Stúgvandi full høll í Runavík

Fimleikararnir í Støkk sýndu fram bæði leygardagin og sunnudagin fyri fullari høll. Fimleikaárið er um at enda og framsýningin var endabresturin fyri fimleikaárið í ár.

Um vikuskiftið hevði fimleikafelagið úr Runavík, Støkk, sína árligu fimleikaframsýning. Av tí, at áhugin fyri framsýningini vanliga er rættiliga stórur, hevði nevndin í Støkk valt at sýna fram bæði leygardagin og sunnudagin.

Onnur feløg skipa vanliga framsýningarnar so, at tey yngru eru fyrra dagin, meðan tey eldru sýna fram seinna dagin. Í Runavík um vikuskiftið vóru tvær samlaðar framsýningar, har allir fimleikararnir vístu kynstur síni fram báðar dagarnar.

Árligu framsýningarnar eru endabresturin hjá fimleikafeløgunum, har allir fimleikararnir í feløgunum sleppa at sýna fram tað, tey hava vant allan farna veturin.

Framsýningin er hæddarpunktið hjá flestu fimleikarunum, og eitt frágera gott høvi hjá øllum íðkarum at sýna fram. Til kappingarnar um veturin verða vanliga nógvir fimleikarar sáldaðir frá, meðan til framsýningarnar sleppa allir fimleikararnir upp í part. Talan er tí um eitt tiltak, sum er fyri breiddina og ikki einans fyri teir dugnaligastu fimleikararnar.

Stúgvandi full høll
Bæði leygardagin og sunnudagin leitaðu nógv fólk sær í høllina í Runavík. Á skránni báðar dagarnar var, umframt vanligu liðini hjá Støkk, fýra rútmisk fimleikalið, sum øll vóru við í Stórkappingini, og reiðskapsfimleikur.

Skrivarin í Støkk, Lív Reinert Kjeld, metir, at eini hálvfjórðhundra fólk vóru leygardagin, meðan eini 500-600 vóru sunnudagin. Fyrstu árini vóru ikki so nógvir limir í Støkk, og tí vóru fimleikaframsýningar í Glyvra Skúla, men seinastu 25 árini hevur ítróttarhøllin verið karmur um tiltakið.

Av tí, at 5, 10, 15 árs nálir og ídnisprógv vórðu handað sunnudagin, høvdu fleiri fólk leita sær í høllina sunnudagin. Ídnisprógv verða givin til ein til tveir fimleikarar á hvørjum liðið, sum hava gjørt størst framstig í vetur.

Tað nýtist ikki at vera tann dugnaligasti fimleikarin, ið fær henda heiður, men eins nógv tey, ið hava lagt fyri nógv fyri í venjing og gjørt stór framstig Nógv foreldur, systkin og ommur og abbar vóru í høllini sunnudagin og sóu teirra nærmastu verða heiraðið.

Tað hevur verið havt á lofti, at ofta eru framsýningarnar í longra lagi, og tí ikki serliga áskoðaravinarligar. Tí varð avrátt í Støkk, at tiltakið ikki skuldi verða longri enn hálvan triðja tíma.

Hjá fimleikafeløgunum hevur árliga fimleikaframsýningin stóran fíggjarligan týdning. Umframt seldu atgongumerkini, so royna feløgini at skipa fyri tiltøkum, so so nógvur peningur fæst til vega sum gjørligt, tí tað er tungt at reka eitt fimleikafelag.

Støkk skipaði fyri páskatombola, har páskaprýði og páskaregg vóru at vinna. Nógv fólk royndu seg, og so væl gekst, at allir vinningarnir fóru longu leygardagin, og tí var ikki neyðugt við tombola sunnudagin.

Felag í menning
Støkk er trið størsta fimleikafelagið í Føroyum, og í løtuni er umleið 450 aktivir limir. Felagið varð stovnað í 1966, og í Støkk hevur limatalið aldrin verið so høgt sum nú.

Tað er ikki einans fimleikarar úr Runavík og økinum á eystara armi á Eysturoynni, sum gera fimleik í Støkk. Eisini koma fimleikarar úr fleiri øðrum bygdum á Eysturoynni. Lív Reinert Kjeld sigur, at børn og ung koma eisini av Strondum, Skála, Gjógv, Funningi og Eiði til fimleik í Støkk, og tað rættiliga hugaligt, at hugurin skal vera so stórur at gera fimleik.

Hæddarpunktið hjá felagnum í ár var fimleikafagnaðurin, har Støkk gjørdist vinnari. Evnið var havbotnurin, og tá saman um kom, komu dómararnir til ta niðurstøðu, at avrikið hjá Støkk var mest sannførandi.

Í Stórkappingini, sum er FM í rútmiskum fimleiki, gekk ikki heilt eftir vild hjá fimleikafelagnum úr Runavík. Havnar Fimleikafelag gjørdist stóri sigursharrin, men í Støkk siga tey, at tey ætla at koma sterkt aftur komandi ár.

Endabrestur og tó
Vanliga er fimleikaframsýningin endabresturin hjá fimleikafeløgunum kring landið, men Støkk hevur enn nøkur tiltøk eftir. Komandi sunnudag fara 160 fimleikarar til Klaksvíkar at sýna klaksvíkingunum síni kynstur.

Árligi túrðurin til Klaksvíkar er fastur fastur táttur hjá Støkk. Í Støkk siga tey, at framsýningin verður klokkan 15.30 í KÍ-høllini, og framsýningin verður í góðan hálvan annan tíma.

Fyrst í mei-mánað verður FM í amboðsfimleiki fyri tey yngru- og eldru deildirnar, og tí er fimleikaárið ikki heilt av enn. Hjá fimleikarunum, sum skulu kappast á oyggjaleikum heldur venjingin fram til føroyska ferðaliðið fer til Guernsey seinast í juni mánað. Flestu fimleikararnir binda nú frið til mánaðarskiftið august-september, tá herjað verður á aftur.