt hevur havt stóran týdning sambært læknunum. Kuldin helt vætunisamlingini niðri. Høvdið hjá Agnari hovnaði ikki fyrr enn Turid hevði fingið hann inn um í hitan, tískil hevði onki trýst verið á heilan, meðan hann lá uttanfyri.
- Hvat nú, um Turid ikki hevði hugt út handan morgunin? Um hon bara hevði staðfest, at eg ikki var komin heim og var farin í song, spyr Agnar hugsunarsamur.
Venjingarnar gingu bæði skjótt og væl. Agnar heldur sjálvur, at ein orsøk til, at tað gekk so skjótt hjá honum at koma seg, er, at hann hevur so nógv at liva fyri.
- Eg havi konu, børn, aðra familju, vinir og ikki minst tónleikin, leggur hann dent á.
Men niðurtúrar vóru av og á.
- Onkran dagin, tá tað hevði gingið rættiliga væl, kendi eg tað, sum eg kundi klára alla verðina. Tá vóru tað serliga tey smærru afturstigini, sum vóru hørð at góðtaka, minnist Agnar afturá.
Betri hugburð til lívið
Fimm mánaðir eftir tilburðin vitjaði Agnar fyrstu ferð aftur á tónleikaeftirskúlanum, har hann arbeiðir, og í august 2003 byrjaði hann aftur at arbeiða fulla tíð.
- Tað var øgiliga hart í fyrstuni, men eg kláraði tað. Eg vildi klára tað.
Tað er bara eitt, sum Agnar angrar í dag. Hann meldaði ongantíð tilburðin til løgregluna.
- Læknarnir í Svendborg spurdu okkum nakrar ferðir, men vit dugdu ikki at ímynda okkum, at tað kundi verið harðsskapur. Hví skuldi tað tað? Eg hevði jú ikki gjørt nøkrum nakað. Men eg angri tað í dag. Tað hevði kanska givið fleiri ábendingar um, hvat hendi, sigur Agnar.
Torført var tað eisini fyri Agnar at fara út aftur í fyrstuni. Hann var ótryggur og hugdi altíð nógv eftir fólki á gøtuni at vita, um har var nakar, sum hugdi undarliga eftir honum. Um nakar lat til at kenna hann aftur og so framvegis. Men so við og við hvarv óttin, og í dag hugsar hann ikki stórvegis um tað, tá hann fer út.
Hugburðurin til deyðan er ikki broyttur nakað síðani tilburðin í 2002, men Agnar heldur sjálvur, at hansara hugburður til lívið er broyttur - til tað betra.
- Um eg ikki er glaður fyri okkurt í mínum lívi, so geri eg nakað við tað. Tað nyttar jú onki at seta seg niður og bíða, til onkur kemur fram við og ger tað fyri teg. Hartil fann eg útav, hvussu ómetaliga nógv fólk eru góð við meg. Bæði familja, vinir og kenningar. Eg havi merkt upp á egnan kropp, hvussu skjótt ting kunnu fara báðar vegir. Tað, at tú møguliga ikki vaknar í morgin, er brádliga nógv meiri veruleiki enn áðrenn hasa novembernáttina, sigur Agnar Ellebye Andersen, sum í dag hevur lært seg at liva við spøkilsinum í sínum lívi.
???
FAKTA
Agnar Ellebye Andersen er 31 ára gamal.
Hann hevur búð í Danmark í 14 ár.
Hann tók sína útbúgving í trompet og guitar á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus í 1995
Hann er giftur við Turid, sum er norsk.
Hon eigur trý børn, sum eita Thomas, Malin og Lene Christin.
Saman eiga tey dótrina Siri Ann
Tey búgva í Ollerup, sum liggur nakað uttan fyri Svendborg