Føroyska samfelags- og mentanarlívið er politiserað í dag. Bert tí onkur nevnir gransking innan tjóðskap, so halda nógv, at hetta er politiskt, men hetta er ikki so. Líka so lítið sum hann, ið skrivar um vald ella fundamentalismu er ein valdsjúkur fundamentalistur ella tað øvugta. Politikarar og fjølmiðlar hava vant føroyska fólkið við, at alt er politikkur, somuleiðis, at tjóðskapur og politikur eru tað sama. Men so er ikki, tað er bráðneyðugt at kunna tosa frítt um hesi viðurskifti, uttan at skula uppliva henda ógvusliga misskilta sensur
Tjóðskaparrørslur og tjóðarbygging eru í dag, av mest sum allari gransking, funnar sekar sum lygnir í einum verðsliggjørdum heimi við øktari einstaklingagerðing. Eru slíkar hóprørslur antimodernaðar og mangan reaktionerar mentanarligar, fólksligar og politiskar rørslur, ið ikki loyva rúm fyri einstaklinginum.
Skuldi eg sett átta tesur fram um modernaða føroyska tjóðarbygging, so vildi eg sagt, at ein slímhørð kjarna í hesu konstruktión:
1.Er ein samanvevjingin av politikki og mentan, og vit fáa vanligar politiskar misskiljingar sum at mentanarpolitikkur er at politisera mentanina.
2.Ein tjóðarbyggingin, ið vil fremja eitt politiskt hugtak, har tann politiska eindin og tjóðskaparliga eindin eru eins. Soleiðis, at tað ikki longur er gjørligt at skilja ímillum politik og mentan, ið aftur skapar hugtøk sum samleikapolitikkur, ið ikki er annað enn eitt kúgandi valdsamboð og eitt misskilt hugtak, sum bert kann brúkast í einum øki, tjóðum ella londum, har ein bólkur berjist fyri góðkenning, so sum t.d. tey samkyntu. Men um hesin bólkurin situr við ræðinum, gerst eisini hetta vandamikið.
3.Ein tjóðarbyggingin vil altíð royna at siga, at vit eru meinlík og liva í einari eindarmentan, ið er hildin saman av tjóðarsymbolum, máli og søgu. Mytan um føroysku eindarmentanina tekur ikki hædd fyri, at vit í Føroyum hava ymiskt bygdarmál, koma frá býi ella bygd, eru meiri ella minnið tjóðskaparlig, at fólk eru meiri ella minni trúgvandi, sosialistisk, høgravend, eru ósamd um mál og at nærum øll føroysk søga (og søgufrøði) minnir alt ov nógv um mytomani.
4.Er tankin um, at mentan og samleiki eru samanvavd við politikki. Somuleiðis tað vit halda vera okkara mentan (framum okkurt annað), so sum føroysk klæði, føroyskur dansur osfv. ikki er tað sama sum veruliga mentanin hjá okkum, t.d. tað at eisini vit koyra í bilum, brúka teldur, mobiltelefonir, fara í biograf, hava video, DVD og senda mail, fara á diskotek osfv.
5.Tankin hjá tjóðarbyggjarum, at føroyingar eru líkir, ikki bert mentunarliga, men eisini reint sosialt, t.d. sigur løgmaður, at vit ikki hava stættarmun í Føroyum. Men hetta er meiri ein myta um eina egalitera (javna og einsháttaða) mentan, at vit eru samhaldsføst og myndugleikatrúgv og nóg disiplinerað til at trúgva uppá hetta. Er eingin munur á t.d. føroyskum arbeiðarum, borgarum, fólkapensiónistunum, teim avlamnu, teim kristnu, teim ungu, útlendingunum, teim lesandi, einligum mammum og so nýggju oljumillióningunum, skiparum, ið fáa eini 4 partar á eina hálva millión í løn, yvirlæknum og serfrøðingunum í samfelagnum?
6.Og hetta, at tjóðarbyggjarar brúka (og misbrúka) tað trúfesti fólkið hevur mótvegis søgu og máli, og so hesin viljin at brúka hetta politiskt. Hetta eru eyðkenni, ið bólkar hava og vilja berjast fyri. Tí átti á hesum øki ikki tjóðskaparligar grundreglur verið havdar á lofti, men altjóða universialistiskar reglur.
