Kári Hansen
Eg hevði ætlað mær at skriva eina kronikk um tey farnu tvey valskeiðini, við Eivind sum borgarstjóra. - Afturlítandi, og við spurninginum um hvussu ein maður, hevur klárað at hildið einum samlaðum bygdarráði við 5, og síðani 7 limum, so totalt í síni hulu hond. - Men tá nú Eivind ikki kann lata vera við at blanda seg í valstríðið, við grovum ákær-um um óreglusemi, so má kronikkin skrivast eitt sindur um, og setast í bløðini áðrenn valið.
Tað er tó heilt ótrúligt hvussu nøkur fólk klára at útvega sær spaltupláss í bløðunum. Sum oftast sum "tíðindi" - ella í greina-formi.
Nú um dagarnar var viðtal við fráfarandi borgarstjóra strandinga har hann fortelur um avgerð sína um at gevast í kommunalpolitikki - tikin fyri næstan fýra árum síðani.
Hesin tíðindastubbin undrar øll her á leið. Veruleikin er ein heilt annar, tað er nevniliga soleiðis at ongin av "gomlu" listunum skoytti um Eivind á listan, og at Eivind sjálvur als ikki megnaði at gera ein lista sjálvur. Ella sum eitt av valevnunum á einum av listunum segði við Eivind, tá hann royndi at "menga" seg uppí teirra lista: "Harraguð Eivind, vit gera ein nýggjan lista og tað er fyri at sleppa av við teg".
Seinast var so ein grein har Eivind svertar, og mis-tonkiligger, onkrar av nú-verandi bygdarráðslimunum tí teir, fyri einaferð skyld, ikki vildu dansa eftir hansara pípu. Hetta var í spurninginum um sølu av bygninginum í Langanesi. Her var søgan heilt einfalt soleiðis at Eivind ætlaði at selja grundøkið undir bygninginum saman við bygninginum. Onkur av bygdarráðslimunum vaknar við kaldan dreym og fær steðgað hesum - tíbetur. Tað var kanska rætt at selja bygningin, men kommunan skal sum allar aðrar kommunur í Føroyum eiga havnaøkini, til at leiga til virk-semi í bygdini
Tað var gamalt ikki at kasta við gróti tá man býr í glashúsi. Skúlin á Strondum manglar hølir til 10. flokk. Tað stendur ein nýggjur nýmótans skúli á Skála har gott pláss eisini hevði verið fyri 10. flokkinum. Fleiri av næmingunum her koma av Skála. Hví skal tað ikki bera til at samstarva við Skálafólk um hetta, meðan vit útbyggja okkara skúla til tørvin. Svarið er einfalt tað at Eivind er komin í neyð av einum gomlum og óbrúkiligum handilsbygningi. Eivind umbyggir handilin til skúla og leigar hann til Sjóvar kommunu til skúla. Eitt leigumál, ið verður galdandi í nógv ár framyvir og typpir fyri framhaldandi veruligari útbygging av skúlanum. Í nýggjari kommunusøgu er hetta besta dømi um: "keine hexerei, nur behændigkeit". Eg yvist tó onga løtu í at Eivind hevur havt ein forprogrameraðan tiltaks-lim inni fyri seg, so býttur er hann alíkavæl ikki.
Tað er jú ein ævigur sannleiki at um man onki ger, so ger man so onki skeivt. Hetta hevur verið, og er, grundtankin - høv-uðsfilosfiin - hjá Eivind sum borgarstjóra, ført út til minstu detalju. Man sløkkir aðru og hvørja gøtulykt. Hví? , ein sløkt pera brestur jú ikki.
Errin í bløðini at reypa um at íbúgvar okkara á Selatrað nú fáa reint og sóttreinsað vatn. Eg má bara spyrja um hetta er nakað at fara í bløðini at reypa um.
Tey eldru verða hildin fyri tað turra spott - barnagarðtilboð, sama skilið.
Strandingar eru helst heimsins tolnasta fólk, halda uppá "det bestående", men nú hava vit so fingið nokk.
Fari at enda við at ynskja tykkum ið verða vald í tað nýggja bygdarráðið blíðan byr framyvir - tit kunnu í øllum førum ugga tykkum við at so vánaligt tað hevur verið, so má alt bara blíva betri, nógv betri.
P.S.: Vælsignaður Eivind, tá tú fært betri tíð, fá málað útyvir hatta "HANSEN" skeltið á handlinum. Tað átti at borið til at keypt eitt blikk av bláari máling frá málingavirkinum 1 litur er nógmikið (blátt)










