Fólkatingsvalið
18 valevni stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til komandi fólkatingsval. Listin telur fleiri kend nøvn. Allir løgtingsmenninir hjá flokkinum uttan Signar á Brúnni og Finnbogi Ísakson stilla upp. Ùr landsstýrinum stilla Høgni Hoydal og Karstin Hansen upp. Av øðrum á listanum kunnu vit nevna: Sjúrð Skaale, Torbjørn Jacobsen, Jógvan Arge, Zakarias Wang, Rana Nolsøe, Olgu Biskopstø og Turið Sigurðardóttir.
Hetta eru øll rættiliga kend nøvn, og tað tykist sum um, at Tjóðveldisflokkurin má sigast at hava ein rættiligan góðan møguleika til komandi fólkatingsval.
Eisini Kristina Háfoss, sum hevur skrivað fleiri lesarabrøv stillar til vali hesaferð. Úr Eysturoynni stilla eisini Jóanes Eliasen og Andrea Eldevig upp.
Av teimum, sum eru á listanum, so má Høgni Hoydal mestir roknast fyri at vera mest sannlíka evni upp á ein fólkatingsmann, men eisini fleiri aðrir kanditatar kunnu hugsast at fara at gera um seg. Sjúrður Skaale og Torbjørn Jacobsen hava báðir verið nógv frammi í fjølmiðlunum og teirra meiningar eru eisini rættiliga kendar. Tað verður mestir millum hesar báðar, at dysturin um annað plássið á listanum fer at vera ímillum. Heini O. Heinesen, sum varð stóri atkvøðuslúkarin hjá flokkinum við seinasta val, hevur hesaferð fingið rættiliga harða kapping. Umframt Høgni og hinar, so fær hann eisini kapping frá trimum øðrum valevnum í Norðoyggjum.
Zakarias Wang hevur eisini áður víst, at hann kann savna nógvar veljarar, og tað verður spennandi at vita, um hann framvegis eigur eitt sindur av fólkatokki eftir.
Føroyska røddin
Føroysku umboðini á fólkatingi skulu, sambært Tjóðveldisflokkinum, ikki leggja seg út í innanhýsis danskan partapolitikk. Tað er ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum, at teirra umboð skal ella skulu vera trygdin fyri, at fullveldisætlanin vinnur á mál. Umboð Tjóðveldisflokksins á fólkatingi vil bert virka fyri at vinna føroysku tjóðini rættindi og virðing.
Ætlanin er, at hesi komandi fýra árini á fólkatingi skulu vera eitt virðiligt farvæl til heimastýrið og umboðanina á dana tingi.
Tað eru níggju punkt á valskránni hjá Tjóðveldisflokkinum til komandi fólkatingsval, sum umfata bæði føroyska málið, føroysku rættindi, ognarrætt og búskaparligu viðurskiftini.
Tjóðveldisvalevnini síggja okkum forðing fyri, at tey stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð. Til spurningin um hetta ikki er at góðtaka donsku grundlógini, so er svarið, at flokkurin viðurkennir ikki, at hon er fólkarættarliga avgerðandi fyri føroyingar.
-Tað eru danir sum ikki halda grundlógina, sigur Zakarias Wang.
Tjóðveldisflokkurin vil sum áður nevnt ikki leggja seg út í partapolitisk mál á fólkatingi, men avvísa samstundis ikki, at teir vilja stuðla einari ávísari danskari stjórn. Treytin er bert tann, at henda stjórnin eisini skal virka fyri tjóðskaparligu rættindunum hjá føroyingum.
Høgni Hoydal heldur ikki, at teir nú hava brynja seg út til fólkatingsvalið merkir, at teir ikki trúgva upp á fullveldistilgongdina longur.
-Tjóðveldisflokkurin vil vera eitt umboð fyri tjóðina, segði Høgni Hoydal týsmorgunin, tá ið Tjóðveldisflokkurin helt tíðindafund.
Um tað verður soleiðis, at bæði Tjóðveldis- og Fólkaflokkurin verða valdir inn á fólkating, so ætlar Tjóðveldisflokkurin at royna at ávirka Fólkaflokkin sum mest, soleiðis, at eisini Fólkaflokkurin fer at spæla enn minni partapolitiskan leiklut á fólkatingi.
Vil eingin ganga ynskjunum hjá Tjóðveldisflokkinum á møti á fólkatingi, so vil flokkurin vera í andstøðu móti restini av fólkatinginum, sigur Zakarias Wang.
Okkara Land
Umframt at leggja fram, hvat Tjóðveldislflokkurin ynskir at gera til komandi fólkatingsval, so vórðu eisini dagførdu stevnumiðini hjá Tjóðveldisflokkinum løgd fram á tíðindafundinum,
Stevnumiðini hava tað so tjóðskaparliga heitið Okkara Land. Úr Tjóðveldisflokkinum verður upplýst, at stevnan framvegis er tann sama, men stevnumiðini eru dagførd. Stevnumiðini staðfesta støðuna hjá flokkinum á at kalla øllum økjum. Tað er sjálvsagt spurningurin um sjálvstøðu Føroya, sum stendur ovast, men eisini á fleiri øðrum økjum, m.a. á tí búskaparliga økinum, hevur flokkurin dagført síni stevnumið.