Løgtingið steðgar órættvísari skattalóg: Hvat við at broyta eina órættvísa ferðslulóg?

Fríggjadagin 15. februar steðgaðu løgtingsmenn í evstu løtu einari órættvísari skattalóg. Tað er alla æru vert, at løgtingsfólk steðga einari órættvísari løgtingslóg, alt gott um tað. Men hvat við at broytt eina tí mest órættvísu lógina sitandi løgting - ótilvitað - hevur samtykt 32-0, nevnliga órættvísu ferðslulógina ið varð sett í gildið 1. juli 2000?



Rakar mong órættvíst!
Her er ikki talan um eitt ideologiskt høgra/vinstra ella eitt samband/loysing mál! Nei! Her er talan um eina ferðslulóg ið revsar tey skeivu fólkini á ein lemjandi órættvísan hátt! Mong tilkomin fólk, umframt mong fólk í besta aldri hava fingið sítt lívsvirði oyðilagt, og onnur hava fingið sítt tilverugrundarlag oyðilagt av nýggju ferðslulógini. Her er talan um bæði sambandsfólk, fólkafloksfólk, tjóðveldisfólk, javnaðarfólk, miðflokkafólk og sjálvstýrisfólk, sum eru rakt av lógargreinunum 23, 32 og 59 í ferðslulógini frá 1. juli 2000. Tey kunnu hava koyrt reiðuligt og hampuligt í 15, 20, 30, 40 upp til 50 ár. Hava ikki koyrt vilt, hava ikki koyrt rúsdrekkakoyring, og hava einki útistandandi við løgreglufólkini. Kortini skulu øll hesi revsast lemjandi hart, um bara tey hava gjørt eitt einasta menniskjaligt mistak!

Vilja brot og óvilja brot
Í verandi stund eru vit í Føroyum í tí grotesku støðu, at lógirnar um valdsgerðir og manndráp eru rættvísari enn ferðslulógin!! Í hesum lóginum verður støða tikin til, um tað ið gjørt var, varð gjørt við óvilja ella við vilja. Tað sum verður framt sum eitt óviljað/ótilætlað lógarbrot verður revsað munandi linari enn lógarbrot sum eru framd sum viljað/ tilætlað lógarbrot. 18-20 ára gamlir unglingar ið koyra 150-200 km/t tilætlað og við fríum vilja, fáa somu revsing sum fólkini, ið fremja ferðslubrot ótilætlað og við óvilja. Tey ið velja at drekka rúsdrekka, og síðani velja at fara út at koyra, fáa somu revsing, sum tey ið fremja ferðslubrot ótilætlað og við óvilja. Paragrafirnar 23, 32 og 59 í ferðslulógini leggja upp til, at tey fólk ið ikki hava planlagt, ikki ætlaðu, ikki vildu, sum ikki við vilja bróta eina víkiskyldu skulu fáa somu revsing, sum tey ið fremja upplagt ferðslubrot við fríum vilja - brot ið eru gjørd í óflýggjaskapi!

Missa koyrikortið treytað!
Øll hesi brot verða koyrd í ein og sama posa, og fáa somu revsing. Pól á Tvøroyri, Katrina í Miðvági, Hans í Runavík sum hava koyrt siðiligt og hampuligt í ein mansaldur, fáa somu revsing sum hasardkoyrarnir og spritbilistarnir, tey missa koyrikortið treytað! Svara tey 10 av 60 teorispurningum skeivt uppi í bileftirlitinum, missa tey koyrikortið. Og um tey varðveita koyrikortið treytað, og gera eitt líknandi meniskjasligt mistak aftrat aftaná 2 ár og 11 mánaðir, missa tey koyrikortið med alla!! Í 3 long ár mugu tey liva í óttanum!

Hvat ynska løgreglufólkini?
Um rættarnevndin hjá løgtinginum gjørdi eina spyrjirundi millum okkara løgreglufólk, og spurdi tey: "Hvat av hesum ynska tit skal revsast harðast av hesum ferðslubrotunum? 1) Vill og ør hasardkoyring 2) Spritkoyring 3) Ferðslubrot ið eru gjørd ótilætlað/við óvilja?" Svarið hevði givið seg sjálvt! Løgtingið skal heldur geva løgreglufólkunum amboðini til at sláa hart og kontant niður á tilætlaði brot á ferðslulógina. Ein velur sjálvur at trýsta speedarin í botn, ein velur at drekka, men ein velur ikki at bróta eina víkiskyldu! Eitt samt løgting eigur eisini í hesum førinum at steðga og broyta eini órættvísari lóg, sum soleiðis koyrir øll ferðslubrot í ein og sama sekk. Fyrilit verður ikki tikið til motiv og avleiðingar í núverandi ferðslulóg!

