Føroyskur yvirlækni við nýskapandi tablett

Leif Knudsen hevur saman við Michael Laudrup og øðrum fingið heimspatent upp á nýggja tablett, sum samantvinnar lýsi, vitaminir og mineralir, sum tað ongantíð áður er gjørt. Tablettin er gjørd við grundarlagi í fólkakanning í Klaksvík í áttatiárunum

 

Í gjár var ein nýggj tablett fyri fyrstu ferð at fáa til keyps í Føroyum, Danmark og í øðrum londum.

Tablettin hevur fingið navnið Alti-1 og sigst verða ein nýskapandi vitamintablett.

Ein av monnunum aftan fyri nýggju tablettina er føroyski yvirlæknin Leif Knudsen, sum nógvu seinastu árini hevur starvast í Danmark. Hann er stjóri í felagnum Sportscom, sum hevur ment og framleitt tablettina.

? Vit eru sera spentir upp á hesa nýggja tablettina, tí her er talan um nakað, sum ongantíð áður hevur verið til keyps. Vit hava savnað 12 vitaminir, 7 mineralir og fiskalýsi í pulvurlíki í eina og somu tablett, og tað eru stórir fyrimunir við at brúka slíka tablett, sigur Leif Knudsen, sum er yvirlækni á Grenaa Centralsygehus.

? Vit hava fingið heimspatent upp á tablettina, og í løtuni royna vit millum annað at selja hana í Kina og Ruslandi, sigur hann.


Laudrup uppi í

Umframt Leif Knudsen eru tríggir aðrir eigarar í felagnum Sportscom.

Kendast av teimum er uttan iva fyrrverandi fótbóltsspælarin Michael Laudrup, sum nú er hjálparvenjari hjá danska fótbóltslandsliðnum.

Eisini læknin hjá danska landsliðnum, Mogens Kreutzfeldt, er við í felagnum, og hann hevur júst verið í Kina við nýggju tablettini. Í løtuni er hann staddur í Moskva, har hann roynir at gera vart við hana.

Seinasti maðurin í Sportscom er kendur reklamumaður, sum eitur Kern Lystrup.

Hesir fýra mans eiga allir eins nógv í felagnum Sportscom.


Hugskotið kom í Klaksvík

Leif Knudsen var í árunum frá 1981 til 1992 yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað var í hesum tíðarskeiði, at hann fyrstu ferð fekk hugskotið til nýggju tablettina, sum skuldi samantvinnað brúkið av fleiri tablettunum og kostískoyti.

Hann gjørdi umfatandi fólkakanning í Klaksvík, og hendan kanning verður nevnd sum grundarlag undir nýggju tablettini.

? Tá eg kom til Føroyar at arbeiða, gjørdist eg varugur við, at føroyingar eru ikki líka illa plágaðir at gigtasjúkum sum fólk aðrastaðni, og tí fóru vit í holt við kanningina. Talan var í grundini um eina fólkakanning, tí vit kannaðu stóran part av teimum tilkomnu fólkunum í Klaksvík, sigur Leif Knudsen.

? Niðurstøðan av kanningini var, at klaksvíkingar hava akkurát líka nógva gigtasjúkur sum fólk í øðrum londum, men stóri munurin er, at teir líða ikki eins nógv av sjúkuni, og nógv vita als ikki av, at tað er ein gigtasjúka, tey hava, sigur Leif Knudsen.

Orsøkina til hesa støðu heldur Leif Knudsen vera, at føroyingar eta so nógvan fisk, og tað ger, at sjúkan verður hildin niðri og plágar fólk nógv minni.


Hylki órógva

Hetta gav Leif Knudsen hugskotið til at gera vitamintablettir við lýsi, vitaminum og mineralum, men tað lat seg ikki gera tá í tíðini.

? Eg og Mogens Kreutzfeldt settu okkum í samband við ein framleiðara fyri at vita, um tað bar til at gera hesa tablettina, men vit fingu at vita, at tað bar als ikki til. Framleiðarin spurdi eisini, hvør í allari víðu verið skuldi keypa eina tablett við lýsi, greiðir Leif Knudsen frá.

Síðani er marknaðurin fyri hylki við fiskalýsi vaksin upp í 180 milliónir krónur í Danmark, og sølan veksur hvørt ár.

Tað nýggja við Alti-1 er, at fyri fyrstu ferð verður fiskalýsi nú gjørt til turrevni, sum kann blandast saman við øll hugsandi sløg av mineralum og vitaminum.

? Higartil hevur tú fingið kapslar við lýsi og ymiskum vitaminum og mineralum, men tað eru ymsir vansar knýttir at brúkinum av hesum kapslum, sigur Leif Knudsen.

Fólk, sum eta hylki við fiskalýsi, gremja seg millum annað um, at tey fáa ringan anda, og hylkini kunnu eisini órógva til dømis ítróttarfólk, tá tey eru í kapping.

? Sum heild eru kapslarnir ikki serliga sjarmerandi at taka, sigur yvirlæknin.


Stíla eftir stóru mongdini

Hóast hugskotið byrjaði við eini kanning av gigtasjúkum, so er nýggja tablettin ætla øllum teimum, sum hava brúk fyri vitaminum og kostískoyti.

? Nýggj kanning í Danmark vísir, at bara 5 prosent av fólkinum fær neyðugu vitaminirnar og mineralirnar gjøgnum kostin, og tí kunnu nógv fólk fáa gleði at okkara tablett, sigur Leif Knudsen.

? Ungfólk, sum eru í vøkstri, og fólk sum gera hart likamligt arbeiði ella íðka ítrótt, kunnu eisini fáa gleði av Alti-1.

Nýggja tablettin fæst eisini til keyps í Føroyum, og áhugin er vaksandi fyri Alti-1.

? Í Danmark er tað serliga í Keypmannahavn, at vit hava selt nógvar tablettir, men vit ivast ikki í, at vit fara at selja tablettina kring alt landið og í Føroyum eisini, sigur Leif Knudsen.

Uttan fyri ríkið er ein risastórur marknaður at fara eftir, og her er Sportscom longu í gongd við fleiri átøk. Nú tablettin er tøk á marknaðinum ber til at fara undir veruligu marknaðarføringina fyri tablettina.