Fróði Løkságarð
Tað er fríggjadagur og klokkan er gott hálvgum tvey, og Yngd hevur sett Karstin Joensen stevnu á veg heim úr skúlanum. Hugnaliga kaffistovan á Fornagørðum er staðið vit hava avtala at hittast til eitt prát. Karstin, sum fór í læru sum elektrikkari í januar mánaða, gongur í løtuni á tekniska skúla í Klaksvík, og har verður hann verandi til tær ásettu 20 vikurnar, sum fyrsta skúlaskeið tekur, eru av.
Karstin letur rættuliga væl at skúlagongdini á Tekniska Skúla, og sigur at hetta er nakað heilt annað enn at ganga í fólkaskúla. Hann sigur, at løgið nokk so dámar honum rættuliga væl á Tekniska Skúla, sjálvt um hann aldrin tímdi at vera í skúla, tey 10. árini hann gekk í skúlanum á Ziskatrøð. ? Eg haldi at eg var meiri í skúlagarðinum við einum bólti enn eg sæt í skúlastovuni millum bøkur og blýantar. Sigur Karstin við einum skuldartyngdum smíli.
Alt ov vánaligur
Áhugin fyri fótbólti hevur altíð verið til staðar. Karsten byrjaði at spæla fótbólt við KÍ sum seks ára gamal. Tá fór hann at venja við smápiltaliðnum hjá KÍ. Tað fyrstu tíðina royndi hann seg sum útispælara, men tað gekk ikki long tíð til hann endaði millum stengurnar, og har hevur hann havt pláss sítt líka síðani. ? Eg var ein elendigur útispælari, bæði eg, og øll onnur, dugdu at síggja, at skuldi tað blíva til nakað, so mátti eg í málið at standa. Hetta er ein avgerð sum hann ongantíð hevur angrað.
Tað gekk ikki long tíð til at bæði venjarar og viðleikarar dugdu at síggja, at her var talan um ein ungan mann við rættuligum evnum fyri málmansgerninginum, og boð vóru eisini eftir honum til landsliðið. Landsliðið her er talan um, er U14 landsliðið, har Karstin vardi málið í eina tíð, til hann, eitt ár ov tíðliga, bleiv úttikin til U16 landsliðið. Spurdur um hvussu hetta bar til svarar Karsten heldur seigliga ? Tað var nokk rættuligt málmanstrot hjá hasum árganginum.
Karstin letur rættuliga væl at tí landsliðsarbeiði, sum er fyriskipað fyri teir yngru leikararnar her heima. Her verður sjálvandi hugsað um tey sonevndu U landsliðini. Í løtuni verjir Karstin málið fyri U18 landsliðið, sum hevur tvær kappingar á skránni í summar, ávíkavist í Onglandi og í Italien. ? Landsdystirnir, geva rættuliga nógv. Eitt nú er ferðin rættuliga høg, umframt at vit eisini fáa alltjóða royndir, sum avgjørt koma okkum til góðar aftur seinni, sigur Karstin, sum svar uppá spurningin um hvønn týdning ungdómslandsliðini hava fyri teir ungu leikararnar.
Skrivað undir sáttmála
Nakað herfyri bórust tíðinindini, um at KÍ hevði skrivað sáttmála við nakrar av sínum ungu leikarum, og var Karstin millum teirra sum høvdu skrivað undir. ? Hetta er sjálvandi ikki nakað vit blíva ríkir av, men tað eru ávísar útreiðslur knýttar at tí at spæla fótbólt, og nú átekur KÍ sær so ein part av teimum. Her verur serliga hugsa um klæðir og annað ið skal til tá vant verður. - Umframt hetta so er tað eisini gott fyri okkum at hava fingið ein sáttmála, tað er við til at styrkja okkara persónligu disciplin. - Tú hevur skrivað undir uppá at vera við, so her hjálpir ikki at sløsa við venjingi, tú ert noyddur at møta hvørja ferð, og geva teg fult út. Karstin heldur eisini at sáttmálin er við til at skapa eina mynd av hvussu tað er royna seg sum fulltíðarfótbóltsleikara, sum nokk er dreymurin hjá teimum flestu ungu leikarunum í felagnum sum vilja nakað við fótbóltinum.
