Diana í Puntabyrgi er fødd í 1941 á Selatrað, har hon eisini sleit sínar barnaskógvar.
Foreldur hennara, Anna Maria og Mathias Jacobsen, fingu 9 børn, og er Diana elst av systkjunum.
Í 1962 giftist hon við Finn í Puntabyrgi av Tvøroyri, og eiga tey børnini, Ann, Margee og Tórur.
Barnaárini vóru góð, men Diana mátti arbeiða fyri seg. Pápi hennara, sum var timburmaður, var nógv burtur, viðhvørt til skips og onkuntíð smíðaði hann avstaðis.
Mamma hennara var tí nógv einsamøll við stóra barnaflokkinum. Í einum húsi við so nógvum børnum, var nógv at gera, og Diana slapp ikki at liggja á lætu síðuni. Hon var bert ein lítil smágenta, tá hon varð send til neyta og í torv. Tá í tíðini vóru heldur eingir hentleikar, so arbeiðið var hart og strævið.
Tænti í Sloans húsi
Tá Diana var 14 ára gomul, fór hon, eins og flestu gentur tá, út at tæna. Leiðin gekk til Havnar til Ellu Sloan, har hon skuldi vera arbeiðsgenta.
- Hjá Ellu var gott at vera, tí tey vóru so fitt, og eg lærdi at arbeiða har, sigur
Diana.
Í Sloans húsi var stuttligt at vera, tí har kom altíð so nógv fólk. Húsið var altíð klárt
at taka móti gestum, og ofta gisti onkur har eisini.
Árini, hon var í Havn gekk hon í handilsskúla og tók handilsskúlaprógv í 1961. Tað var eisini í Havn, hon kom at kenna Finn, sum hon giftist við í 1962.
Niður at lesa
Tey fyrstu árini búðu tey á Skála. Tá arbeiddi hon eitt skifti á skrivstovuni á skipasmiðjuni hjá Kjølbro. Men tað gav ikki so nógv av peningi sum fiskaarbeiði. Hon tók tí tað strævnara arbeiðið í turkihúsinum framum, fyri at vinna meiri av peningi.
Diana og Finn ætlaðu sær niður at lesa, og tað ráddi um at savna sær pening, tí tá vóru ikki so góðar fíggjarligar sømdir hjá teimum, sum lósu niðri.
Í 1964 fóru tey so avstað, hon at læra til sjúkrahjálpara og hann at lesa til byggifrøðing.
Árini í Danmark vóru góð, og danska samfelagið tók væl móti teimum, serstakliga tá tað vísti seg, at tvey av børnum teirra bóru brek.
Av tí at føroyska samfelagið lítið og einki hevði at bjóða teimum menningartarnaðu, vóru tey verandi niðri og komu ikki heimaftur eftir lokna útbúgving. Men tá felagið, Javni, varð stovnað, broyttust umtøðurnar hjá teimum so við og við. Og tá Skúlin á Trøðni fór at undirvísa menningartarnaðum, hildu Diana og Finn av, at nú var tíð at flyta heimaftur.
Entrepenørur
Gjøgum árini hevur Diana eisini fingist við annað virksemi enn tað, sum er innan øki teirra menningartarnaðu.
Í 1973 varð Føroya Sjúkrahjálparafelag stovnað, og var Diana fyrsti formaður hjá felagnum.
Í mong ár rak hon saman við manni sínum entrepenørfyritøkuna, P/f í Puntabyrgi, har hon hevði alt tað skrivliga um hendi.
- Tað var ein spennandi tíð, og vit høvdu nógv góð arbeiðsfólk, sigur Diana.
P/f í Puntabyrgi, við búmerkinum, Varin Vísir Vegin, bygdi m.a. Nonnuklostrið, sum er tað einasta av sínum slagi í Føroyum. Bygningurin, sum Sjóvinnubankin læt byggja við SMS og ítróttarhøllin í Runavík, eru millum tey verk, sum standa eftir felagið, tá tey góvust í 1985.
Eigi at gevast nú
- Nú eri eg gomul, tíðirnar broyttar, og eg eri broytt. Nú er tíð hjá mær at gevast ? og hjá teimum yngru at taka við, sigur Diana.
Diana sigur, at hon hevur havt eitt gott og spennandi lív. Tey menningartarnaðu hava fylt heim teirra. Nærmastu grannar eru tvey sambýli; tað hevur eisini ríkað heimi hjá Dianu og Finn.
- Okkara vinfólk eru av góðum orsøkum tey menningartarnaðu og teirra avvarðandi, sigur Diana.
- Tíðin, sum formaður í Javna, hevur verið serstakliga góð fyri meg. Tað hevur verið avbjóðandi og stuttligt, og eg eri komin at kenna nógv fólk, sum eg annars ikki hevði havt møguleikan at hitt, sigur hon.
Diana, sum er eitt arbeiðsgrev og ikki orkar at binda frið, er takksom fyri, at hon er signað við góðari heilsu. Nú fer hon at gera alt tað, sum stundir ikki hava verið til fyrr. Hon ætlar sær at hugna sær heima og at vitja fólk.
- Í øllum hevur Gud verið skjól okkara, og hann hevur hjálpt okkum í neyðini. Nú lati eg arbeiðið frá mær og fari út í urtagarðin at hjálpa Finn.