7.Eitt eyðkenni er, at nationalistiskir og etniskir ideologar flyta persónliga samleikan hjá fólkinum inn á politiska økið. Samleikapolitikkur ger privatar spurningar politiskar og setur mark á teim skeivu støðunum.
Tvíbýtti føroyingurin
-Tjóðarbygging anno 2000
Taka vit eitt aktuelt dømi, og skera vit, í fyrstu atløgu, alt frá í bókini hjá Høgna Hoydal ?Myten om rigsfællesskabet? um tað politiska (um tað letur seg gera?) og líta at hugsjónunum um samleika og tjóðskaparkenslur, so sigur hann, at ?veruligi? føroyingurin, í brotinum í bókini, ið sigandi eitur ?Den Tvedelte færing?, arbeiðir á skrivstovum t.d., men hetta bert er arbeiði, ið skal geva honum ráð til at liva sum ?føroyingur?. Og tað er sambært Høgna Hoydal at ganga á fjall, passa seyð, rógva út og at fylla fristiboksina við fiski, grind, fugli og seyðakjøti. Høgni sigur, at føroyingurin, sum onnur fólk í heiminum, hava ment ein nærum skitzofrenan samleika, tí tað sosiala lívið ikki passar saman við tí økonomiska og politiska. Hetta at tvinna saman tað politiska og mentunarliga, hevur altíð verið málið í einari og hvørjari tjóðskaparligari kós, men eg vil seta ein stóran spurning við, um føroyingar longur finna so stórt virði í seyði og í útiróðri. Tað er ikki rætt, at føroyingurin droymir um at ganga fjøllini. Sum bygdardrongur, uppvaksin á Strondum, veit eg søgur frá teimum gomlu, at í gomlum døgum droymdu teir, ið veruliga gingu fjøllini um at sleppa av við stríðið og knossið, ið tað var at bera torv og hoyggja alt summarið til eini tvey neyt. Tiltikið var jú, at eitt kúfóður var sera nógv gras at sláa, klúkar at venda, killingar at gera og byrður at bera á bakinum heim í hoyløguna.
Eldri fólk vita at siga frá, at á Strondum bert fyri eini 30-35 árum síðani, var kúgv í øðrum hvørjum húsi. Kúgvin hvarv og í dag keypa vit ein pakka av mjólk frá MBM við gleði. Eg tori at siga, at eg eri vísur í, at tey eru fá, ið droyma um at hoyra kúgv standa í kjallaranum og belja og noyðast upp at mjólka egnari kúgv hvønn morgum um seks tíðina. Í dag eru tað lærarar og stjórar úr Havn, ið tvær ferðir um árið koma út á bygd at heinta slakt og royna seg við at ganga fjøll. Hetta er ítrótt og ikki nógv annað. Hetta passar við tankarnar hjá Thomas Hylland Eriksen, at siðir broytast og endurskapast og gerast traditionalisma, tí hetta krevur fólk við einum ávísum yvirskoti og refleksiviteti at finna uppá slíkt, sum tað er at vilja renna á fjall, tá ein annars forvinnur eini 3-400.000 krónur um árið á eini skrivstovu, og tí kundi keypt sær nøkur krov. Henda mentan, sum Høgni Hoydal heldur hana vera, er ikki tað sama sum veruligi samleiki okkara, ið er nógv meiri fjølbroyttur.
Tað er sum um tjóðveldismenn, og t.d. aðrir traditionalistiskir føroyingar, herundir eisini sambandsmenn, hava eina sentimentala mynd av Føroyum og ein kanska hálvavegna farnan ynskidreym um veruliga føroyingin. Tað er henda mynd hjá nationalromantikarum av ein farnari lívsverð á bygd, ið er ein hvørvisjón og ikki er føroyingurin skitzofrenur ? hann er bert við at byrja at siga við seg sjálvan, at hann ikki noyðist at skammast yvir at hann ikki livur hálvur í feudalu bóndasamfelagstíðini, og at stóru húsini, miðstøðuhitin, bilurin og allar hentleikarnar eru hentir. Hugsjónirnar um føroyskan samleika hjá Høgna Hoydal eru sum sjáldsama føroyska kotið, hann altíð gongur í, tikið úr fortíðini og kanska er tað tí, at hesir tankar eru so ótíðarhóskandi og skitzofrenir.