Er Bileftirlitið yvir løgtinginum?
Í ferðslusendingini hjá Rás 2, fríggjadagin 8. februar setti stjórin í Bileftirliti Føroya seg omanfyri løgtingið og segði: "Tað kann als ikki koma uppá tal at fáa víkiskyldisbrot uppí eina møguliga revsistigs/ straffpoint-skipan fyri ferðslubrot!". So spyrja vit tykkum 32 ið eru fólkavald, eru tað tit ella Jákup Jacobsen ið avgera hvussu lógirnar her á Føroya landi skulu samtykjast? Tað er nú heldur ikki so løgið, at stjórin í bileftirlitinum ynskir at ferðslulógin skal vera verandi óbroytt. Tað gevur nevnliga bileftirlitinum nógv arbeiðið og nógva inntøku - eitt størri tilverugrundarlag - at eitt túsundtal av teoriroyndum og koyriroyndum skulu fáast frá hondini. Koyrilærarnir hava eisini stórt gagn av núverandi ferðslulóg. Øll hesi mongu tilkomnu og fólk í besta aldri, ið skulu upp um aftur mugu seta seg á skúlabonk saman við teimum 18 ára gomlu. Og tað kanska upp í 2-3 ferðir. So tað er væl skiljandi, at Bileftirlit Føroya og Koyrilærarafelagið ynska, at ferðslulógin verður verandi óbroytt, og at øll vera "javnsett" og fara upp til nýggjar teoriroyndir og koyriroyndir, so tað rungar í kassaapparatunum hjá áðurnevndu!

Vánaligur eldra- og familjupolitikkur!
Nógv góð tiltøk eru gjørd fyri at bøta um korini hjá okkara eldru borgarum frá Løgtingsins síðu. Men samstundis sum ein gevur teimum eldru fíggjarligar batar við høgru hond, oyðileggur man lívskvalitetin/lívsvirði hjá teimum eldru við vinstru hond, við eini so strangari ferðslulóg! Ein 70 ára gamal borgara ið hevur koyrt hampuligt í hálva øld, hevur ikki ein livandi møguleika at standa teoriroyndina fyrstu ferð. Og ger hann tað heldur ikki triðju ferð, so er koyrikortið farið med alla.
Skal hann revsast so hart, aftaná at hava sýnt varsemi og stóra ábyrgd í meir enn hálva øld? Hetta er eisini út av lagi vánaligur familjupolitikkur, soleiðis at máa støði undan búskapinum og tryggleikanum hjá mongum barnafamiljum, ið júst hava bygt. Hvussu kunnu tey fáa mjólk og breyð á borðið, tá annar av forsyrgjarunum hevur eitt livibreyð, sum krevur eitt koyrikort? Eingin familjumaður fer at gera eitt ferðslubrot við fríum vilja! Hann hevur nógv at koma heim til aftur! Hetta er eisini vánaligur pedagogikkur at signalera til okkara ungu bilførarar, at mistøk gjørd í ósketni, verða revsaði ájavnt við ferðslubrot, sum eru gjørd við beráddum huga.

Fyri fólkið ella?
At enda fara undirritaðu starvsfólk í Postverki Føroya - ið liva av okkara koyrikorti - at heita á tykkum 32 løgtingsfólk um at gera eina rættvísa ferðslulóg, ið setur sjónlig mørk millum óflýggjaskap og menniskjaslig mistøk! Spyrjast kann um vit skulu hava eina ferðslulóg fyri fólkið, ella eina ferðslulóg fyri bileftirlitið og koyrilærarnar? Vit eru mong ófaklærd ið eru í tí støðu at missa vit koyrikortið fyri eitt menniskjaligt mistak, ja so missa vit eisini livibreyðið!
Standið stinn tá tað ræður um at steðga órættvísum lógum! Við tøkk fyri tykkara viðgerð!

Við rættvísiskvøðu:
Oddbjørn Joensen,
Erik Andersen,
Jákup Pauli Johansen, Arnhold Fjallstein, Magnus Samuelsen,
Heri Simonsen,
Ian Brockie,
Frank Petersen,
Jens Petur Andreassen, Ingi Steffansson,
Heðin J. Luid,
Henry Fjallstein,
Álvur Danielsen,
Magnus M. Hentze, Finnbogi Samuelsen,
Kaj Poulsen,
Einar Djurhuus, Arnfríður Dam Jacobsen, Petur Mortensen,
Rúni Ellingsgaard,
Niels P. Johannesen, Heini Justinussen,
Jóan Pauli Hammer,
Karl Mortensen,
Bjartur Wacher,
Ib H. Mortensen, Annfinn Reynheim, Magnus Gunnarsson. (Starvsfólk hjá Postverki Føroya, ið hava koyrikortið sum livibreyð!)