Orð&myndir: Dánjal Højgaard
----
Uttan fyri høllina á Nabb er rokan í fjøruni.
Framman fyri ein dunga av skervi standa tvey ung fólk við spaka og lempa skerv upp í eina hjólbøru, so at dustið stendur frá. Tá ið hjólbøran er hálvfull, fer ein triði avstað við henni. Samstundis stendur tann fjórði klárur at rulla eina nýggja hjólbøru fram.
Tað gongur slag í slag.
– Strævið arbeiði, blæsir 16 ára gamli Heri Hjalt Mohr, tá hann kemur stunandi oman gjøgnum brekkuna við hjólbøruni.
– Nokkso strævið. Ið hvussu so er fyri dreingirnar, argar hann, meðan hann hellir skervin úr hjólbøruni út á gøtuna.
– Tað passar ikki, eru genturnar skjótar at svara aftur.
Bjørk Svabo Róadóttir og Emma á Dunga eru útgjørdar við hvør sínari jarnrívu, og so hvørt sum hjólbørurnar koma trillandi omaneftir og verða tømdar, raka tær skervin út, so at gøtan verður jøvn og sløtt.
Stoltleikin av arbeiði
Tey eru átta ungfólk í aldrinum 14-16, sum hava fingið til uppgávu at gera eina gøtu í brekkuni millum ítróttarhøllina á Nabb og svimjihøllina í Gundadali.
Fyrst varð grivið omanav og niður á fasta mold. Síðani varð dúkur lagdur á og grót lagt í botnin, og nú verður toppskervur koyrdur omaná.
Og tað merkist í teimum ungu kroppinum, sum eru mest vanir við at sita stillir á skúlabonki.
– Hetta hevur verið ræðuliga strævið. Tað góða er, at vit finna út av, hvussu tað er at arbeiða fyri kommununa, og mann lærir nýggj fólk at kenna. Mann fær nógv burturúr, sigur Emma, sum er 15 ára gomul og gongur í skúlanum á Argjahamri.
– Eg havi lært, hvussu leingi tað tekur at gera eina gøtu. Meiningin var at vit skuldu gera tríggjar gøtur, men tað tók longri tíð enn væntað. Tað er hart at arbeiða so leingi. Eg visti ikki, at tað var so strævið at arbeiða, og nú skilji eg betri, hví mamma altíð biður meg hjálpa til har heima, sigur Bjørk, sum er liðug í 9. flokki á Argjahamri, og sum fer til Danmarkar á eftirskúla eftir summarferiuna.
Emma arbeiðir nakrar tímar í Sunset, men hjá Bjørk eru hetta tey allar fyrstu fetini út á arbeiðsmarknaðin.
Í dag er veðrið hampuligt. Mjørki og eitt sindur av sirmi, men fyri tað mesta hevur tað verið kalt og vátt, nú næstseinasti arbeiðsdagurin er upprunnin. Men tey hava hava lært at latið seg í eftir umstøðunum.
Ein av avbjóðingunum var ein stórur hylur niðast í gøtuni. Tey máttu grava eina veit, so at vatnið setti frá. Ein onnur avbjóðing var, at streymkáplar lógu í jørðini, har gøtan skuldi vera. Káplarnir máttu gravast út og í samráð við lendisdeildina hjá kommuni vórðu teir fluttir longur niður.
– Tey hava verið øgiliga arbeiðssom. Tey hava ongantíð grenjað, ja eru enntá komin við góðum hugskotum, og tey hava møtt til tíðina, sigur ein væl nøgdur Jógvan Róin, sum er bólkaleiðari hjá teimum átta á Nabb.
Eins og fleiri av hinum bólkaleiðarunum lesur Jógvan uttanlands, og hevur fingið ein summarkjans frá kommununi. Hann stendur fyri arbeiðinum, men fakligir ivaspurningar, sum krevja serligt innlit, verða loystir í samráð við lendisdeildina hjá kommununi.
– Vit royna at læra tey góðan arbeiðsmoral og virðið í pengum. At mann má arbeiða fyri at fáa løn, og at tað ikki nýtist at vera keðiligt at arbeiða, sigur Jógvan, sum sjálvur hevur tikið spaka í hond og fyllir skerv upp í hjólbøruna.
Hóast tað hevur verið strævið, so leggja tey ungu dent á, at samanhaldið hevur verið gott og at tey hava tosað ordiliga væl saman. Eisini síggjast arbeiðsroyndirnar aftur í kelinøvnunum, sum tey eru farin at geva hvør øðrum, har tey bæði hava eina ”Gøtu-Martu” og eina ”Elsu The Bøkk-bera”.
Bæði Emma og Bjørk gleða seg til at tjena sínar egnu pengar. Tær halda eisini, at tær kunnu nýta tær tær fyrstu arbeiðsroyndinar, tá tær skulu út á arbeiðsmarknaðin.
