Eivør í dreymaverð

Hvussu verður ein føroysk sangarinna íslendsk fólkaogn? Tvey ár eftir at Eivør Pálsdóttir fór til Íslands at venda, hevur brøðratjóðin tikið hana til sín sum sína egnu systur. Íslendingar hava fingið nakað av tí, sum risin og kellingin komu eftir í síni tíð, og teir tykjast bara vilja hava meir.
Rúnar Reistrup fylgdi føroysku sangarinnuni í døgunum undan útgávukonsert hennara í Reykjavík, og sá inn í eina dreymaverð

Nakrir hundrað áhoyrarar í íslendsku operuni hava reist seg frá stólunum og undir standandi fagnaðinum kappast snjalla ljóðið av klappandi hondum við djúpa runið av trampandi fótum um at fylla ljóðmyndina. Pallurin er tómur eftir eina konsert, sum íslendskir fjølmiðlar hava hitað stórar vónir upp til. Nú bara ein liggjandi kontrabassur og nakrar berar mikrofonir standa eftir er greitt, at eingin fer vónbrotin út í ta vetrarkøldu luftina. Áhoyrararnir hava verið ein túr í Føroyum, hava gjørt eina ferð aftur til føroysku tónleikarøturnar, og eru nú á veg fram eftir til Reykjavík 28. september 2003.
Í lágu sminkuhølunum undir operasalinum fylkjast stutt eftir tey innbodnu um eina 20 ára gamla gentu úr Gøtu, ið kom til Íslands fyri skjótt tveimum árum síðan, og sum við ovfarandi megi hevur sungið seg inn í hjørtuni á íslendingum - á føroyskum. Íslendsk plátufeløg hava staðið í kø fyri at sleppa at geva fløgu út við henni, og ein slík kom út í Íslandi herfyri - á føroyskum.

Eivør Pálsdóttir lýsir burturúr umhvørvinum, tá hon kemur gangandi oman eftir meginhandilsgøtuni í Reykjavík, har avtalan er, at vit skulu hittast. Klæðini í sterkum litum skína burturúr gráa degnum og regnváta vegnum, og sólbrillurnar mugu leita langt eftir teimum sólstrálunum, sum tær eru ætlaðar at verja ímóti. Kanska er tað alt hetta ytra, sum ger, at fólk hyggja langt eftir henni, men neyvan er tað bara tað. Flestu teirra munnu kenna ungu damuna aftur. Hon hevur prýtt forsíður og fylt sendiflatur á útvarpi og sjónvarpi dúgliga hendan farna mánaðin, so tað hevur verið ringt hjá vanliga íslendinginum ikki at lagt merki til hana so ella so. Men Eivør tykist ikki at taka sær av tí.
"Gjørdu tey tað? Tað havi eg ikki lagt merki til" Eivør gerst ovfarin, tá eg løtu seinni spyrji hana, hvussu tað kennist, tá fólk venda sær eftir henni á gøtuni. "Eg veit at beint nú kenna flestu fólk í Íslandi meg. Men eg eri ikki kend upp á tann mátan at fólk vilja hava mín autograf og sovorðið. Tað er mest tí at eg havi verið so nógv í bløðunum og sjónvarpinum seinastu tíðina. Fólk vita bara hvør eg eri, og so er tað tað", heldur ein lítillátin Eivør fyri.

Men tað er ikki heilt rætt, tí Eivør er meira enn bara kend sum fitta snýðið á forsíðunum. Í hondini hevur hon nakrar yrkingar, sum ein fremmandur maður hevur givið henni stutt frammanundan. "Hann vildi hava meg at gera løg til nakrar tekstir, sum hann hevði skrivað", sigur Eivør uttan at vera tikin á bóli av tí. Hon verður tó ovfarin dagin eftir, tá ein eldri maður knappliga kemur til hana, avgjørdur um at lata henni ein gamlan gittar. "Hann segði at hann hevði hugsað nógv um hvør skuldi eiga hendan gittaran, men at nú var hann sannførdur um, at eg skuldi hava hann. Eg ani ikki hvør hann var, men eg helt ikki at eg kundi loyva mær at siga nei, so nú eigi eg ein gamlan gittar", fortelur Eivør dagin eftir um løgnu hendingina henni var fyri.

