Elin Lindenskov
býráðslimur
?????????????
Eg skjóti upp, at kanna niðanfyri nevndu møguleikar, fyri síðani at taka støðu til, hvussu vit víðka um svimjimøguleikanar í Havn.
Alt. 1. Býráðið ognar sær ÍSF húsið og byggir eitt "Vatnland" uppí svimjihøllina tann vegin, og møguliga byggja ein 50 m. langan kappingarhyl uppí verðandi høll, um pláss er fyri tí.
Alt. 2. Byggja eina svimjihøll, við "vatnlandi" og kappsvimjingarhyli, afturat.
Alt. 3. Kannar um aðrir møguleikar eru fyri at víðka um svimjingina í Kommunun.
Svimjing er fyri allar borgarar
Svimjing er einasta ítróttartilboð, sum allir borgarar í kommununi kunna njóta, uttan mun til aldur ella førleika. Svimjihøllin er einasta ítróttartilboð, sum ikki krevur limaskap í felag, ella krevur at ein møtir til ásettar tíðir. Eitt sera gott og heilsumennandi tilboð, til hvønn tann einasta borgara í kommununi.
Svimjihøllin 20 ár
Komandi ár verður Svimjihøllin í Havn 20 ár. Høllin avloysti, fyri 20 árum síðani, Svimjihylin í Gundadali, sum tá var 23 ára gamal. Tann hylurin var úti og kundi tí bert brúkast summarhálvuna. Svimjihøllin var eitt stórt framstig, eitt sera gott tilboð til allar borgarnar í kommununi.
Fólkatalið
Í 1982 búðu umleið 13.000 fólk í Kommununi. Í dag eru vit upp ímóti 18.000 fólk í Kommununi (Kollafjørður íroknaður), eini 5000 fleiri enn tá íð høllin bleiv bygd. Við verðandi gongd kann roknast við at í 2007 búgva yvir 20.000 fólk í kommununi.
Svimjihøllin nógv brúkt
Svimjihøllin verður vijta umleið 150.000 ferðir árlig. Svarandi til, at hvør borgari í kommununi svimur í miðal 15 ferðir um árið. At hvør borgari svimur í miðala 15 ferðir árliga er sera nógv samanborið við eitt nú Danmark. Har verður sagt, at ein svimjihøll er væl vitja, um miðal vitjanin er 6 - 8 ferðir um árið, fyri hvønn borgara. Hetta sigur eisini nakað um, hvussu stórt trýstið er á høllina!
Svimjihøllin brúkt til nógv endamál
Svimjihøllin í Havn verður nógv brúkt, hon skal hýsa almenninginum, barnagørðunum, fólkaskúlunum, øðrum skúlum í býnum, svimjifelagnum og Ísb. Higartil hevur tað borið til at hýst øllum, men nú er um at verða ov trong.
Trýstið á høllina økist gerst ov stórt
At høllin gerst alt meira tronglig, síggja vit við at hyggja eftir talinum av vitjandi, sum er vaksandi allatíðina. Í 1994 svumu 116.072 fólk afturímóti 127.906 fólkum í 2000 í almennari svimjitíð t.v.s. her eru skúlar, barnagarðar og svimjifeløgini ikki tald við.
Til og við 31.08 í ár hava 91.424 fólk vitja høllina. Við at framrokna vitjaninar í ár, koma vit uppá eitt vitjunartal á 137.136 ella meira enn 10.000 fleiri vitjanir enn undanfarna ár. Sjálvsagt skal hetta tal takast við fyrivarni, men hóast tað, so sæst at vitjunartalið í høllin er støðugt vaksandi
Vitjanartalið veksur til tað dupulta
Veksur talið av vitjandi líka nógv næstu 6 árini sum í ár, verður talið í 2007 umleið 200.000 vitjanir. Eingi hagtøl eru fyri vitjandi í 1982, men um vit meta út frá omanfyristandandi tølum, so hevur vitjanartalið ligið nakað undir 100.000 í 1982. Hetta merkir, at vitjanartalið er vaksið við meira enn tí dupulta í 2007 í mun til 1982, tá henda svimjihøllin var bygd.
Góð starvsfólk hava nógv at týða
Hóast svimjihøllin er tronglig, er høllin í sera góðum standi, takkað verið starvsfólkum og leiðarnum í høllini. Høllin er í so góðum standi, at hon, sum hon er, kann brúkast í nógv ár afturat.
Onnur ítróttartilboð
Seinastu árini hevur Kommunan víðkað um onnur ítróttartilboð, Tórsvøllur er bygdur, Ítróttarhøllin í Hoyvík er undir bygging, Kollafjørður fær eftir ætlan sína høll og peningur er avsettur til eina rennibreyt. Hetta eru øll góð tiltøk, sum hava verið røtt at gera, men nú er tíðin komin til svimjingina.
25 ára føðingardagsgáva
Mítt uppskot er tí, at næsta stigi fyri ítróttina verður at víðka um svimjimøguleikarnar, soleiðis at bæði almenningurin, skúlar/barnagarðar og svimjifeløgini fáa góðar umstøður at svimja í. Eg skjóti tí upp, at vit á 25 ára degnum hjá Svimjihøllini í 2007, kunna bjóða øllum borgarnum í kommununi, betri umstøður at svimja í.