Eisini merkir tú á teimum, at tær eru ikki sørt ernar av hava lagt kropp og rygg til eina spildurnýggja gøtu í Tórshavnar kommunu. Ein kensla av at hava gjørt mun.
– Sum ein genta segði: Nú kunnu vit siga, at hesa gøtuna bygdu vit, siga Bjørk og Ebba, og raka enn eitt less av toppskervi út á gøtuna.
Sum eftir ætlan verður liðug í morgin. Seinasta arbeiðsdagin.
Millum arbeiði og pedagogikk
Á skrivstovu síni ovast á Margarinfabrikki situr Petur Háberg og togar í træðrirnar. Telefonin á borðinum ringir. Ein av arbeiðsbólkunum manglar eitt stað, har tey ungu kunnu eta matpakkan, og nú roynir Petur at finna eina loysn.
Hann samskipar Ung í Arbeiði. Frá 1. mei til 1. august hevur hann hetta burturav. Talan er um eitt tiltak undir Tórshavnar kommunu, men tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri.
Meginparturin av teimum ungu eru skipað í bólkar. Ofta eini átta í hvørjum. Teir hava hvør sín bólkaleiðara, sum eru vaksin fólk. Bólkaleiðararnir hava fingið hvør sína arbeiðsmappu, har endamálið við tiltakinum og tann ítøkiliga arbeiðsuppgávan eru lýst.
Tey arbeiða í ymiskum býarpørtum. Hava eina fasta støð, har tey møtast, goyma amboð og hava matarsteðg, greiðir Petur frá, meðan hann peikar á eitt kort, har býurin er býttur upp í økir. Á vegginum er eisini ein listi yvir teir 7 bólkaleiðararnar.
Hann greiðir frá, at tað eru í høvuðsheitum tvey endamál við Ungum í arbeiði.
Annað endamálið er at fríðka um býin og gera uppgávur, sum annars ikki høvdu verið gjørdar. Talan er aleina um uppgávur av kommunalan slag, og ikki uppgávur sum eru kappingaravlagandi fyri privatu vinnuna.
Hitt endamálið er at geva uppvaksandi ættarliðnum av býarbørnum eitt forsmakk upp á tað komandi arbeiðslívið.
Ein góðan forsmakk.
– Endamálið er at geva teimum ungu í kommununi eitt positivt inntrykk av arbeiðslívinum. Tað er høvuðsendamálið, sigur Petur.
– Hetta er ikki ein lega. Hettar er veruligt arbeiði. Men vit taka fyrivarni fyri, at tey ungu eru ymisk og at hettar er nakað nýtt fyri teimum. Summi eru sterk og tola nógv av, meðan onnur mugu kjúklast meira um. Tí hava vit bólkaleiðarar, sum fyrst og fremst duga við menniskjum, sigur Petur og vísir á, at tiltakið er ein balansugongd millum arbeiði og pedagogikk.
– Ætlanin er at geva teimum ein bleytan yvirgang til arbeiðslívið. Eingin ivi er um, at vóru hetta vaksin fólk, so vóru nógv av teimum langt síðani koyrd. Men vit royna at motivera tey og eggja teimum til. Vit vilja geva teimum kensluna av, at tey klára at gera eitt arbeiða og tjena sínar egnu pengar. Vit royna at boosta sjálvsálitið hjá teimum, sigur samskiparin.
Tað krevur tol
Í garðinum sunnanfyri Ellisheimið í V. U. Hammershaimsgøtu eru kustarnir í sving.
Ein gamal bonkur, sum hevði tænt fyri seg, er sagaður sundur og koyrdur burtur og beint nú eru tey í ferð við at feia savilspønirnar saman.
Seinastu tvær vikurnar hevur garðurin verið karmur um fyrstu arbeiðsroyndirnar hjá trimum ungfólkum. Tey hava lúkað, tikið rabarbur upp. Málað.
Og viðhvørt eru tey farin ein túr á Sandvíkarhjalla við bólkaleiðaranum, Trúgva Johansen, við ruski.
– Hetta krevur nokkso nógv tol. Eg havi ongantíð arbeitt fyrr, so tað krevur nokkso nógv tol at vera til arbeiðis í 8 tímar, sigur 14 ára gamla Íðunn Mortensen.
Hon upplivir at tað er strævið at arbeiða. Og at hon hevur størri tørv á hvíld, tá ið dagurin er av.
Og so heldur hon, at hon skilir betri hvat tað merkir, tá pápin arbeiðir á skrivstovu og mamman á landssjúkrahúsinum dagin langan. At tað kann vera møðsamt viðhvørt.
– Onkuntíð hava tey verið nokkso lin, leggur Trúgvi upp í og hyggur argandi upp á Íðunn. Fert tú ov seint í song, orkar tú ikki upp morgunin eftir, og tað hevur onkuntíð givið at bíta.
