Sjálvstýri Føroya fólks

Tað eru nú liðin 3 1/2 ár síðani núverandi landsstýri sá dagsins ljós.

 

Jógvan Sundstein

?????????????????


Tað eru nú liðin 3 1/2 ár síðani núverandi landsstýri sá dagsins ljós. Hetta landsstýri setti sær fyri at vinna Føroyum og Føroya fólki fullveldi. Ein greið ætlan varð sett upp, og eitt sera drúgt og gott fyrireikingararbeiði varð gjørt frá føroyskari síðu. Samráðingarnar Føroya og Danmarkar millum høvdu tí allar møguleikar fyri at ganga væl og skjótt. Tað var ein spurningur um vilja frá báðum síðum at fáa skipanina at virka.

Men her upplivdu vit tað ótrúliga at danska stjórnin ? umboðandi eitt fólk sum sigur seg vera fólkaræðisligt og vilja verja sjálvsavgerðarrættin hjá øðrum tjóðum ? setti seg ímóti ynskinum og viljanum hjá føroysku tjóðini at fáa fullveldi og rættin at ráða í egnum landi. Danska stjórnin fekk eisini Fólkatingið til at taka undir við sær í hesi ódemokratisku kúgingini av føroyingum. Hetta varð gjørt út frá tí fundamentalu misfatan, at danir meintu, at Føroyar vóru ein integreraður partur av Danmark og danska ríkinum, og at føroyingar ikki eru ein egin tjóð, men bert danir. Hendan danska uppfatanin er so skeiv, sum hon kann vera.

Føroyingar eru ein egin tjóð. Føroyar eru ongatíð innlimaðar í danska ríkið, men tær hava í nærum tvey hundrað ár verið at rokna sum danskt hjáland. Veruleikin er, at Føroyar eru í kongsfelagskapi við Danmark, og hendan støðan hevur gjørt, at danska stjórnarvaldið hevur praktiserað stýringina av Føroyum sum eitt hjáland. Danska grundlógin er sum stjórnarskipan ongatíð sett í gildi í Føroyum. Hon nevnir heldur ikki Føroyar, burtursæð frá, at hon gevur føroyingum møguleika at velja tveir fólkatingslimir.

Eitt eyðkenni fyri stýringina av einum hjálandi er, at peningur eygsjónliga fer frá stýrandi landinum til hjálandið, meðan hann meiri dult fer hin vegin serliga gjøgnum vinnufyritøkur. Soleiðis hevur tað eisini fyri stóran part verið millum Danmarkar og Føroya. Tað skuldi tí veri heilt nátúrligt, at gjøgnumført eina niðurlaging av donsku peningaveitingunum til fullveldið Føroyar yvir eini 10 ár. Líknandi skipanir hava onnur lond gjøgnumført fyri teirra hjálond í óteljandi førum.

Fullveldisætlan landsstýrisins var góð frá byrjan av. Hevði viljin frá danskari síðu verið til staðar, var ætlanin gjøgnumførd tíðliga í nú skjótt farna valskeiði. Men viljin var ikki til staðar, og tí noyddist landsstýrið at leggja á annan bógv.


Nýggja leiðin

Hetta varð so gjørt við samtyktini av uppskotinum um "Sjálvstýri Føroya Fólks". Við støði í hesum uppskoti er síðani samtykt løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum á lista A í heimastýrislógini. Eisini eru ítøkiligar ætlanir um aðrar yvirtøkur. Harafturat, og tað er sera týdningarmikið, er á uppskoti til fíggjarlógina fyri 2002 danski blokkstuðulin lækkaður við um leið 350 mió. kr. Ætlanin er so ár um ár at minka blokkstuðulin, og harafturat at stovna ein búskapargrunn til stabilisering av føroyska búskapinum. Hetta er ein skilagóð og gongd leið. Á hendan hátt verður, sum við hvørt tikið til, "heimastýrislógin tømd". Tá nøkur ár eru farin er danski statsstuðulin stórt sæð burtur, og ein sjálvberandi búskapur fingin til vega.

