verður til fiskiskap. Eitt nú skulu teir hava trol og nótir umborð, tí tað er alt føroysk framleiðsla frá Vónini í Fuglafirði. Í fyrstu syftu gongur leiðin norðureftir at fiska svartkjaft. Men annars skal [...] sigling, ístaðin fyri at fiska. Men harafturat verður fiskurin nógv betri, tá ið tíðin er so stutt frá tí at hann er fiskaður, til hann verður avreiddur. Somuleiðis er framkomin køliskipan umborð, so alt [...] við henni. Tí nýggja Krúnborg kostar heilar 120 føroyskar milliónir. ? Sostatt skal hon fiska fyri einar 135 milliónir um árið fyri at hon skal bera seg. Skipið var upprunaliga fíggjað í Noreg. Men síðani
gjár varð hann avhoyrdur í rættinum í sambandi við ákæruna, men hann minnist púra einki í einar fýra tímar frá tá at hann fór úr eini veitslu í Hvannasundi, til hann vaknaði á politistøðini í Klaksvík [...] klæðum ikki fara fyri skeyti. Hann greiddi løgregluni frá, at orsøkin til, at hann einki minnist, er, at hann hevði fingið tvær tablettir av onkrum slagi frá onkrum, sum upplýsti navnið á, og tær tablettirnar [...] hevði ikki tikið nakrar tablettir. Men tað broytir ikki upp á ta sannroynd, at hann einki minnist frá tí at hann fór úr veitsluni í Hvannasundi, til hann vaknaði á politistøðini. Kanningar hava víst, at
fundinum greiddu teir tríggir deildarleiðararnir frá um virksemið hjá stovninum, og ikki minst, hvussu setrið kann mennast komandi árini. Eisini varð greitt frá, hvørjar fíggjarligar avbjóðingar eitt altjóða [...] spakan í til eitt nýtt universitet úti í Marknagili sum skjótast. Mett verður, at hetta kemur at kosta einar 2-300 milliónir krónur. Samanumtikið kann sigast, at stovnurin í fyrsta lagi hevur sett sær fyri at [...] krónur komandi trý árini. Tá verða verandi útbúgvingar niðurlagdar so hvørt. Hans Pauli Joensen greiddi frá, at útbúgvingarnar medvirka til vøkstur og vælferð í samfelagnum. Til dømis KT-verkfrøði, har privata
nakar útlendingur húsast har. ? Eg eri so føroysk, sum eg kann vera, sigur Kamala. Hon hevur ikki nógv frá Sri Lanka í heiminum, men tað er ongin ivi um, at hon kennir sínar røtur kortini, tí meðan prátið gongur [...] Føroyum í 16 ár, hevur nógva virðing fyri siðum og liviháttum á Sri Lanka. Hon hevur verið á Sri Lanka einar fýra ella fimm ferðir, síðani hon sum 19 ára gomul flutti haðani. ? Eg síggi tað betur og betur hvørja [...] kunnu ikki samanlíknast á nakran hátt. Men tó eru familjubond eins sterk í báðum støðum, greiðir hon frá. Kamala er gift við Óla Langgaard, sum hon hitti á Sri Lanka miðskeiðis í áttati árunum, tá hann var
er størsta inntøkan frá oljuni oljuskatturin, sum eru risastórar inntøkur, ið enda hjá skattamyndugleikunum í London. Hetland fær sum so bert ein lítlan part av hesum inntøkum, einar 10 mill. pund um árið [...] skilur, at tað í umrøddu grunnum í dag eru nógvar milliardir krónur. Hagtøl vísa, at talan er um einar 5 milliardir men helst er rætta talið nærri teimum 10 milliardunum. Talan er so um bæði váðafúsar [...] umsita ein av grunnunum, nevndur ?Charitable Trust?. Pengarnir í teimum ymsu grunnunum stava allir frá oljuinntøkum. Herfyri skrivaðu vit, hvønn týdning hetlendingar meta ein nýggj Norrøna kann hava fyri
