Hann setti seg í stólin sum landsstýrismaður í heilsumálum 20. februar 2011, og bara átta mánaðir seinni fall hann við einum braki á løgtingsvalinum og fór síðani heilt úr politikki.
Flestu eygleiðarar vóru á einum máli um, at skuldi orsøkini til politiska rutsjutúrin hjá John Johannesen kókast niður til eitt einstakt mál, so var tað hansara ætlan um at leggja saman tey trý sjúkrahúsini.
John Johannesen hevði ætlanir um at skipa eitt nýtt Sjúkrahús Føroya, við eini felags leiðslu, sum einsamøll skuldi hava ábyrgd av at samskipa virksemið inni á sjúkrahúsunum.
- Endamálið við hesum var at seta sjúklingatrygdina í fokus. Og harumframt snúi tað seg eisini um at skipa eitt heilsuverk, sum verður áhugavert at starvast í, sigur John Johannesen ídag.
Men ætlanin var sum kunnugt av ongum, og sjúkrahúsini hava framvegis hvør sína leiðslu.
Í Sosialinum í gjár var drúgt tema um okkara sjúkrahúsverk, sum tilsamans fær 500 milliónir krónur í játtan á fíggjarlógini í ár.
Serliga bersøgin var Tummas í Garði, fyrrverandi læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
- Tað, sum gongur fyri seg nú, við ongari samskipan av virkseminum og høpisleysum dupultfunktiónum kann ikki halda fram, sigur Tummas í Garði, sum mælir til at savna alla serviðgerð á Landssjúkrahúsinum og í staðin umskipa sjúkrahúsini í Suðuroy og Klaksvík til heilsudeplar.
Sambært fyrrverandi læknastjóranum er tað hent meira enn einaferð, at sjúklingar eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir vanlukkutilburð.
Tað vóru júst uppáhald sum hesi, sum sambært John Johannesen sjálvum fekk seg at satsa sína politisku framtíð uppá eitt einstakt mál.
- Tað má snúgva seg um at fáa tað besta heilsuverkið burturúr. Sjúklingatrygdin má vera í fokus, endurtekur nú fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Sjúkueyðkenni
Sum fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum hevur John Johannesen við áhuga lisið um sjúkrahúsverkið anno 2013.
- Ja, eg kenni væl myndina aftur. Eg kenni alt aftur frá mínari tíð sum landsstýrismaður í heilsumálum, staðfestir John Johannesen.
Hann kennir eisini aftur myndina av einum heilsuverki, sum verður stýrt av øðrum enn Heilsumálaráðnum og landsstýrismanninum á økinum.
John Johannesen sat bara átta mánaðir sum landsstýrismaður í heilsumálum. Hansara tankar um føroyska heilsuverkinum líkjast nógv tí, sum Tummas í Garði førir fram í Sosialinum í gjár.
- Ja, hatta er eftir mínum tykki vegurin fram. Vit mugu fáa sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu, og so má tað vera upp til leiðsluna at skapa eitt sjúkrahúsverk, sum setir sjúklingatrygdina í hásæti og samstundis er eitt attraktivt arbeiðspláss, ið kann draga læknar og aðra serfrøði til sín, sigur John Johannesen.
Í Sosialinum í gjár verður víst á, at í dag eru tvær sergreinar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið ikki eru góðkendar av landsstýrismanninum í heilsumálum. Bæði tann almen-kirurgiski og tann medisinski yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru serlæknar. Tann fyrri, Jóhan Petur Davidsen, er urologur, landgagnafrøðingur, og hin seinni, Hans Petur Nielsen, er kardiologur, hjartalækni. Og báðir virka eisini sum serlæknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi innan hesar sergreinar. Men sum nevnt - uttan góðkenning úr Heilsumálaráðnum.
Dømið byggir undir eina skipan, sum ikki verður stýrd av hægsta stað, nevniliga úr aðalráðnum hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.
Sum fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum hevur John Johannesen sín part av ábyrgdini av manglandi stýringini.
- Ja, tað er ein góður spurningur, hvussu slíkt kann bera til, svarar John Johannesen og heldur fram:
- Hatta ber væl til, tí vit hava tríggjar organisatiónir, heldur enn eina.
Við Sosialin í gjár segði Karsten Hansen seg einki kenna til manglandi góðkenningina, og hann ætlaði nú at kanna málið nærri. Stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, vil ikki gera viðmerkingar til manglandi góðkenningarnar. Men atfinningarnar um tilvildarligar sergreinar á smáu sjúkrahúsunum svarar hann soleiðis:
- Vit kunnu ikki velja sjálvi, hvørjar serlæknar vit fáa. Vit kunnu sjálvi ikki henta fruktirnar av trænum, men mugu standa á vøllinum og við kurvini lofta teimum, ið detta niður, sigur Ronnie Midjord við Sosialin.
Sjúkrahússtjórin í Suðri heldur at sama symptom er galdandi fyri øll trý sjúkrahúsini í landinum. Tey eru øll smá, mangla læknar og mugu tí taka ta serfrøði, ið tey kunnu fáa.
Hóast tað kostaði honum politiska lívið, so heldur John Johannesen fast um, at hansara leistur við Sjúkrahús Føroya hevði bøtt um støðuna.
- Tað hevði gjørt tað lættari at stýra og harvið skapa eitt sjúkrahúsverk, sum kundi draga serlæknar til sín, sigur John Johannesen.
Avgerðin
John Johannesen hevur ikki stórvegis viðmerkingar til ta heilsunýskipan, sum Karsten Hansen legði fram herfyri, og sum løgtingið hevði aðalorðaskifti um fyrst í november.
- Men tað tykist mær sum um at politiska skipanin framvegis melur um heita greytin. Tað er harmiligt, tí onkur má taka avgerðina um at leggja sjúkrahúsini saman. Eg dugi ikki at siga, hvør kemur at taka hana, men hon skal takast, sigur John Johannesen og peikar á teir fíggjarligu karmar, sum eru lagdir fyri sjúkrahúsverkið næstu árini.
Sambært fyrrverandi landsstýrismanninum er avbjóðingin at finna í politisku skipanini.
- Ja, í míni tíð sum landsstýrismaður merkti eg serliga mótstøðu úr politisku skipanini. Tað var sum um ein lokalpolitiskur stoltleiki lá í sjúkrahúsunum, sigur John Johannesen.
Hann heldur harumframt, at kjakið um sjúkrahúsverkið er merkt av skeivum informatiónum.
- Borgarar fáa at vita, at tryggleikin liggur í at hava eitt sjúkrahús tætt við. Men er tað nú rætt, ella er talan um eina falska trygd, spyr John Johannesen og heldur fram:
- Tosar tú um álvarsamar støður, so eigur viðgerðin at fara fram á Landssjúkrahúsinum, og í øðrum lagi verða sjúklingarnir jú sendir av landinum.