Eivør hevur avtalað at hitta tveir myndamenn og ein blaðmann í einum kaffihúsi á høvuðsgøtuni, so har fara vit inn. Skjótt kemur tann fyrsti myndamaðurin inn. Hann tekur Eivør við sær útum, og stutt eftir koma tey inn aftur saman. Myndamaðurin er ikki meira enn farin, áðrenn næsti myndamaður kemur inn. Eivør verður aftur hálað útum, meðan blaðmaðurin, sum er møttur upp í millumbilinum, ger seg til reiðar við bandupptakaranum. Hann skrivar fyri vikuskiftiblaðið hjá íslendska dagblaðnum DV. Ein góðan hálvan tíma situr Eivør og svarar spurningum á flótandi íslendskum. Íslendski blaðmaðurin er áhugaður í at fáa at vita, hvat Eivør ger, umframt at skriva og spæla tónleik sjálvandi. Hann hevur hug at fregnast um hvat tað er fyri ein sjeikur, sum hon sigst at ganga saman við. "Sjeikurin hjá mær eitur Pætur við Keldu. Hann býr í Keypmannahavn, har hann arbeiðir sum tónleikari", fortelur Eivør um unnusta sín, og íslendski blaðmaðurin er skjótur at spyrja meir um hendan góða Pætur. "Hatta var gott. Eg vænti at tú verður á forsíðuni. Men eg kann ikki lova tað." eru seinastu orðini hjá blaðmanninum, áðrenn tey bæði reisast frá borðinum. Eivør smílist og svarar, at tað var stuttligt, og so hugsar hon neyvan meira um tað. Leygardagin kemur blaðið út við stórari mynd av Eivør í kvøldarmyrkrinum í Reykjavík á allari forsíðuni.
Fjølmiðlaáhugin fyri Eivør er í hæddini nú undan útgávukonsertini, men einki bendir á, at áhugin fer at minka burtur í bræði. Íslendska Séð og Heirt, sum líkist misteinkiliga nógv danska Se & Hør, hevur longu boðað frá, at tað ætlar sær við, tá Eivør seinni í hesum mánaðinum kemur til Føroya at hava útgávukonsert. Tað verður ikki fyrsta ferð at kendasti føroyingurin í Íslandi verður umtalaður í hesum blaðnum og neyvan síðstu ferð heldur.

Grundandi hvussu hon megnar at halda bæði bein á jørðini, hóast lívið sum tónleikari í Íslandi hevur kastað almennan áhuga á alt, sum hon fæst við, spyrji eg Eivør um hon veruliga er líka óávirkað av hesum, sum hon tykist.
"Eg eri eitt sindur fráverandi og livi nógv í míni egnu verð. So eg hugsi ikki so nógv um tað, sum verður sagt og skrivað um meg. Og í hesum førinum er tað nokk ein fyrimunur. Men eg havi als onki ímóti, at fólk spyrja meg um alt møguligt. Sum tónleikari havi eg ofta brúk fyri at vera kend fyri at sleppa at spæla. So hatta er nakað man má taka við sum ein náttúrligan partur av tí at liva av sínum tónleiki. Eg haldi at man skal bara duga at taka tað róligt. Tað er ikki so farligt. Men tað eru sjálvandi nógvir mátar at vera kend uppá, og eg kann fyristilla mær at tað nokk ikki er so stuttligt hjá teimum, sum eru kend um allan heim og ikki fáa frið nakrastaðni."
Sum flestu onnur, ið javnan eru undir sjóneykuni hjá fjølmiðlunum, kann Eivør við jøvnum millumbilum lesa søgur um seg sjálva, ið hon hevur ilt við at kenna aftur. "Men tað ger ikki so nógv um alt ikki passar. Sum oftast er bara stuttligt at lesa sovorðið", sigur Eivør, sum væl dugir at síggja tað stuttliga í at lesa um seg sjálva, at hon einaferð bleiv koyrd úr starvi á fiskavirkinum í Gøtu, tí hon altíð bað um frí til at sleppa at syngja. Arbeiðið á flakavirkinum í Gøtu er tað einasta "vanliga" arbeiðið, sum Eivør nakrantíð hevur havt. Hon bleiv ikki koyrd, hóast hon ofta mátti biðja sær frí til at syngja. Men hon gavst aftaná tríggjar mánaðir og bleiv soleiðis ongantíð ikki nakar støðufuglur í føroyskari flakavinnu.