Annars letur Trúgvi væl at. Tey hava verið arbeiðssom. Viðhvørt í so arbeiðssom. Hava púrasta gloymt at hildið matarsteðg, so at hann hevur verið noyddur beinleiðis at steðga teimum.
Tí arbeiðsdisiplinin er ein partur av upplæringini.
– Eg haldi at eg havi útviklað meg hesa tíðina, sigur 14 ára gamla Ester Skála.
– Tíðin gongur seint, men mann fær nógv meira tol. Mann kemur eitt stig longri, heldur hon fyri, meðan hon feiar.
Men tíðin í garðinum hevur ikki bara verið krevjandi. Tey hava eisini hugna sær og minnast serliga túrarnar niðan á Sandvíkahjalla saman við Trúgva.
Og tann góða matin. Og sodavatnið.
Hvønn dag hava tey fingið døgverða úr køkinum á Ellisheiminum, ”kongaligan mat”, sum Ester kallar tað. Harafturat hava tey havt beinleiðis atgongd til sodavatnsgoymsluna hjá heiminum.
– Vit hava nokk drukkið allar kola´irnar hjá teimum, smílist Íðunn.
Eitt greivalív. Men strævið kortini.
– Onkuntíð hevur tað verið nokkso strævið fyri kroppin. Mann má ordiliga boyggja ryggin, sigur 16 ára gamli Rúni Johansen.
Klokkan er farin at nærkast 4 og skjótt hava tey frí.
Hann geispar so hjartaliga.
Atfinningarnar
Á skrivstovuni síni á Margarinfabrikki situr samskiparin Petur Háberg og roynir at fáa alt at ganga upp. Margarinfabrikkin hevur í almennum lýsingum vent sær til havnarborgar og biðið teir ávísa uppgávur, sum liggja á láni.
Gøtur skulu gerast. Spælipláss skulu málast. Almenn økir lúkast.
Undirtøkan er stór, og Petur skrásetir uppgávurnar, og skipar fyri hvussu tær skulu loysast.
Atfinningarnar kennir hann. Um at hetta er bara tvætl og spæl. Við skattaborgarans pengum. Tung í arbeiði, sum onkur háðandi hevur kalla tey.
– Hetta er so avgjørt ikki burturspiltir pengar. Fyri tað fyrsta verða uppgávur gjørdar, sum annars høvdu ligið á láni. So tað er ikki burturspilt. Hvussu effektiv tey eru, er sjálvandi ymiskt, men tú kanst ikki krevja tað sama av einum ungum fólki, sum arbeiðir fyri fyrstu ferð í lívinum, sum tú krevur av einum royndum arbeiðsmanni, sigur samskiparin.
– Hetta við at sláa í nakkan og nú fert tú til arbeiðis, er ein farin tíð. Ungdóminum tørvar motivatión, hjálp til at fara úr reiðrinum og á flog. Tí verður talan ikki um stór arbeiðsavrik, men at motivera tey til arbeiðsmarknaðin.
Sjálvur hevur hann verið upp í hesum arbeiðinum í fleiri ár. Og hann kennir seg sannførdan um, at tiltakið Ung í arbeiði er meira enn spæl. At tað veruliga er ein verulig lopfjøl hjá komandi ættarliðum út í arbeiðslívið.
– Eg havi fingist við hetta í fleiri ár og fái javnan afturmeldingar bæði frá teimum ungu og foreldrum teirra. Eg fái at vita hvussu týdningarmikið tað var fyri tey at tey vóru við í Ungum í Arbeiði. Tey hava fingið blóð á tonna við at tjena so nógvar pengar, og tey hava so funnið sær annað arbeiði. Hetta hevur skumpað tey í gongd.
Málararnir í Hoyvík
Á sparkivøllinum uttanfyri Skúlan við Løgmannabreyt síggjast ungir dreingir til arbeiðis í hvítum málarabúnum. Teir eru í ferð við at mála trægarðin kring sparkivøllin svartan.
Summis standa. Aðrir sita. Og onkur liggur.
Teir hava málingabakkar, penslar og málingarullur. Onkur gongur á leistum. Fyri ikki at dálka teir fínu ítróttarskógvarnar, sum standa parkeraðir beint við síðuna av.
– Ansa eftir ikki at mála ov tjúkt, ávarar bólkaleiðarin Jóna Ó. Dalsgarð. Í sama viðfangi ger hon vart við at onkur av dreingjunum er ov sparin við avdekninginum og má fáa sær meir papp undir knøini, so at hann ikki dálkar tann fína grøna vøllin.
– Kanska eri eg eitt sindur strong. Men eg eri fitt, sigur hon argandi við dreingingar.
