Men sum støðan er í løtuni, so gera tey eisini av nógv viðurskifti, sum raka okkum føroyingar.
Tey gera av, hvør sleppur inn og út úr Føroyum. Tey gera av, hvør skal revsast, hvør er dómari og hvat løgreglan kann gera. Tey gera av, hvør sleppur at giftast og skiljast og hvørji rættindi tú eg hava í Føroyum. Tey gera av, hvussu eftirlitið er við okkara bankum og fíggjarstovnum og áleggja treytir, sum frá degi til dags kunnu broyta lívið hjá okkum í Føroyum. Hetta kendu allir føroyingar undir bankakreppuni, tá tær veikastu herðarnar fingu rokningina fyri spekulasjón og ábyrgdarloysi.
Skilja hvørki mál, søgu ella Merkið
Men tey skilja ikki okkara mál. Kenna ikki okkara søgu ella livikor. Nærum ongin kennir okkara flagg - okkara Merki. (Ein teirra, sum varð spurdur í donskum sjónvarpi um hann kendi Merkið, varð Ole Stavad, danski vinnumálaráðharrin. Hann kendi ikki okkara flagg. Men sami Ole Stavad, var tann fyrsti at koma til Føroya á fund hjá føroyska javnaðarflokkinum í Skopun at siga føroyingum, hvat vit høvdu at gera. Um vit vildu taka fulla ábyrgd av landnum, so fóru danir at hótta við pengum beinanvegin, segði hann longu í 1998).
Og fólkatingið viðurkennir ikki føroyingar, sum eitt fólk - sum eina tjóð - ið er javnbjóðis og javnsett. Tí eru viðurskiftini so óvirðilig og tí ber ongantíð til at samráðast sum fólk, tá føroyingar samráðast við danskar myndugleikar. Vit hava ikki fult fólkaræði í Føroyum.
Ein fræls rødd fyri tjóðina
Tjóðveldisflokkurin vil, at okkara Merki skal veittra millum hini. Tjóðveldisflokkurin vil, at vit føroyingar taka fulla ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum, Tjóðveldisflokkurin vil, at tað er Føroya fólk, sum gjøgnum meira enn 40 ættarlið hevur bygt hetta land, ið hevur alt fólkaræðið í Føroyum. Og so samstarva vit við Danmark, sum sjálvstøðug lond - virðiliga og javnbjóðis.
Tað hevur ongantíð verið meira týdningarmikið enn nú, at ein óheft og fræls føroysk rødd dugir at greiða donskum politikarum og danska fólkinum frá hesum. Tað hevur ongantíð verið meira týdningarmikið enn nú, tá vit eru á veg móti fullum sjálvræði og ábyrgd, at vit fáa eina rødd á fólkating, ið kann skapa virðing fyri føroyingum og tjóðini. Sum kann vísa á, at síðani vit fóru at seta blokkstuðulin til viks, hava vit fingið eitt sunnari og meira samhaldsfast samfelag í Føroyum.
Hetta kann bert eitt tjóðveldisumboð gera. Og tí heiti eg á allar føroyingar, ið vilja sjálvsvirðingina og javnstøðuna um at fara á val og velja Tjóðveldisflokkin ella eitt av teimum góðu valevnunum á listanum.









