er ikki einans fimleikarar úr Runavík og økinum á eystara armi á Eysturoynni, sum gera fimleik í Støkk. Eisini koma fimleikarar úr fleiri øðrum bygdum á Eysturoynni. Lív Reinert Kjeld sigur, at børn og [...] kappast á oyggjaleikum heldur venjingin fram til føroyska ferðaliðið fer til Guernsey seinast í juni mánað. Flestu fimleikararnir binda nú frið til mánaðarskiftið august-september, tá herjað verður á aftur [...] nar. Stúgvandi full høll Bæði leygardagin og sunnudagin leitaðu nógv fólk sær í høllina í Runavík. Á skránni báðar dagarnar var, umframt vanligu liðini hjá Støkk, fýra rútmisk fimleikalið, sum øll vóru
sín óhepna dám á trivnaðin á skúlanum. Lærarastovan var í síni tíð gjørd til 17 lærarar, nú eru teir 70; eisini parkeringsviðurskiftini eru heilt av leið. Næmingar eru noyddir at parkera á »bønum«. Ítró [...] hølir og útgerð. Hendan óheldiga polariseringin førir eisini til eitt óheldugt agg ímillum næmingarnar á teimum ymsu skúlunum. Lat okkum hava skúlarnar atskildar Lat okkum hava eitt handilsskúlaumhvørvið, [...] byggja nýggjan studentaskúla. So seint sum fyri mánað síðani bleiv peningur, sum annars var játtaður á fíggjarlógini til endamáli fluttur til annað brúk innan skúlaøkið. Einki ringt um at játta peningin
til Oyrarbakka. Tað er eisini á Oyrarbakka, at hann er vaksin upp og sleit sínar barnaskógvar. Foreldrini hjá Jógvani Kruse eru Ólajákup og Jonhild Kruse, og tey búgva eisini á Oyrarbakka. Verfaðir nývalda [...] umleið 60 miljónir. Her er óvanliga nógv fingið burtur úr, og tað er eingin loyna, at skúlin, ítróttarhøllin og leikvøllurin við Margáir eru megnarverk, sum eru við til at framtíðartryggja kommununa. Tað [...] hann eisini hevur stóra virðing fyri. Nývaldi borgarstjórin letur eisini væl at samstarvinum, sum var á kommunuskrivstovuni sum heild, og hann rósar teimum fólkum, ið starvast fyri kommununa. - At eg treivst
Finn, sum hon giftist við í 1962. Niður at lesa Tey fyrstu árini búðu tey á Skála. Tá arbeiddi hon eitt skifti á skrivstovuni á skipasmiðjuni hjá Kjølbro. Men tað gav ikki so nógv av peningi sum fiskaarbeiði [...] Diana í Puntabyrgi er fødd í 1941 á Selatrað, har hon eisini sleit sínar barnaskógvar. Foreldur hennara, Anna Maria og Mathias Jacobsen, fingu 9 børn, og er Diana elst av systkjunum. Í 1962 giftist hon [...] barnaflokkinum. Í einum húsi við so nógvum børnum, var nógv at gera, og Diana slapp ikki at liggja á lætu síðuni. Hon var bert ein lítil smágenta, tá hon varð send til neyta og í torv. Tá í tíðini vóru
vitjanin er 6 - 8 ferðir um árið, fyri hvønn borgara. Hetta sigur eisini nakað um, hvussu stórt trýstið er á høllina! Svimjihøllin brúkt til nógv endamál Svimjihøllin í Havn verður nógv brúkt, hon skal hýsa a [...] svimjifelagnum og Ísb. Higartil hevur tað borið til at hýst øllum, men nú er um at verða ov trong. Trýstið á høllina økist gerst ov stórt At høllin gerst alt meira tronglig, síggja vit við at hyggja eftir talinum [...] ár hava 91.424 fólk vitja høllina. Við at framrokna vitjaninar í ár, koma vit uppá eitt vitjunartal á 137.136 ella meira enn 10.000 fleiri vitjanir enn undanfarna ár. Sjálvsagt skal hetta tal takast við