Í føroyskum tónleiki hevur Eivør Pálsdóttir harafturímóti verið ein støðugur songfuglur í nógv ár. Síðan rødd hennara byrjaði at hoyrast til tónleikatiltøk av ymsum slag, hevur hon altíð ovfarið áhoyrararnar á tvífaldan hátt so at siga. Fyrst er altíð røddin. Hetta sangtalent, ið er heilt einastandandi, og sum hevur fingið eina ørgrynnu av tónleikaummælarum í Føroyum og uttanlands at spáa um eina gylta framtíð, tekur áhoyrarar á bóli hvørja ferð. Men bilsnið verður altíð uppaftur størri, tá aldurin hjá Eivør verður nevndur. Fyrr søgdu fólk undrandi "Er hon bara fimtan!". Nú, fimm ár seinni, siga tey við nøkulunda somu undran "Er hon bara tjúgu!".

Sjálv metir Eivør, at tónlistarliga lívsleið hennara byrjaði, tá hon var trettan ár. "Tá vann eg Ársins songrødd, og aftaná tað byrjaði eg at syngja til tiltøk so at siga hvørt vikuskifti". Eivør helt fram at framføra minst einaferð um vikuna tey næstu fimm árini. Nú veit hon, at hon gjørdi ov nógv av. "Fyri tveimum árum síðan møtti eg íslendsku sanglærarinnuni Ólöf Kolbrún Harðardóttir á sangskúla í Føroyum. Hon hoyrdi beinanvegin á mær, at mín rødd var púra útlúgvað. Tá hevði eg í fimm ár sagt ja til alt og bara sungið og sungið uttan at ansa eftir røddini. Eg hevði faktiskt sungið ov nógv, og hevði slitið røddina."
Ólöf Kolbrún gjørdi ikki mætari enn at bjóða Eivør at koma við sær til Íslands, so hon kundi fáa ta neyðugu hvíldina, soleiðis at røddin kom fyri seg aftur. Tá hevði Eivør longu sjálv spælt við tankan um at fara til Íslands, so hon var skjót at fara við. "Eg skuldi upprunaliga bara vera her ein mánað, men eg eri her enn.", sigur Eivør. Orsøkin er heilt einføld. Hon trívist í Íslandi.

Og Ísland sær út til at trívast við henni. Í einum lítlum hølum í einari síðugøtu til høvuðsgøtuna, har mest av øllum smærri sermerktir handlar halda til, sæst nýggja fløgan hjá Eivør, Krákan, í hvørjum vindeyga. Á gula skeltinum omanfyri stendur "12 Tónar". Her heldur lítla plátufelagið til, sum útgevur Krákuna.
Handan plátufelagið, sum undan útgávuni við Eivør ikki hevði givið so mikið sum eina einastu fløgu út, standa teir báðir Jóhannes Ágústsson og Lárus Jóhannesson, sum báðir síggja væl klæddir og væl nøgdir út dagin undan útgávukonsertini. Fløgan er komin út nakrar dagar frammanundan og hevur longu selt væl.
Hesir báðir plátufelagsmenninir høvdu fyrr ein handil, ið seldi harraklæðir. Handilin gekk væl, ikki minst tí teir gjørdu nógv burturúr at fáa kundarnar at kenna seg vælkomnar. Millum annað høvdu teir ta skipan, at keypti tú fyri yvir tíggjutúsund íslendskar krónur, vart tú boðin til ein cognac í bakrúminum, greiddi ein íslendskur blaðmaður mær frá, tá eg spurdi meg fyri, hvat hetta vóru fyri menn.
Men klædnahandilin varð seldur fyri nøkrum árum síðan, og ístaðin fóru teir báðir inn í tónleikavinnuna - aftur á ein nakað øðrvísi hátt enn vanligt. 12 Tónar byrjaði sum plátuhandil, men ætlanin var altíð at fara undir útgávu. " Men fyrst skuldu vit læra alt, sum var vert at vita um tónleikavinnuna, bæði í Íslandi og uttanlands. Og tað tók sína tíð. Ætlanin var at vit skuldu geva fyrstu fløguna út í ár 2000, men eg læri seint, so Krákan við Eivør gjørdist okkara fyrsta", sigur ein smáskemtandi Lárus Jóhannesson. Nú angrar hann á ongan hátt at eingin fløga varð givin út í ár 2000.
"Um eg kundi valt millum allar fløgur í heiminum, so hevði eg valt hesa fløguna hjá Eivør sum ta fyrstu útgávuna hjá plátufelagnum", sigur Lárus og heldur fram at rósa einasta tónleikara higartil í básinum hjá plátufelagnum. "Tað fyrsta, sum fólk altíð leggja merki til við Eivør, er hennara fantastiska rødd. Men hon hevur meira enn bara sína rødd. Hon er eitt fullkomið listafólk. Lurtar tú veruliga eftir sangunum, sum hon skrivaði, tá hon var enn yngri, so eru teir heilt fantastiskir. Eivør hevur eftir mínum tykki longu tikið føroyska tónlistarliga arvin longur enn flestu fólk geva sær far um."

