Nýggja ferðslulógin ein 18 mánaðar long royndartíð - fyri hampafólk!


 

Heri Simonsen


Hans Pauli Strøm, tingmaður segði tað so rámandi fyri góðum hálvum ári síðani í Fregnum: »At Løgtingið er bara eitt stemplikontór! - sum blástemplar eina rúgvu av lógum!«. Og aftaná 18 mánaðir eru farnir aftur um bak, síðani nýggja ferðslulógin kom í gildi 1. juli 2000, er aftur nógv sum bendir á, at hetta eisini var ein lóg sum bara bleiv blástemplað, og koyrd ígjøgnum. Tað ringasta við nýggju ferðslulógini er, at hon javnstillar revsingarnar fyri brot, sum eru gjørd við fríum vilja - og ofta í óflýggjakapi - við brot sum eru gjørd við óvilja - og mangan í arbeiðsørindum. Ein 18-19 ára gamal unglingi, sum við fríum vilja og berum tramanskapi, koyrir 180-200 km/t fær somu revsing, sum tilkomin hampafólk (við óvilja/í ósketni) fáa fyri at bróta eina víkiskyldu.

Maðurin/kvinnan sum brýtur víkiskyldina kann hava koyrt hampuligt í 15, 20, 30 upp í 40-50 ár. Maðurin og kvinnan kunnu verða avhaldandi ella ógvuliga mátahaldandi við rúsdrekka. Men hóast allan teirra hampuliga atburð í ferðsluni gjøgnum øll hesi árini, so skal hetta eina brotið - og tá kann tað eisini vera gjørt í tænastu fyri títt arbeiðspláss - revsast ájavnt við at koyra 180-200 km/t. Eitt brot sum verður gjørt við fríum vilja, og í træmansskapi, skal revsast ájavnt við eitt brot sum verður gjørt við óvilja og í ósketni, eitt brot uttan, at nakað ónt motiv liggur aftanfyri.

Jólagáva frá einum samdum løgtingi

Tað líkist svartasta ongum! At ein so óetisk og órættvís lóg bara skal rullast ígjøgnum. Eitt annað sum eisini er órættvíst, er at nú verður heldur ikki munur gjørdur á brot á víkiskyldu við hávatonnum og víkiskelti (treytaða!), og víkiskyldu uttan hávatenn og víkiskelti (vanliga!). Persónur ið »bara« brýtur vanliga víkiskyldu, skal (forbarmi seg!) eisini hálast í rættin, og missa ein dag á arbeiðsmarknaðinum. Tað sita mong tilkomin fólk, og fólk í bestu árum og syrgja runt Føroya land í dag. Tey hava koyrt hampuligt og edrúiligt ígjøgnum mong ár. Men so gjørdu tey eitt mistak - tíverri - brutu víkiskyldina (við óvilja/í ósketni) og mistu koyrikortið treytað. Tey fóru á skúlabonk hjá koyrilæraranum saman við teimum 18-19 ára gomlu »helldrivers«. Teir ungu kláraðu teoriina sum ein svisk, men tey tilkomnu blivu brend av, tí tey hava ikki sama førleika at minnast uttan at, sum tann ungi hevur. Mong fólk í 50-árunum og í 60-árunum hava fingið síns lívskvalitet sorlaðan sundur av hesi himmalrópandi órættvísu ferðslulóg. Tey vera revsaði optimalt fyri ikki hava somu evnir at minnast uttan at til eina teoriroynd, sum unglingin ið bara skal fríska 1-2 ára gamlan lærdóm upp aftur.Vælsignaðu 32 løgtingsfólk! Gevið Føroya bilførarum eina jólagávu í rættvísisins navni, og fremjið neyðugu broytingarnar í ferðslulógini. Revsið víkiskyldisbrot á ein sømiligan og rættvísan hátt. Men lat eitt vatntætt skott vera ímillum brot á ferðslulógina, sum eru gjørd við vilja og í træmansskapi, og brot sum eru gjørd í ósketni og við óvilja. Fólk úr øllum Føroyum, í øllum aldri, úr øllum flokkum, ið eru rakt av hesi órættvísu ferðslulóg kunnu skriva til undirritaða á heri-sim@post.olivant.fo ella til postsmogu 111, 110 Tórshavn. Aftaná nýggjár fara vit at langa nevan í borðið, um hetta órættvísi ikki steðgar í stundini!


N.B. Brýtur ein løgtingslimur víkiskyldina, rakar ferðslulógin viðkomandi líka svárt og hart!