Føroyingar hava brúk fyri einum sethúsa-, toyotabila-, húsaláns-, uppvaskimaskinu-, nútímans fiskivinnutjóðar-, KT-vinnu-, alivinnu- og oljuvinnutjóðarsamleika, har vit hýsa og æðra seyðahald, fortíðini og at drepa grind og fara eftir náta. Ein rúmligan og tolsaman samleika, ið kann rúma tað heila, sum torir at taka støði í tí modernaða, ið við gleði opnar seg fyri altjóðagerðingini og fyri einstaklinginum.
Modernaður politikkur snýr seg ikki longur um pening og at broyta lógir, men um finna fram til fólksins virði, dreymar og vónir framyvir. Varð alt um pening, so hevði ongin t.d. tosað um loysing, tí tað helst peningaliga loysir seg betur at vera í Ríkisfelagsskapinum. Tí er tað, at ein modernaður føroyskur ungur politikkari sum Høgni Hoydal skrivar um samleika, søgu og føroyska mentan í donsku bókini hjá sær, serliga brotið um Den tvedelte færing. Á henda hátt liggur tað eitt óført vald í at kunna tala til føroyingin og at kunna útleggja søguna. Vanligt var, at hann, ið kundi draga og venda søguni, eisini kundi fáa vald á hugaheimi okkara, siðum og sjálvum samleika okkara ? men hetta riggaði bert í einum siðbundnum samfelag. Høgni heldur, at samfelagsbroytingarnar í Føroyum frá bóndasamfelagnum til peningaøkonomi hava gingið so nøkunlunda lætt (burtursæð frá, at vit nú eru skitzofren), men hetta er ikki so. Hetta er alt ein myta, ið skuggar fyri sólini og sannleikans ljósi, og fær meg at hugsa um søgufrøðingin og serfrøðingin í nationalismu, Ernest Gellner, ið greiðir frá, at nationalisman er ein rørsla, ið er skaptar kenslur, sum vit kenna aftur um onkur slítur við hesar grundreglur og kenslur. Tá kenna vit t.d. øði. Og vit kenna nøgd, tá onkur staðfestir og játtar hesar felags grundfestu nationalistisku kenslur. Gellner hevur eina funktionalistiska frágreiðing av nationalismu, ið hann meinar er ein rørsla, sum er knýtt at ídnaðarsamfelagnum, og ein ideologi, ið passar til valdsins menn. Tí samstundis sum henda rørsla gevur ørkymlaðum fólki eina kenslu av rótfesti og áhaldni við fortíðina, í eini tíð, ið er merkt av broytingum og upploysing, so ger nationalisman fólk trúgv yvir fyri skaptum kenslubornum virðum, ið tey halda gevur teim tryggleika og tey tryggu seta ikki kritiskar spurningar, ella gera kollveltingar (tí áttu sosialistar sum Jóanes Nielsen ikki kalla seg ein føroyskan nationalist). Tá europeisku londini fóru frá at vera landbúnaðarlond og gjørdust ídnaðarlond, kendi stórur partur av fólkinum, at tey mistu tilknýti til eitt stað ella eina slekt. Slektskap, lensmannaskipanin og trúgvin kláraðu ikki longur at áseta eina virkna skipan av fólkinum. Fólk gjørdust býarproletarar, lønmóttakarar og í fyrstani rótleys og heimleys í ævigari rørslu frá land til bý, frá bygd til keypsstað. Nationalisman kundi sissa hesa fjøld. Henda rørsla stóð við opnum ørmum. Tjóðskaparliga Geimeinschaft lokkaði við kærleika og nærleika, men fyrst skuldi fólkið læra (vekjast) at senda eymar kenslur og til at hava ein loyalitet mótvegis tjóðini. Tað tjóðskaparliga gjørdist ein sekulariserað (ofta borgarlig) ideologi, ið gjørdist eitt slag av afturbót fyri mist fótafesti og eitt endurgjald fyri mistu trúnna. Sera trúgvandi føroyingar eru sjáldan nationalistiskir, eins og kommunistar og sosialistar upprunaliga heldur einki gott vildu siga um tjóðskaparkenslur! Hvørki nationalisma, tjóðskaparkenslur ella tjóðskaparrørslur eru tengdar at høgra ella vinstravendum politikki longur. Tað er meiri rætt at líta á tjóðskaparkensur sum eitt slag av mytu um slektsskap ella religión, enn sum eina modernaða ideologi.