Við 12 Tónum og føroysku umboðskvinnu síni, Sigvør Laksá, hevur Eivør fingið fólk í ryggin, sum kunnu taka sær av øllum tí praktiska í sambandi við tónleikalívsleið hennara. Men okkurt bendir á, at hon eisini kundi brúkt eina telefondamu. Ta tíðina, útsendi blaðmaðurin fylgir Eivør, verður fartelefonin brúkt so nógv, at tað als ikki undrar, at hetta amboðið sær eitt sindur slitið út. Tá tænarin kemur við teimum litríku indiskt hagreiddu høsnarungalørunum á matstovuni, har vit um kvøldið fáa okkum ein bita, verður ljóðið á telefonini sløkt. Stutt eftir at seinasti bitin er farin niðurum, boðar telefonin frá seks ósvaraðum uppringingum. Bara ein fær aftursvar.
Tað er vorðið seint, og útgávukonsertin skal vera kvøldið eftir. Men sangarinnan tykist taka tað róliga og uttan stress, hóast hon nú verður noydd at fara at venja við tveimum kórgentum, og Jákup Magnussen frá Útvarpi Føroya ringir og minnir hana á eina avtalu um at møta í útvarpsstovuni morgunin eftir, áðrenn klokkan hevur sligið hálvgum átta. Eivør skal syngja beinleiðis í morgunsendingini. Tað hevði hon lukkuliga gloymt.

Dagin eftir er Eivør at finna í operuni allan dagin. Framførslan skal fáast at passa saman, pallkjólin skal passast til, og harumframt skal Eivør passa sín leiklut yvirfyri fjølmiðlunum, sum aftur í dag eru ein partur av umhvørvinum kring hana. Eitt lítið sjónvarpslið kemur inn eftir gólvinum, og skjótt syrgir Eivør sum tann natúrligi leiðarin á pallinum, fyri at savna hinar tónleikararnar saman í rættari raðfylgju framman fyri upptøkutólið. So verður einasti íslendski sangurin á nýggju fløguni spældur tríggjar ferðir ígjøgnum til æru fyri myndamannin, áðrenn tey venda aftur til ljóðroyndina.