Tá hetta er hent, er øll argumentatión fyri núverandi sambandsstøðu burtur. Tí næstan uttan undantak er grundgevingin hjá teimum, sum ikki vilja sjálvstýri, tann, at vit klára okkum ikki uttan danskan stuðul. Tá vit hava víst, at vit klára okkum uttan hendan pening, skuldi gøtan ligið heilt greið at sett fullveldi á stovn. Til ta tíð er eisini rætt at taka eina fólkaatkvøðu, har Føroya fólk góðkennir ta nýggju stýrisskipanina.

Tað hevur verið nógvur orðadráttur um fólkaatkvøður. Løgmaður hevur fingið ákoyringarnar fyri ikki at halda fólkaatkvøðuna, sum ætlað var hin 28. mai 2001. Men her gjørdi løgmaður púra beint. Fólkaatkvøður skulu ikki haldast í tíð og ótíð. Um upprunaliga fullveldisætlan landsstýrisins hevði verið góðkend av donsku stjórnini, so er klárt, at fólkaatkvøða skuldi veri til staðfestingar av henni. Men tá eingin staðfesting av eini endaligari nýggjari stýrisskipan fyri fullveldið Føroyar var at gera, skuldi sjálvandi heldur eingin fólkaatkvøða vera.

Tí skal heldur eingin fólkaatkvøða vera um yvirtøkur, minking av blokkstuðlinum ella líknandi málum. Fólkaatkvøðan skal vera um eina endaliga umskipan av stýrislagi Føroya frá einum hjálandi til eitt frítt fólkaræðisligt fullveldi. Allar aðrar fólkaatkvøður í sjálvstýrisprosessini eru misbrúk av hesum hátíðarliga góðkenningarhátti og eru í frægasta lagi tekin um veikar politikarar, sum ikki sjálvir tora at taka støða, og í ringasta lagi tekin um politikarar, sum halda seg kunna nýta demagogiskan framfarðarhátt til at øsa fólkahugsanina. Tað umboðandi demokratiið, sum vit hava, byggir á, at persónar verða valdir á ting at taka politiskar avgerðir, so leingi teirra valskeið er galdandi.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast tann øsing, sum við hvørt ger seg galdandi í sambandi við veljararkanningar. Hvørja ferð ein veljarakanning verður kunngjørd, skulu politikarar úttala seg um "úrslitið". Teir sum hava fingið góð tøl, halda seg longu hava vunnið eitt val. Ja vit hoyra enntá núverandi andstøðupolitikarar tala um, at samgongan ikki longur hevur meiriluta, um kanningartølini av tilvild skuldi víst hetta. Ein skuldi ikki trú, at hesir persónar kendu tað politisku skipanina hjá okkum. Hon byggir ikki á veljarakanningar. Hesar hava einki at siga. Vit hava loyniligt val 4. hvørt ár ella oftari, tá tingið verður valt. Og hetta situr og tekur avgerðir til næsta val.


Hvør vil hava sjálvstýri?

Teir tríggir núverandi landsstýrisflokkarnir vilja føroyskt sjálvstýri. Og tað er at skilja sum føroyskt fullveldisríki. Teir royndu at fáa tað eftir tí leisti, sum niðurfelt varð í upprunaliga samgonguskjalið. Hetta gekk ikki. Teir hava tí gjørt tær samtyktir, sum nevndar eru frammanfyri. Við hesum flokkum í meiriluta kunnu vit tí rokna við, at vit um nøkur ár fáa skipað eitt føroyskt fullveldisríki.

Miðflokkurin hevur fleiri ferðir úttalað, at hann gongur inn fyri føroyskum fullveldi, og vit mugu rokna við, at hann stendur við sítt orð. Roknast kann tí eisini við, at hann stuðlar einum fullveldislandsstýri.

