hesum málinum og vil heita á føroysk ítróttarfólk og tey, ið vilja ein dag síggja føroyingar luttakandi í olympisku leikunum á jøvnum føti við USA og Russland, Noreg og Danmørk, Týskland og Liktinstein [...] har). So at siga allir íbúgvarnir grótu av gleði og stoltleika fyri pinkalítla land sítt, tá ið Hanni Wenzel vann tvey gull og eitt silvur í skíðrenning, og beiggi hennara Andreas fekk vann eisini silvur [...] stuðlið teimum politisku kreftunum her heima, ið fegnar vilja vinna landinum áltjóða viðurkenning ? í ítrótti, sum í øllum øðrum. Stuðlið teimum, sum stríðist fyri fullum politiskum frælsi fyri Føroyaland
mongu tilkomnu og fólk í besta aldri, ið skulu upp um aftur mugu seta seg á skúlabonk saman við teimum 18 ára gomlu. Og tað kanska upp í 2-3 ferðir. So tað er væl skiljandi, at Bileftirlit Føroya og Koy [...] koyrd í ein og sama posa, og fáa somu revsing. Pól á Tvøroyri, Katrina í Miðvági, Hans í Runavík sum hava koyrt siðiligt og hampuligt í ein mansaldur, fáa somu revsing sum hasardkoyrarnir og spritbilistarnir [...] n verður verandi óbroytt, og at øll vera "javnsett" og fara upp til nýggjar teoriroyndir og koyriroyndir, so tað rungar í kassaapparatunum hjá áðurnevndu! Vánaligur eldra- og familjupolitikkur! Nógv góð
sera væl komponeraður og framførdur, men hann var tó ov stillur og fittur til at vinna. Eri tó sera glaður fyri Pætursa luttøku, og at hann kom so langt við tí hann stendur fyri. Eg hevði atkvøtt hann [...] endaliga staðfest fyri mær sjálvari, at danir eru eitt av teimum mest ómusikalsku fólkaslagnum í heiminum. Eg minnist í fjør, júst um hetta leitið, tá eg og vinkona mín sótu úti á Nørrebrúgv, og hugdu at danska [...] av Pæturi og hansara dygdum, bæði sum sangskrivara, tónleikara, sangara og hansara hátt at framføra sangin uppá. Tað er eitt kynstur. Framferðarhátturin var livandi, dynamiskur og sannførandi og sangurin
fiskivinnutjóðar-, KT-vinnu-, alivinnu- og oljuvinnutjóðarsamleika, har vit hýsa og æðra seyðahald, fortíðini og at drepa grind og fara eftir náta. Ein rúmligan og tolsaman samleika, ið kann rúma tað heila [...] gleði opnar seg fyri altjóðagerðingini og fyri einstaklinginum. Modernaður politikkur snýr seg ikki longur um pening og at broyta lógir, men um finna fram til fólksins virði, dreymar og vónir framyvir. [...] ið gjørdist eitt slag av afturbót fyri mist fótafesti og eitt endurgjald fyri mistu trúnna. Sera trúgvandi føroyingar eru sjáldan nationalistiskir, eins og kommunistar og sosialistar upprunaliga heldur einki
millum grønlendingar og føroyingar er skipað á fólkatingi. Vit hava skipað Norðuratlantsbólkin. Vit vilja í felag stríðast fyri viðurkenning av føroysku og grønlendsku tjóðini og teimum rættindum, vit hava [...] rskifti og sjálvi gera avtalur um hetta. Okkara rættur til at skipa sjálvstøðugar tjóðir uttan peningaligt trýst og hóttanir. Og vit vilja í felag við grønlendingar stríðast fyri upplýsing og kunning til [...] heiminum stuðla tjóðarfrælsi og javnbjóðis samstarvi millum lond. Vit samstarva væl við javnaðarfólk í Grønlandi og Íslandi, og tey taka sjálvsagt undir við fullum sjálvstýri. Og hetta er prógvað við tí søguliga