Í einari stillari løtu eydnast tað at fáa Eivør undir fýra eygu í operakjallaranum og spyrja hana, hvat í veruleikanum er hent, síðan hon fór til Íslands fyri skjótt tveimum árum síðan. "Hvat er hent? Bíða, eg hugsi so sjáldan um sovorðið. Jú nógv er hent. Eg havi gingið á klassiskum sangskúla og havi lært at sungið opera. Og so eri eg byrjað at spæla saman við nøkrum góðum íslendskum tónleikarum. Eg havi í heila tikið spælt nógv og lært eina rúgvu, bæði um mín sang og um alt møguligt annað." Árini í Føroyum tóktist Eivør at skifta tónleikagrein sum vit onnur skifta sjónvarpsrás. Og nú opera?
"Ja, eg havi sungið nógv ymiskt og tað fari eg at halda fram við at gera. Men fyri mær er tað ikki so løgið, tí eg síggi tónleik sum eina stóra heild og býti hann ikki so nógv upp í hetta og hatta slagið. Tað er sum ein ferð, sum eg skal ígjøgnum. Beint nú er tað til dømis ógvuliga torført at svara uppá hvønn tónleik eg gevi út á fløguni. Fløgan er sum ein buffét við øllum tí sum eg havi verið ígjøgnum higartil. Ferðin ígjøgnum tær ymisku tónleikasjangrurnar hevur verið mín lívsins skúli. Fyrst havi eg lært meg eitt, so havi eg skift stíl og lært okkurt annað og soleiðis hevur tað hildið fram til nú. Og tað steðgar ikki her."
"So tað at eg nú gangi á einum klassiskum sangskúla merkir ikki at eg ætli mær at vera operasangarinna. Tað er bara fyri at fáa meira niður í lummarnar so at siga. Fáa eina góða barlast til ferðina víðari."
Ein tónleikasjangra, sum Eivør byrjaði at fáast við fyri nógvum árum síðan, men sum hon ongantíð hevur slept aftur, er Kingosangur. Hvat er tað við hesum Kingosanginum og Eivør?
"Eg kenni tað sum at Kingosangur á onkran hátt liggur inni í mær. Langabbabeiggi mín, Hans Jacob á Brúnni, sáli, sang nógv Kingo, og vit høvdu ein bólk saman við tveimum øðrum. Vit plagdu at møtast einaferð um vikuna fyri at syngja Kingo. Tað havi eg lært sera nógv av."
Umframt langabbabeiggjan eru eisini aðrir einstaklingar, sum Eivør kennir seg myndaða av sum tónleikara. Mamma hennara, Sædis, eigur eitt serligt pláss í so máta. "Mamma hevur havt øgiliga nógv at týða fyri meg, bæði persónliga og tónlistarliga", sigur Eivør og nevnir, at millum hini, sum hava lært hana nógv eru kingosangarin Vilhelm Magnussen og amerikanski saxofonisturin John Purcell, sum hon hevði sum lærara eina tíð. "Allir teir sum eg spældi við í bólkinum Ivory lærdu meg eisini nógv um tónleik, og tíðin í Ivory var sum heild sera spennandi tónlistarliga." Seinstu tíðina hevur eisini Ólöf Kolbrún, sum Eivør hevur búð hjá síðan hon kom til Íslands, havt stóra ávirkan á hana sum tónleikara. "Ólöf hevur lært meg nakað ógvuliga umráðandi, nevniliga at ansa eftir mínari rødd. Tað er ein spurningur um at læra seg at kenna røddina soleiðis at man veit nær tað er tíð at hvíla seg. Tað er faktiskt ein lívsstílur meira enn nakað annað."

Røddin hjá Eivør er væl fyri nú, og tað er restin av sangarinnuni eisini. Men hon hevur eisini onkuntíð sjálv kent seg eitt sindur uppslitna. Síðan hon sum 16 ára gomul gjørdist liðug við fólkaskúlan hevur hon við heilum hjartað satsað upp á tónleikin sum sína lívsleið, uttan at tað nakrantíð hevur sæð út sum hon hevur ivast. Men hon hevur onkuntíð hugsað um at valt ein tryggari veg.
"Tankin hevur verið har, men eg havi ongantíð sagt tað við nakran. Eg havi onkuntíð umhugsað, um eg heldur skuldi farið aftur í skúla ella funnið mær eitt vanligt arbeiði, serliga tá tað ikki hevur gingið so væl við tónleikinum. Men eg haldi, at tá man hevur eitt mál, ein dreym, so skal gera tað, sum man helst vil. Tað kann vera eitt sindur tungt. Tí tað er ikki tann tryggasti vegurin at velja. Tú veitst ongantíð um tað nú fer at rigga ella ikki. Men tað snýr seg bara um at byggja seg sjálvan upp og trúgva uppá tað, sum man ger."
Dreymurin hjá Eivør hevur altíð verið at gerast tónleikari. Og tað er stórt sæð tað, sum hon er nú.
"Nú livi eg bara í dreyminum. Eg hugsi ikki, at einaferð skal eg gera hetta ella hatta. Eg geri tað, sum eg vil gera. Eg vil bara gjarna sleppa at gera mín tónleik og geva mínar fløgur út."
So títt mál er rokkið?
"Nei, sjálvandi ikki. Tá málið er rokkið kann man akkurát tað sama fara í grøvina. Men eg gangi ikki og droymi um nakað annað enn tað, eg havi nú. Eg vil bara gera tað betri og mennast, og so vil eg sjálvandi eisini gjarna koma víðari út í heimin at spæla. Tað eru nakrir ávísir tónleikarar, sum eg gjarna vil spæla saman við, eitt nú Jan Garbarek. At spæla saman við honum er eitt mál og ein dreymur fyri meg."

