Fagna lívinum á ársins summarveitslu

Nakrar av ríkastu lívsløtunum stava frá ljósu, føroysku summarnáttini í góðum veitslulagi. Hendan løtan, tá sólin kagar undan sýnini og kínir hópin av kærleiksfullum veitslufólki, sum eru savnað í túninum millum silvurknappar, dans, gittarsang, prát, gras og grønar øl. Tá er lívið vert at liva.

Hoyrdi herfyri um ein kontórmann úr Havn. Hann fylti 50, og øll veitslan var eitt stórt James Bond univers, við dresscode, drinkum, undirhaldi og tónleiki a la Agent 009. Fólk tosaðu um veitsluna í fleiri vikur aftaná, og hann fekk víst eina síðu av sær sjálvum, sum tey fæstu kendu frammanundan.

Tí ein veitsla nýtist ikki bara at vera enn ein veitsla í røðini av veitlsum á lívsins langa veg. Eins og við húsum, klæðum og stíli sum heild, kann veitslan eisini signalera hvørji vit eru, og hvussu vit ynskja, at onnur skulu uppfata okkum. Tað er so sjálvdan, at vit sleppa at forkela tey, sum vit elska, og at hátíðarhalda, at vit eru á lívi saman beint nú. Tí tað er í roynd og veru tað vit gera, tá vit halda veitslu: Vit hátíðarhalda sjálvt lívið - saman!


Plagar er deyður

Men alt ov ofta taka veitslurnar bara støði í traditiónum og at ”soleiðis plaga vit at gera”. Long borð, pappdúkar við urtapottum. Og so mjarra vit okkum gjøgnum ein hóp av slagarum, og verða belastað av ofta ófyrireikaðum røðum, frambornar av bulmiklum monnum, sum halda seg vera Guds gáva til selskapið. Meðan vit skræða í okkum av Knorr-suppu, stoktum kjøti og pappísi, og svinga okkum runt og runt ta longu nátt. Viðhvørt nokkso hugnaligt, men eisini ópersónligt, um eg skal vera erlig!

Tað er ikki altíð lætt at broyta siðvenjuna, og tað krevur bæði dirvi og hugflog at finna upp á nakað øðrvísi og persónligt – men tað er heilt sikkurt nógv, nógv festligari og minniríkari!

Sjálvandi er munur á, hvussu vit hátíðarhalda eitt sveinagildi og eitt gullbrúdleyp. Men allar veitslur hava uppiborið, at vit gera okkara allarbesta, so hon verður væleydnað og verd at minnast. Tí hon skal helst vera eitt gott minni fyri lívið, og her er tað, at hugflogið og dirvið standa sína roynd.


Úti ella heima

Tað eru fleiri lutir, vit kunnu umhugsa, um vit vilja skipa fyri einari persónligari veitslu. Fyrst og fremst, hvar slagið skal standa. Hóast bygdarhúsið, ítróttarhøllin ella hotellið ofta er fremsta valið, er tað ikki vist, at tað er besta valið. Ber kanska til at halda tiltakið heima við hús fyri einum útvaldum, men góðum skara, sum vit veruliga ynskja at njóta løtuna saman við? Tá er longu nógv vunnið, tí tað verður ongantíð hugnaligari enn í einum heimi. Til ber at víðka um rúmið við at læna nøkur grannahús ella við einum uttandura tjaldi. Tað er eisini vorðið alt vanligari at leiga seg inn í á eina matstovu ella á café.


Færri, men góðar gestir

Her koma vit automatiskt inn á hetta við at bjóða so nógvum gestum, ja ofta fleiri hundrað fólkum. Kanska tí vit í Føroyum eru bebberødd fyri, at onnur skulu føla seg forfjónað og skulu tosa ljótt um okkum. Fólk, sum vit hvørki kenna serliga væl ella hava nakað í felag við. Hví so bjóða teimum? Tað krevur sjálvandi dirvi at bjóða færri og útvaldum gestum, tí nógvastaðni ”plagar” man altíð at bjóða í hundraðtali. Men í hesi grein er ”plagar” deyður! Skal veitslan gerast væleydnað, má tað vera verturin ella vertsparið, og ongin annar, sum ger av, hvør skal við, og hvussu veitslan skal vera.


Krás fyri góman

Eitt annað, sum kundi gjørt veitsluna til eina dygdargóða heildaruppliving er maturin. Fyrr í tíðini, tá ráðini vóru ikki so góð, var matur, og serliga kjøt og sós tað reina luksus. Í dag er hetta gerandis, meðan tað kreativa og forkunnuga er veistla. Eisini í hesum føri hevði tað loyst seg at bjóðað eitt sindur færri fólkum, sum so kundu fingð ein serliga góðan veitslubita. Til dømis vilt, útlenskt, sushi, grill, tapas, fugl ella okkurt heilt annað. Ongin sigur, at verturin sjálvur skal kokkast. Tað eru nógvir fínir kokkar og kókikonur, sum duga framúr væl at ganda í køkinum.


Jamma til tann ljósa morgun

Tónleikaliga kann ein veitsla skjótt gerast ein niðurtúrur hjá musikalskum fólki. Eisini á hesum økinum ber til at finna upp á okkurt skeg, sum ikki nýtist at kosta meira enn eitt hálvvánaligt hoppsassa amatørorkestur. Til dømis ber til at biðja ein ella tvær yrkistónleikarar framføra afturvið vælkomudrykkinum ella undir borðhaldinum. Og um tú ikki fært eitt supersvingandi dansiorkestur ella ordans harmonikuramasjang, so ber saktans til at spæla góðan dansitónleik úr anlegginum. Uppaftur betri: Er hópin av tónleikarum millum gestirnar, kanst tú biðja teir taka ljóðføri við – ein nátt við spontanum, heimagjørdum jammi og dansi, har øll kunnu vera við, er ball, tá tað er best.


Myndatekstur:

Rasmus Effersøe: Hvat á jørð kann meira herligt vera enn ein føroysk miðjansummarnátt?