eina gøtu í brekkuni millum ítróttarhøllina á Nabb og svimjihøllina í Gundadali. Fyrst varð grivið omanav og niður á fasta mold. Síðani varð dúkur lagdur á og grót lagt í botnin, og nú verður toppskervur [...] er liðug í 9. flokki á Argjahamri, og sum fer til Danmarkar á eftirskúla eftir summarferiuna. Emma arbeiðir nakrar tímar í Sunset, men hjá Bjørk eru hetta tey allar fyrstu fetini út á arbeiðsmarknaðin. Í [...] raka enn eitt less av toppskervi út á gøtuna. Sum eftir ætlan verður liðug í morgin. Seinasta arbeiðsdagin. Millum arbeiði og pedagogikk Á skrivstovu síni ovast á Margarinfabrikki situr Petur Háberg og
búgva á bygd, og at hvørgin teirra bjóðar seg fram aftur á valinum 29. oktober. Tað var munur var á lutfallinum millum atkvøðurnar, sum flokkarnir fingu á bygd og í bý, og tølini siga, at valevni á bygd [...] valdir á bygd og ein í høvuðsstaðnum. Fólkaflokkurin er undirumboðaður í høvuðsstaðnum og yvirumboðaður á bygd. At Fólkaflokkurin sammett við á bygd nú er veikur í høvuðsstaðnum sást seinast á fólkati [...] lá til at vinna annan mannin, inntil úrslitið á Nabb vísti seg at vera katastrofalt soltið. Sambandsflokkurin er í løtinginum lutfalsliga betri umboðaður á bygd enn í høvuðsstaðnum. At sambandsflokkurin
spennandi og rokmiklan dyst, at mongu áskoðararnir leitaðu sær niðan á Nabb hóskvøldið. Seinna hálvfinalan millum Kyndil og VÍF var á skránni, og mett eftir teimum fýra dystinum, sum liðini higartil í ár [...] fanga teir aftur, men eftir hetta gekk sera, sera javnt á. Kyndilsliðið helt tó skinnið á nøsini, og hóast vestmenningar fleiri ferð komu upp á javnt, eyndaðist tað teimum ongantíð at koma fram um kyndilsmenn [...] tí enn eru teir á odda í landskappingini hjá monnum. Sum so hava teir heldur ikki stundir at hanga við høvdinum, tí longu sunnudagin verður aftur stórdystur á skránni, tá StÍF kemur á vitjan í Vestmanna
eisini fór at vera fólkaogn í 2010. Í gjárkvøldið vóru 1000 fólk vitni til eitt stórt show í Høllini á Nabb, sum vísti, at tólv ár eldri er Pipar & Salt enn feskt í minninum, sprelllivandi og at fleiri av [...] báðir hava á pallinum. Saman við góðum tónleikarum sum Showmenn og Finnur Hansen, umframt tær báðar Maluna Eyðunsdóttir og Maluna Thomsen, talar alt fyri kvaliteti, longu áðrenn farið verður á pall. So er [...] minuttir. Eg kann róligt viðganga, at eg ongantíð hesar 100 minuttirnar á nakran hátt keddi meg. Tvørturímóti. Hvør leiklutur er somikið stutt á pallinum, at tú nær ikki at keðast av honum, áðrenn brádliga ein
tjaldi. Tað er eisini vorðið alt vanligari at leiga seg inn í á eina matstovu ella á café. Færri, men góðar gestir Her koma vit automatiskt inn á hetta við at bjóða so nógvum gestum, ja ofta fleiri hundrað [...] krevur bæði dirvi og hugflog at finna upp á nakað øðrvísi og persónligt – men tað er heilt sikkurt nógv, nógv festligari og minniríkari! Sjálvandi er munur á, hvussu vit hátíðarhalda eitt sveinagildi og [...] Tónleikaliga kann ein veitsla skjótt gerast ein niðurtúrur hjá musikalskum fólki. Eisini á hesum økinum ber til at finna upp á okkurt skeg, sum ikki nýtist at kosta meira enn eitt hálvvánaligt hoppsassa amatørorkestur