Á vegnum fram ímóti dreymi sínum hevur Eivør tikið nakrar elevatorar. Teir flestu hava gingið uppeftir, og nakrir av teimum skjótastu hava verið tónleikakappingar. Slíkar kappingar plaga tónleikarar vanliga at hava nokkso ullintar kenslu fyri. Eivør er avklárað við sína støðu.
"Faktiskt havi eg tað gott við tónleikakappingum. Men eg haldi at alt hevur sína javnvág. Um man sum tónleikari bara livir fyri kappingum, so er man eftir mínum tykki á skeivari leið. Men kappingar eru góð springbretti til alt møguligt annað. Ársins songrødd gav til dømis mær eitt ordiligt skump frameftir. Og tað gevur eitt sjálvsálit at vera við í slíkum kappingum. Mín luttøka í íslendska Grand prixnum hjálpti mær eisini nógv í so máta. So eg havi einki ímóti tónleikakappingum, men eg haldi kortini ikki, at tað ber til at kappast um tónleik. Tónleikur er kenslur, og tú kanst ikki kappast um kenslur. Og hvat vinnur tú við at vinna eina tónleikakapping? Tú dugir ikki betri at syngja fyri tað."

Stilla løtan í operkjallanum er lokin. Teir tríggir tónleikararnir eru komnir niðurundir og eru farnir at skifta klæðir. Ein letur seg úr buksunum og letur seg í einar aðrar. Fyri tann uttanfyristandandi er tað ómøguligt at siga hvørjar av buksunum eru snøggari ella nýggjari. Báðar eru myrkar, og tað er troyggjan eisini. Hinir báðir tónleikararnir eru eisini klæddir eins spennandi og skuggi teirra á gólvinum. Í dag eru teir handverkararnir og Eivør tann einsamalla stjørnan. Meðan hon ger seg til reiðar at fara inn á pallin, tosa vit um fløguna, sum er høvið til konsertina.
"Hon er akkurát sum eitt lítið barn fyri mær. Soleiðis kenni eg tað nú. Hetta eru mínir sangir, sangir sum eg havi sitið um næturnar og gjørt. So tað er nakað øgiliga persónligt, og tí er tað umráðandi fyri meg at arbeiða við einari fløgu til hon er akkurát sum eg vil hava hana. So fari eg altíð at kunna standa við tað, sum eg havi gjørt. Eg eri enn glað fyri gomlu fløguna, og eg vil gjarna hava somu kenslu um hesa fløguna um nøkur ár."
Hvussu langt væntar tú at fløgan kemur?
"Eg hugsi als ikki um tað. Eg fari bara at hava hana bara við mær har sum eg komi. At gerast ein stjørna er eingin dreymur. Mamma hevur altíð lært meg at gera tað, sum ger meg lukkuligan. Fyri meg snýr tað seg bara um at syngja og kunna liva av tí. Tá eri eg lukkulig."

Á pallinum er myrkt og í salinum er friðarligt. Ljóðið av roykmaskinuni, sum blæsur hvít skýggj uppeftir, er tað einasta, sum brýtur tøgnina. Eivør er á veg niðan ígjøgnum trappurnar og upp á pallin at gera tað, sum hon er best til.


Myndir: Rúnar