Miðøkið verður styrkt, og útjaðarin viknar. Soleiðis er gongdin í fólkamenningini kring allan heimin, og eitt sindur seinkað í mun til gongdina í fólkamenningini sæst hetta aftur í lutfalsliga býtinum av parlamentarisku umboðanini.
Tá ið ein meiriluti í løgtinginum – eitt sindur óvæntað – fyri fýra árum síðani samtykti, at farast skuldi frá sjey valdømunum, sum eisini vóru gomlu prestagjaldini og sýslurnar, og sum høvdu livað síðani løgtingið varð endurreist í 1852, og til at Føroyar skuldu vera eitt valdømi, so varð yvirornað sagt, at nú fór politikkurin at verða rikin á hægri støði. Tað vil siga, at nú fóru viðgerðirnar í tinginum at vera eyðkendar av, at tingmenn fóru at hugsa landspolitiskt og ikki so lokalpolitiskt, sum tað varð sagt, at politikkurin var.
Tað er breið semja um, at tað seinastu fýra árini ikki hevur verið soleiðis, sum tað varð roknað við. Valfeløgini kring landið eru veikari, enn tey vóru, lokala entusiasman í sambandi við uppstillingina til valið, sum verður um tríggjar vikur, er ikki tann, sum hon plagdi at vera, og í tinginum er floksagin minni, enn hann plagdi at vera. Hjá tí einstaka snýr tað seg um at markera seg fyri at møguleikin fyri afturvali skal verða størri.
Økini og umboðanin
Tað varð tikið sum givið, at skeiva umboðanin, sum gamla skipanin bar við sær, skuldi minkað. Skeivleikin komst av, at smáu valdømini – Norðstreymoy, Vágar og Sandoy – áttu trygd fyri størri valdømisvaldari umboðan, enn tað bar til í stóru valdømunum – Suðurstreymoy og Eysturoy – at rætta upp aftur við eykavaldu tingmonnunum, sum í mesta lagi vóru fimm.
Tá ið Føroyar nú eru eitt valdømi, so kann tað tykjast burtur við at tosa um regionala umboðan, men hóast tað í vallógini ikki verður roknað við økjunum, so verður tað í veruleikanum kortini roknað soleiðis. Tað sæst aftur í uppstillingini, sum í flestu førum verður gjørd í økjunum, og tað sæst aftur í valstríðnum hjá einstøku valevnunum.
Tí er tað framvegis relevant at sammeta býtið av umboðan fyri tey einstøku økini.
Fyri fýra árum síðani varð skeivleikin í lutfallinum millum fólkatal og politiska umboðan ikki upprættaður. Talvan vísir, at tey bæði størstu valdømini í gomlu skipanini framvegis eru undirumboðað. Suðurstreymoy, sum her verður roknað at vera Tórshavnar kommuna íroknað Kollafjørð, er eitt sindur undirumboðað, og Eysturoy varðar av fýra prosentum minni av tinginum enn millum fólkið. Norðoyggjar og Suðuroy eru yvirumboðaðar.
Lutfallið millum fólkatal og umboðan í tinginum eftir løgtingsvalið 19. januar 2008
Fólkatal % Tingmenn %
Norðoyggjar 5977 12,4 5 15,1
Eysturoy 10781 22,3 6 18,2
Norðstreym(-Kollafjørður) 2846 5,9 2 6,1
Tórshavn (+Kollafjørður) 19397 40,1 13 39,4
Vágar 3005 6,2 2 6,1
Sandoy 1446 3 1 3
Suðuroy 4908 10,1 4 12,1
48360 100 33 100
Flokkarnir og umboðanin
Tveir fimtipartar av fólkinum ella 40 prosent búgva í høvuðsstaðar kommununi, og Tórshavnar kommuna eigur knappliga tveir fimtingar av løgtinginum. Trettan av 33 tingmonnum búgva í høvuðsstaðnum.
Tá ið valið var fyri fýra árum síðani, var ivi sáddur um, um nú Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen skuldu roknast millum teir, sum vóru valdir á bygd ella í høvuðsstaðnum, har teir báðir áttu hús. Felags fyri teir báðar var, at teir roknaðu seg sum politikarar av bygd, og teir vóru uppstillaðir av valfeløgum á bygd. Tað er eisini felags fyri teir báðar, at teir nú bara búgva á bygd, og at hvørgin teirra bjóðar seg fram aftur á valinum 29. oktober.
Tað var munur var á lutfallinum millum atkvøðurnar, sum flokkarnir fingu á bygd og í bý, og tølini siga, at valevni á bygd fingu fleiri atkvøður í høvuðsstaðnum, enn valevni í høvuðsstaðnum fingu á bygd.
Hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum var býtið soleiðis, sum tað kann vera. Annar sjálvstýrismaðurin varð valdur á bygd og hin í Havn, og tveir av teimum hjá Miðflokkinum vóu valdir á bygd og ein í høvuðsstaðnum.
Fólkaflokkurin er undirumboðaður í høvuðsstaðnum og yvirumboðaður á bygd. At Fólkaflokkurin sammett við á bygd nú er veikur í høvuðsstaðnum sást seinast á fólkatingsvalinum, tá ið flokkurin lá til at vinna annan mannin, inntil úrslitið á Nabb vísti seg at vera katastrofalt soltið.
Sambandsflokkurin er í løtinginum lutfalsliga betri umboðaður á bygd enn í høvuðsstaðnum. At sambandsflokkurin kortini eigur góða undirtøku í høvuðsstaðnum sást á fólkatingsvalinum, tá ið framgongdin var risa stór og harvið letur møguleikan upp fyri størri umboðan í høvuðsstaðnum eftir valið 29. oktober.
Umboðanin hjá Javnaðarflokkinum er javnbýtt millum høvuðsstaðin og bygdirnar. Á fólkatingsvalinum í september vaks undirtøkan hjá flokkinum í Havnini.
Tjóðveldi er tann flokkurin, sum í tinginum er mest yvirumboðaður í høvuðsstaðnum og harvið lutfalsliga mest undirumboðaður á bygd. Flokkurin hevur átt stóra undirtøku í Havnini, síðani Høgni Hoydal kom á pallin í 1998. Á fólkatingsvalinum í september var afturgongdin hjá Tjóðveldinum í høvuðsstaðnum 8,3 prosent, og tað fer heilt víst at svíða .
Floksumboðanin á bygd og í bý
Flokkur á bygd í høvuðsstaðnum íalt
Fólkaflokkurin 5 2 7
Sambandsflokkurin 6 1 7
Javnaðarflokkurin 3 3 6
Sjálvstýrisflokkurin 1 1 2
Tjóðveldi 3 5 8
Miðflokkurin 2 1 3
Íalt 20 13 33