Fyrimyndirnar
Øll hava sínar fyrimyndir tá tað kemur til tað tey takast við, hvat antin tað er ítróttur, tónleikur, filmur, skaldskpapur ella okkurt heilt annað. Vit spurgdu eisini Karstin um tað var nakar málmaður hann sá upp til. ? Úti í heimi er tað Gianluca Pagiluca hjá Bologne sum er tann stóra hetjan, og her heima er tað Jakup Mikkelsen, og eftir ein stuttan stegð leggur hann afturat við einum skálkasmíli -..... skriva bara Jógvan Linklett eisini, hann er lærari hjá mær í skúlanum. Óneyðugt er kanska at siga at Jógvan Linklett var ein av fremstu málmonnunum her heima í sjeyti og áttáti árunum, og er eisini maðurin sum Jákup Mikkelsen landsliðsmálmaður fleiri ferðir hevur nevnt sum eina av sínum fyrimyndum. Av teimum nevndu er tað serliga Pagiluca sum er tann heilt stóra fyrimyndin. ?Eg havi fylgt honum í eini 8 ár nú, hann er bara nógv tann besti, hann hevur alt sum ein málmaður skal hava. Men tá vit spurgdu Karstin um hvat ein góður málmaður var, var eitt sindur verri at fáa eitt greitt svar. ? Hann skal kunna meira enn bara gera góðar bjargingar,...øhm, eg haldi ikki eg orduliga eri førur fyri at svara hasum spurninginum, hatta er ein trupul spurningur. Hann ger tó greitt at hann ikki dámar hesar suðurlendsku málmennirnar sum eru líka nógv útispælarar sum málmenn.
Dreymarnir
Vit spurgdu eisini Karstin um hvørjar ætlanir hann hevði fyri fótbóltin. ? Fyrsta ambitiónin er sjálvandi at fáa fast pláss í fyrstu deild, og aftan á tað er tað nokk dreymurin um A-landsliðið. Men vónirnar um at røkka fyrstu deild í ár, eru ikki stórar. Karstin heldur at tað er meiri realistiskt at seta nøsina upp eftir einum plássi millum stengurnar á aðru deildar liðnum hjá KÍ, umframt at hann eisini fer at verja KÍ-málið í unglingadeildini, sum hann heilt vist vantar fara at koma langt í ár. ? Tað er eisini í ordan, at taka eitt ár í aðru deild. - Eg mangli royndirnar, og eg eri eisini ungur og havi tíðina fyri mær. Eftir hetta var sjálvandi upplagt at spyrja um hansara ambitiónir ikki rukku út um landoddarnar. ?Jú eg ætli mær allan vegin, sjálvandi er dreymurin at enda í útlendskum fólbólti har man kann liva av tí. Spurgdur um hann hevði nakað felag í huganum har hann serliga kundi hugsa sær at enda, var svarið knapt ? United.
Eg hati at tapa
Higartil hava Karstin og liðfelagarnir, ikki megnað at vunnið nakað meistaraheiti í yngru deildunum, men sum sagt, so vónar og væntar hann, at hetta verður í ár í unglingadeilini. ?Sjálvt um vit nokk koma at hava tað yngsta liðið í kappingini, so trúgvi eg veruliga uppá at tað kann lata seg gera. Av tí at Karstin ongantíð enn hevur vunnið nakað meistaraheiti fyri KÍ, so er tað landsliðið hann nevnir tá hann verður spurgdur um hvat er hansara stórsta løta sum fótbóltsspælari. - Ein javnleikur móti Armenien, er tann løtan sum hann minnist við stórst gleði afturá. Hesin dystur er samstundis eisini einasti landsdystur hann hevur spælt fyri Føroyar sum ikki er endaður við tapi. Eitt hitt stórsta skuffilsi, sigur hann vera ein dyst móti Íslandi við U16 liðnum, har hann aftana at bara 3. min. vóru leiktir, gjørdi eitt brotsspark, sum hann ikki megnaði at taka. ?Sovorið iðrar meg, eg hati at tapa. Hjá mongum sum hava verið við í ítrotti í mong ár, so hendur tað við hvørt at hugurin ikki longur er til staðar, og tankarnir um at leggja tað heila á hillina byrja at koyra runt í bakhøvdinum, og hetta er onkuntíð eisini hent hjá Karstin. ?Tá er tað at familjan traðkar til, serliga beiggi mín hevur verið óførur at stuðla mær í at halda fram, men foreldrini hava eisini altíð bakka meg 100% upp. ?Eg hevði nokk verið dartspælari í dag um eg ikki hevði tikið fótbóltin frammum, sigur Karstin tá vit spyrja hann um hvat hann hevði gjørt um hann ikki spældi fótbólt. Hann sigur at dart hevði hansara stóra áhuga áðrenn hann alvorliga kastaði seg yvir fótbóltin, og at hann líka so væl kundið havt valt tað frammum.
Karstin er eisini annað enn fótbóltur. Dagliga er hann í læru sum elektrikkari, og í frítíðini, tá fótbóltur ikki er á skránni, er hann aktivur innan hondbólt. Hann er nevndarlimur í Stjørnuni, har hann eisini spælir á 2. deildar liðnum. Umframt allar hesar kropsligu aktivitetirnar so hevur Karstin eisini eitt lív í cyberspace. Faroese_chat eitur forumið har tú kanst hitta luca (eitt navn við íblástri frá einum heimskendum málmanni). Karstin viðgongur at nógv tíð er í seinastuni farin framman fyri telduskíggjan, men enn er tað ikki blivið til nakra cyberrommansu. Uppá spurningin um hann hevði funnið sær eina gentu var svarið eitt, kontant ? NOY ! eg havi tíðina fyri mær. Vit á Yngd ynskja Karstin góðan byr framyvir.