Eitt stórt mistak

Løgtingsformaðurin eigur at viðganga, at stórt mistak er gjørt í setanini av kanningarstjóra í tunnilsmálinum, heldur Hergeir Nielsen.

Fyrrverandi løgtingsmaðurin og løgtingsformaðurin er ivaleysur, tá hann verður spurdur um, hvat eigur at verða gjørt í málinum um kanningarstjóran í tunnilsmálinum, nú sera stórur ivi er sáddur um gegnið.

 

- Tað er løgin framferð, tá ein óheftur kanningarstjóri skal setast, at løgtingsformaðurin leitar inn í sín egna tingbólk. Og enntá leitar til ein, ið hevurt verið innarliga. Er tað gjørt við beráddum huga, so er tað ófyrigeviligt, ja kanska enntá revsivert, metur fyrrverandi tingformaðurin Hergeir Nielsen.

 

- Eg setti tann seinasta kanningarstjóran. Tað var viðvíkjandi miðnámsskúlanum í Suðuroynni, har málið jú var ein katastrofa, men eg kom eftir, at trupult var at finna ein óheftan kanningarstjóra, ja, hann fanst neyvan í landinum, og tí leitaði eg uttanlands at finna kanningarstjóra. Eg vildi ikki hava sitandi á mær, at nakar ivi var í málinum, sigur Hergeir Nielsen.

 

- Er minsti ivi í slíkari kanning, ella viðvíkjandi kanningarstjóra, so eru pengarnir burturspiltir, staðfestir Hergeir Nielsen.

 

- Løgtingsformaðurin eigur at viðganga, at hann hevur gjørt eitt sera stórt mistak, og taka málið upp aftur í løgtinginum, sigur Hergeir Nielsen, fyrrverandi løgtingsformaður.

 

- Løgtingsformaðurin kann umbera seg við, at hann ikki visti hetta og hatta, men hann má ganga í seg sjálvan og taka málið uppaftur, metir Hergeir Nielsen.

 

Tað er løgtingsformaðurin, ið setir kanningarstjóran. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setti advokatin Anfinn V. Hansen til kanningarstjóra í sonevnda tunnilsmálinum, men síðani er nógv komið fram, ið hevur órógvað  viðvíkjandi gegninum hjá setta kanningarstjóra.

 

Løgmaður hevur í kvøld sagt alment, at hann kundi hugsað sær nýggjan kanningarstjóra.

 

Hergeir Nielsen minnir á, at løgtingsformaðurin er evsti myndugleiki.

 

- Løgmaður fær kanska ikki gjørt tað stóra, men løgtingsformaðurin eigur at taka málið upp aftur, er niðurstøðan hjá Hergeir Nielsen, fyrrverandi løgtingsformanni.