Eitt ókeypis vallyfti

Ein vinmaður segði, at hann troyttaðist av greinum, har valevni lovaðu hetta og hatta, sjálvt um tað eisini er ein partur av einum valstríði. Hetta fekk meg at hugsa, hvat tað er at vera menniskja og hvat tað í grundini er, politikkur gongur út uppá.

Eitt tað fyrsta, ið rann mær til hugs vóru beinraknu orðini hjá danska sangaranum og sangskrivaranum, Kim Larsen, sum einaferð segði, at hann ikki skilti, hvat ein stjórn var til, um tað ikki var fyri at verja tey veiku, tí tey sterku skulu nokk klára seg.

Tey flestu av okkum hava tað so gott, at vit í veruleikanum hava lítið at grenja um. Men kortini eru tað ikki øll okkara millum, ið hava tað líka gott, og tí kunnu vit ikki bara lata standa til. Vit síggja, at fólk detta niðurímillum í samfelagsins skuggasíðu, har vit finna ung sálarsjúk, fólk við ongum bústaði og so framvegis. Tað er fyrst og fremst teimum øllum, vit sum politikarar skulu hjálpa.

Vilja og velja rætt

Ein av týdningarmestu uppgávum okkara er at skapa og halda tey viðurskifti, ið gera tað liviligt og skapa trivnað hjá fólki, har tey eru. Vit eiga at viðlíkahalda bygningar og umstøður, og tí skulu vit játta pengar, har tað veruliga er tørvur á tí.

Vit eru í veruleikanum forlongdi armurin hjá borgarunum, og tí áliggur okkum at arbeiða í teirra stað. Tað er tað, vit verða vald til, og tí eiga vit ongantíð at gloyma, at vit skulu lurta eftir borgarunum og møta fólki í eygnahædd. Vit skulu hava eitt býráð fyri borgaran.

Politikkur snýr seg um at vilja, og tí er tað so umráðandi, at vit vilja og velja tað rætta. Jú, nógv verður lovað í hesum døgum, men eg vil tó fegin geva eitt ítøkiligt vallyfti, sum einki kostar: Eg vil gera mítt besta!

Gott val :)

 

Tróndur Sigurðsson

Javnaðarflokkurin