Høgni Hoydal, sum aðrir tjóðveldismenn, skilir ikki ímillum politikk, loysing og føroyska lívsformin. Eg eri bert áhugaður í tí seinasta. Tað er neyðugt at kunna royna at skriva um føroyska mentan, samleika og mál, sjálvt (og mest tí ) hesi øki eru endað sum politiskt valagn hjá føroyskum politikarum. Tað er óheppið, at tjóðarbyggjarar sum Høgni Hoydal vilja berja eitt kjakstøði og ein veruleika inn í nútíðina, ið vil samanvevja politikk og mentan í síni roynd at fremja eina tjóðarbygging, har mentanin er politiserað og ávísir persónar skulu sita á samleikanum og fremja ein ávísan samleikapolitikk. Vit liva ikki í eini eindarmentan, men við einum skaptum hugtaki um eina endarmentan, ið ikki tekur hædd fyri einstaklinginum, einstaklingagerðingini, moderniseringini, altjóðagerðingini, og at ikki øll vilja fylkjast í einum ávísum bólki. Serliga syrgiligt og óverdugt er tað, at Høgni Hoydal, ið annars skal eitast at vera ein vælútbúgvin maður, setur seg at, einaferð enn sí Winther, Patursson, at skriva eina mytomaniska versión av føroysku søguni, ið hann eins og við mentanini vil brúka til egnan politiskan vinning. At Høgni Hoydal eisini vil misbrúka tað trúfesti fólkið hevur mótvegis einari ávísari tjóðskaparligari, søguligari og sosialari tulking av nútíðini, og somuleiðis hetta, at hann vil fremja ein ávísan samleikapolitik, ið vil gera privatar samleikaspurningar politiskar.
Ein av skaptu hugsjónunum hjá Høgna Hoydal er hendan, at føroyingar eiga eina eksotiska kollektiva fólksliga mentan, ið livir í einum tryggum rúmi, ið helst er bygdin, har vit kunnu gerast heilir persónar í pakt við gomlu siðbundnu mentanina og føroyska trúarlendi. Hóttanin ímóti hesum, sum ger okkum sinnisklovin, er modernaða lønarbeiði, og ein fremmandagerandi einstaklingamentan, ið er frælsiselskandi, vinarlig mótvegis framburði, altjóðagjørd og tí ein hóttan. Nútíðin ger fólkið rótleyst og heimleyst í ævigari rørslu frá land til bý, frá bygd til keypsstað. Og her er tað, at Høgni Hoydal, sum í tulkingini hjá Gellner, vil brúka nationalismuna til at sissa hesa fjøld. Hann stendur við opnum ørmum og koti og lokkar við einum tjóðskaparligum Geimeinschaft, ið hann heldur kann lokka við kærleika og nærleika, men fyrst skulu fólk læra (vekjast) til at senda eymar kenslur, og til at hava ein loyalitet mótvegis tjóðini. Henda mentunarliga afturbót fyri mist fótafesti er eitt vána endurgjald, tí tað Høgni bjóðar, er ein einvegis ferðaseðil aftur til 1890´ini, tað vil siga til hvørvisjónina um Føroyar í 1890´inum.
Keldur m.a.
Ernest Gellner: Nations and Nationalism. Oxford, 1993.
Benedict Anderson: Imagined Communities. London, 1983.
Anthony Giddens: En Løbsk verden ? Hvordan globaliseringen forandrer vores tilværelse. København, 2001.
Thomas Hylland Eriksen: Kulturterrorismen ? Et oppgjør med tanken om kulturel renhed. Oslo, 1999.
Høgni Hoydal: Myten om rigsfællesskabet ?vejen til en selvstændig færøsk stat. Kbenhavn, 2000.