lóg sum bara bleiv blástemplað, og koyrd ígjøgnum. Tað ringasta við nýggju ferðslulógini er, at hon javnstillar revsingarnar fyri brot, sum eru gjørd við fríum vilja - og ofta í óflýggjakapi - við brot [...] óvilja - og mangan í arbeiðsørindum. Ein 18-19 ára gamal unglingi, sum við fríum vilja og berum tramanskapi, koyrir 180-200 km/t fær somu revsing, sum tilkomin hampafólk (við óvilja/í ósketni) fáa fyri at bróta [...] tænastu fyri títt arbeiðspláss - revsast ájavnt við at koyra 180-200 km/t. Eitt brot sum verður gjørt við fríum vilja, og í træmansskapi, skal revsast ájavnt við eitt brot sum verður gjørt við óvilja og í ósketni
Tey gera av, hvør sleppur inn og út úr Føroyum. Tey gera av, hvør skal revsast, hvør er dómari og hvat løgreglan kann gera. Tey gera av, hvør sleppur at giftast og skiljast og hvørji rættindi tú eg hava í [...] gera. Og tí heiti eg á allar føroyingar, ið vilja sjálvsvirðingina og javnstøðuna um at fara á val og velja Tjóðveldisflokkin ella eitt av teimum góðu valevnunum á listanum. [...] n, segði hann longu í 1998). Og fólkatingið viðurkennir ikki føroyingar, sum eitt fólk - sum eina tjóð - ið er javnbjóðis og javnsett. Tí eru viðurskiftini so óvirðilig og tí ber ongantíð til at samráðast
umboð skal ella skulu vera trygdin fyri, at fullveldisætlanin vinnur á mál. Umboð Tjóðveldisflokksins á fólkatingi vil bert virka fyri at vinna føroysku tjóðini rættindi og virðing. Ætlanin er, at hesi komandi [...] hesaferð. Úr Eysturoynni stilla eisini Jóanes Eliasen og Andrea Eldevig upp. Av teimum, sum eru á listanum, so má Høgni Hoydal mestir roknast fyri at vera mest sannlíka evni upp á ein fólkatingsmann, men [...] Fólkatingsvalið 18 valevni stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til komandi fólkatingsval. Listin telur fleiri kend nøvn. Allir løgtingsmenninir hjá flokkinum uttan Signar á Brúnni og Finnbogi Ísakson stilla upp.
setti sær fyri at vinna Føroyum og Føroya fólki fullveldi. Ein greið ætlan varð sett upp, og eitt sera drúgt og gott fyrireikingararbeiði varð gjørt frá føroyskari síðu. Samráðingarnar Føroya og Danmarkar [...] sum sigur seg vera fólkaræðisligt og vilja verja sjálvsavgerðarrættin hjá øðrum tjóðum ? setti seg ímóti ynskinum og viljanum hjá føroysku tjóðini at fáa fullveldi og rættin at ráða í egnum landi. Danska [...] Harafturat, og tað er sera týdningarmikið, er á uppskoti til fíggjarlógina fyri 2002 danski blokkstuðulin lækkaður við um leið 350 mió. kr. Ætlanin er so ár um ár at minka blokkstuðulin, og harafturat at
tablettin ætla øllum teimum, sum hava brúk fyri vitaminum og kostískoyti. ? Nýggj kanning í Danmark vísir, at bara 5 prosent av fólkinum fær neyðugu vitaminirnar og mineralirnar gjøgnum kostin, og tí kunnu nógv [...] nýggj tablett fyri fyrstu ferð at fáa til keyps í Føroyum, Danmark og í øðrum londum. Tablettin hevur fingið navnið Alti-1 og sigst verða ein nýskapandi vitamintablett. Ein av monnunum aftan fyri nýggju tablettina [...] í eina og somu tablett, og tað eru stórir fyrimunir við at brúka slíka tablett, sigur Leif Knudsen, sum er yvirlækni á Grenaa Centralsygehus. ? Vit hava fingið heimspatent upp á tablettina, og í løtuni