– Aaahhhh, letur einum av dreingjunum. Og ein annars er skjótur at leggja afturat:
– Sum ein segði: Tú hevur stjórapontentiali. Tú skalt bara ikki vera stjóri hjá mær.
Tónin er góður.
Í gjár og í dag hevur verið málingaveður. Teir hava málað onkra træbrúgv og nakrar ferðslustopparar, áðrenn teir fóru í holt við sparkivøllin. Annars hava teir lúkað og rakað gras saman ymsastaðni í Hoyvíkshaganum.
Teir eru slopnir at royna, hvat tað merkir at arbeiða úti. Veðrið hevur verið illfýsið viðhvørt. Tað oysregnaði. Onkur fekk karm. Teir máttu kroka afturundir onkrum sethúsum.
– Hettar dámar mær væl. Tað er gott at sleppa at royna at arbeiða úti í øllum veðri. Eg ætli mær at læra til timburmann, um eg ikki verið telduprogrammørur. Mær dámar væl at rokast, smílist Bogi Bech Húsgarð og fær sær upp á málingarulluna.
Hann er í plastikkhandskum og hevur hettuna á málingabúnanum væl fyri høvdið, so at bert andlitið kemur undan. Tann hvíti búnin er í støðum svartur av málingablettum.
Hann er bert 14. Hevur ongantíð havt lønandi arbeiði fyrr, og dylir ikki fyri at pengarnir eisini vóru orsøkin til at bjóða føroyska veðrinum av.
– Hetta hevur verið ræðuliga hart. Harðari enn eg væntaði. Serliga tá ið veðrið var ringt. Tá gleddi eg meg at koma heim. Men tað var gott allíkavæl. Eg eri ordiliga sloppin at brúka kroppin, smílist hann.
– Nú fái eg pengar í kassan, 4.500 krónur. Tað er ræðuliga nógv í mínum aldri. Tað er deiligt at tjena sínar egnu pengar og bestemma hvussu pengarnir verða brúktir, sigur hann væl nøgdur.
At prísurin er, at hann noyðist fyrr í song og tíðiliga upp, meðan vinmennirnir, sum hava frí, kunnu taka sær av løttum, iðrar hann seg ikki um.
– Tað er til at liva við. Eg fái pengar, tað fáa teir ikki, flennur hann meðan hann koyrir málinarulluna aftur og fram eftir trægarðinum.
– Teir hava verið ótrúliga raskir og fittir. Ert tú fittur við teir, eru teir fittir við teg. Tað snýr seg um virðing, sigur bólkaleiðarin Jóna, sum sjálv hevur tikið málingarullu í hond.
– Vit royna at geva teimum eina positiva fatan av arbeiði. Teir læra hvat arbeiði er, men vit koyra teir ikki í senk. Teir hava ógvuliga ymiska bakgrund. Summir eru vanir at arbeiða. Aðrir eru tað ikki. Summir hava kanska funnið út av, at teimum dámar útiarbeiði, meðan aðrir hava funnið út, av at hetta er ikki nakað fyri teir. Men tað er eisini fínasta slag.
Royndirnar telja.
Endamálið er eisini at geva teimum ungu innlit í, hvat tað merkir at vera tímaløntur arbeiðari. Tað avrikið, sum liggur aftanfyri ein arbeiðstíma. Og hvussu nógvar tímar tú t.d. mást arbeiða um tú skal forvinna tær fyri eitt telduspæl.
Eisini er strangt eftirlit við uppmøtingini. Ert tú burtur, verður tú trektur í løn. Møtir tú illa, kanst tú vera koyrdur til hús, og so fær onkur annar á listanum kjansin.
Her er eingin góða mamma. Men Jóna gremur seg ikki. Dreingirnir møta væl upp. Gera fyri tað mesta sítt besta.
– Nú mugu tit skunda tykkum, um tit skulu blíva lidnir, skundar hon undir teir.
Í morgin er teirra seinasti arbeiðsdagur.
Tá má garðurin helst vera liðugt málaður.
----
Ung í arbeiði
Tiltakið Ung í arbeiði er eitt kommunalt tiltak, har ungdómar sleppa at gera sínar fyrstu arbeiðsroyndir. Tiltakið er í fleiri kommunum.
Í Havn skipar Magarinfabrikkin fyri tiltakinum. Tey ungu eru millum 14 og 16 ár, og tey sleppa at arbeiða í tvær arbeiðsvikur. Tey 14 ára gomlu tjena 50% av eini arbeiðaraløn. Tey 15 og 16 ára gomlu tjena 75 %.
Endamálið er at geva teimum ungu eina positiva uppliving á arbeiðsmarknaðinum. Tey gera ymsar fyrifallandi uppgávur bæði úti og inni, t.d. á dagstovnum. Tey eru skipað í bólkar við bólkaleiðarum.
Í ár eru 210 ungdómar við í tiltakinum í Havn. Umsøkjaratalið var 416.