Hinvegin hava bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin við hond og fót roynt at forða landsstýrinum í teirra arbeiði fyri fullveldinum. At Sambandsflokkurin hevur gjørt hetta, og framvegis fer at gera tað, vitstu øll helst frammanundan. Málburður flokksins í teirra minnilutaáliti í tingmáli nr. 114/2000 ber eisini boð um, at har er einki at vænta. Javnaðarflokkurin kundi harafturímóti havt eina ávirkan á gongdina, bæði í politiska arbeiðinum í Føroyum og eisini hjá donsku stjórnini, um teir høvdu tikið eina positiva støðu til málið. Hetta hava teir kortini ikki gjørt, heldur hava spottandi og niðurgerandi orðafloymar ljóða frá teirra síðu. Vit kunnu tí ikki rokna við at fáa nakran bata í stjórnaligu viðurskiftum Føroya, um hesir báðir flokkar tilsamans fáa meiriluta á Føroya Løgtingi.

Javnaðarflokkurin hevur við hvørt ført fram, at nú ræður um at fáa ein meiriluta til at samtykkja eina nýggja stjórnarskipan við sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin (sum í veruleikanum ikki er til) og at hetta skal vera ein endalig skipan, so friður verður um stjórnarmálið í Føroyum. Men flokkurin átti at vita, at eitt fólk, sum ikki hevur vunnið síni endaligu sjálvsavgerðarrættindi, ongatíð fer at gevast við at stríðast fyri sínum frælsi. Friður verður tí ikki um hesi viðurskifti, fyrrenn tað fulla sjálvstýri er vunnið.

Tað er eisini greitt, at líkamikið hvør annars hevur meiriluta á Føroya Løgtingi, so verður heilt nátúrligt ikki øll megi løgd í at bøta um og loysa øll onnur samfelagsmál. Ikki fyrrenn føroyingar einsamallir ráða fyri øllum sínum viðurskiftum, bæði innlendis og mótvegis útheiminum, letur hetta seg gera.


Hvussu eru so politisku útlitini?

Tað er einki at taka seg aftur í, at tann politiska samgonga, sum hevur skipað landsstýri hetta valskeiði, hevur gjørt eitt megnararbeiði. Á nógvum økjum eru stórir batar, politiskt og búskaparliga hava teir dugað at stýrt, og einki er at ivast í, at teir kunnu halda fram við hesum, hóast flokkarnir á fleiri økjum eru sera ymiskir. Í einu sjálvstøðugum Føroyum koma Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin neyvan at hava eitt nært samarbeiði, men so leingi sjálvstýrið ikki er fingið er neyðugt, at teir gera hetta arbeiði liðugt. Tí tað er fortreytin fyri øllum øðrum varandi loysnum og batum.

Andstøðuflokkarnir hóreiggja sær longu nú sum um teir longu høvdu vunnið komandi val. Ferð eftir ferð tala teir um, at tíðin hjá hesum landsstýrinum skjótt er runnin. Hvat vita teir um tað? Tað velst um valúrslitið. Eftir fyrr galdandi stýrisskipan skuldi løgmaður og landsstýri veljast av nýggjum aftaná hvørt løgtingsval. Nú fer tilnevning av løgmanni ikki longur fram av sær sjálvum eftir løgtingsval. Løgmaður metir nú sjálvur um hann hevur møguleika at halda fram, og í tí sambandi roynir hann sjálvandi at kanna, um hann hevur meiriluta ímóti sær ella ikki. Nýggjur løgmaður skal ikki tilnevnast uttan so, at sitandi løgmaður sjálvur heitir á løgtingsformannin um at loysa seg úr starvi.

Vónandi halda núverandi landsstýrisflokkarnir so væl skil á sær sjálvum, sjálvt um valstríð verður komandi vár, at teir koma so mikið væl burtur úr valinum, at løgmaður og hansara landsstýrið halda fram eisini í komandi valskeiði. Tá fáa teir møguleika at byggja á tað arbeiði, teir hava gjørt og nýta tað sum grundarlag fyri at lyfta Føroya land eitt stórt stig fram á frælsis- og framburðsleið.