tapti í dag, so er fjarstøðan frá silvurplássinum og aftur til næsta liðið framvegis átta stig. EB/Streymur tapti 2-0 í Gundadali ímóti B36, sum nú bara er eitt stig frá sundalagsmonnum, ið eru á bronsuplássi [...] Haraldur R. Højgaard 85. 3-2: Einar Tróndargjógv br 90.+6. Dómari: Páll Augustinussen NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Jann Martin [...] kósina, tá ið ÍF snávaði á Svangaskarði, har NSÍ nú hevur heimavøll. NSÍ vann 3-2. Sigursmálið skoraði Einar Tróndargjógv við brotssparki, tá ið tíðin var farin og tað mesta av teimum fimm minuttunum, sum vórðu
og eri eg tí ein av teim?um, sum var hjartans fegin at hoyra tíðindini frá landsstýrismanninum. Vil niðanfyri royna at greiða frá hví. Skulu vit gera ein Skálafjarðartunnil? Metingar vísa, at eini 4.000 [...] verða kappingarførur. Tá eg skal at koyra úr Leirvík til Havnar, komi eg nokk at spara einar 25 minuttir í tíð og einar 30 krónur í bensini – um eg skal gjalda 40 krónur hvønn veg, so velji eg helst altíð [...] í brúk, verður hann sera góð?ur fyri føroyska sam?felag?ið. Í uppskotið um Skála?fjarð?ar?tunnilin frá 2007, stóð m.a. hetta at lesa: “Sam?felags?bú?skap?ar?liga er fasta sam?bandið helst besta ein?staka
og inn í høllina. Skjótasti maðurin slapp við góðum tríati sekundum, men í flestu førum tók tað einar tveir minuttir hjá eftirlitsfólkunum. Fyrst at hyggja í passið, síðani at andlitinum og at enda at [...] so tað skal ikki verða nortið við her. Staðfestast kann undir øllum umstøðum, at eisini hetta tók einar tríggjar tímar. Eina mest tí tað tóktist mest sum ógjørligt at fáa hjálp til at finna vegin fram. [...] hvørja bílegging. Tóktist mest av øllum, sum var tað ein risa stór avgerð at taka, tá sigast skuldi frá, at kamarið hjá viðkomandi var á tí og tí hæddini. Vigaðu ølirnar Til tíðir tóktist hendan eftirli
gólvið. So sum heild eru vit væl nøgd, sigur hann. Stór framgongd Christian greiðir eisini frá, at talið av vitjandi frá mai og til juni mánaða ikki var av tí allarbesta. - Í veruleikanum var talið stak vánaligt [...] og franskmenn hava verið á gólvinum, men vit hava eisini havt vitjanir heilt frá Japan og Atlanta, greiðir Christian frá. Ein so fjølbroyttan vitjunarskarða hevur Norðoya Kunningarstova ikki havt tey [...] Klaksvík fáa eitt gott skoðsmál frá teim ferðandi, meðan onkur hinvegin hevur hug at finnast eitt sindur at veðrinum, sigur Christian Olsen at enda í stuttu samrøðuni frá Norðoya Kunningarstovu.
hinum og sló hann einar seks, sjey ferðir í høvdið, eisini eftir at maðurin var fallin í vegin. Trúðu at hann doyði Tá ið málið var fyri í Føroya Rætti í gjáramorgunin, greiddi vitnið frá, at hon ringdi eftir [...] sigur, at tilsamans fekk maðurin eini seks, sjey sløg í høvdið, men síðani varð hann eisini sparkaður einar tvær ferðir í kroppin ímeðan hann lá. Maðurin, sum sló, játtar seg partvíst sekan, men hann sigur [...] sami, sum varð álopin og hann visti onki um, at nakað skuldi vera farið fram og dugdi ikki at greiða frá, hví íbúðin var soleiðis hagreidd. At standurin var so ringur í íbúðini, tók verjin hjá manninum sum