Minnist einki til drápsroyndirnar

ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, minnist púra einki frá hendingini

- Eg minnist einki fyrrenn eg vaknaði á Politistøðini í hvítari málaradrakt.
Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør er púra blankur og fær ikki varpa ljós á sjálva hendingina.
Í gjár varð hann avhoyrdur í rættinum í sambandi við ákæruna, men hann minnist púra einki í einar fýra tímar frá tá at hann fór úr eini veitslu í Hvannasundi, til hann vaknaði á politistøðini í Klaksvík
Maðurin varð annars handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál í Klaksvík fríggjakvøldið, men hann var leyslatin aftur leygarkvøldið.
Hann fór at ballast og eftir midnátt endaði hann í veitslu í einum húsi í Hvannasundi, har hann plagdi at ballast.
Hann drakk nakað væl, bæði øl og vodka og fór út veitsluni til gongu umleið klokkan hálvgum sjey sunnumorgunin.
Hann sigur, at hann hevði tað fyri at missa minni, fáa black-out, tá ið hann drakk.
Og eftir, at hann fór úr veitsluni í Hvannasundi, minnist hann bara tvey smá brot beint aftan á og tað var tá ið hann steðgaði á at drekka av eini vodkafløsku, hann hevði við.

Misti minnið
- Síðani minnist eg einki, fyrrenn eg vaknaði á politistøðini í Klaksvík í eini hvítari málaradrakt, sigur hann.
Tað, hann kallar eina málaradrakt, er ein serlig drakt løgreglan hevur at lata fólk í fyri at tryggja, at prógv á klæðum ikki fara fyri skeyti.
Hann greiddi løgregluni frá, at orsøkin til, at hann einki minnist, er, at hann hevði fingið tvær tablettir av onkrum slagi frá onkrum, sum upplýsti navnið á, og tær tablettirnar hevði hann tikið.
Men blóðroyndir og landroyndir vístu, at einki spor av heilivági ella rúsevnum vóru í blóðinum og í rættinum í gjáramorgunin játtaði hann eisini, at hann hevði ikki tikið nakrar tablettir.
Men tað broytir ikki upp á ta sannroynd, at hann einki minnist frá tí at hann fór úr veitsluni í Hvannasundi, til hann vaknaði á politistøðini.
Kanningar hava víst, at hann hevur havt ímillum 1,2 promillu og 1,5 promillu av alkoholi í blóðini um tað mundið, fólkini í Norðdepli vórðu álopin.
Ákærin sigur, at tað svarar til einar seks vanligar øl, men ákærdi sigur, at tað skuldi ikki meiri enn einir tveir snapsir til, so kundi hann missa minnið og tí fekk hann púra einki sagt um álvarsomu ákærurnar.

Visti einki um barnaporno
Tann 18 ára gamli maðurin, sum er fyri rættinum í hesum døgum,er ákærdur fyri í alt 10 viðurskifti.
Ein av ákærunum er um at hava barnapornografiskt tilfar á telduni. ??
Í samband við hendingina í Norðdepli kannaði politiið telduna hjá 18 ára gamla manninum. ??
Tá varð ein filmur funnin við barnapornografiskum tilfari, tað tey nevna kategori 2 tilfar, har innihaldið vísir meira enn poseringar, men tó ikki ber brá av tvang ella inniheldur kynsliga samlegu við vaksin. ??
Fyri at at verða umfatað av lógini um barnaporno, skal barnið á myndunum sýnast at vera undir 18 ár.
Tað er ofta ógjørligt at finna offurið, og tí er tað ikki at krav at kenna aldurin av barninum. ??

Tann ákærdi hevur greitt frá, at hann veit einki um hendan filmin, ella hvussu hann er endaður á telduni og hann hevði heldur ongantíð sæð filmin.
Hann sigur, at fleiri vinmenn høvdu loyniorði til telduna og tað kann vera onkur av teimum, sum hevur lagt filmin á telduna.
Hann er somuleiðis ákærdur fyri at bíleggja sær 28,5 sentimetrar langan leðurgassa, og hondjørn, úr USA.
Hann hevur ikki nakra serliga frágreiðing um, hví hann bílegði hetta, men hann sigur, at talan var um eitt gott tilboð, sum hann hevði tikið av.
Hann fekk ongantíð vørurnar, tí tollvaldið legði hald á hana, men ákærin vísir á, at vørurnar vórðu bílagdar stutt eftir tilburðin í Norðdepli.
Ein onnur ákæra ímóti honum er, at hann skal hava havt eina høglbyrsu, har pípan varð sagað av.
Maðurin greiddi frá, at hann hevði funnið byrsuna í ruskbingjuni hjá IRF í Hvannasundi.
Tá varð pípan sagað, men hann tordi ikki at brúka byrsuna, sum hon sá út, so hann sagaði meiri av pípuni.
Nýggjársaftan 2012, á midnátt, hevði hann skotið tvey skot við henni, men hann sigur, at hann skeyt upp í loft.
Tá var hann ikki myndugur og hevði sostatt ikki loyvi at skjóta, men hann sigur, at vaksið fólk var við og høvdu givið honum loyvi at skjóta.

Ákærdur fyri 10 viðurskifti
Ungi maðurin, sum var fyri rættinum 28. apríl í sambandi við, at fýra fólk vórðu stungin í Norðdepli 14. juli í 2013 er ákærdur í 10 málum

1) At liggja inni við eini avsagaðari byrsju, og uttan fylgi av einum vaksnum hava skotið við henni tvær ferðir 1. januar 2013.
Ákærdi játtaði seg sekan í hesum.

2) At hava framt harðskap mótvegis einum manni í Klaksvík tann 13. juli í 2013 og skal fleiri ferðir hava sligið og sparka viðkomandi.
Ákærdi sigur seg einki minnast, men játtar seg sekan í hesum.

3) At ólógliga hava brotið inn í eini hús í Norðdepli tann 14. juli 2013
Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan í hesum.

4) Drápsroynd á Conni Karin Reinholdt tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag.
Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan.

5) Drápsroynd á Jóan Petur Petersen tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag.
Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan.

6) Drápsroynd á Hervør Petersen tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag.
Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan.

7) Drápsroynd á Essa Petersen tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag.
Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan.

8) At hava ein fíl á telduni við barnapornografiskum innihaldi.
Ákærdi noktar seg sekan, og sigar at hann einki veit um fíin.

9) At hava roynt at innflyta ólógligt vápn til Føroya, tá hann bílegði ein 28,5 cm langan leðurgassa úr USA.
Ákærdi játtar seg sekan.

10) At hava haft og brúkt eina fartelefon ólógliga, meðan hann var varðharldsfongslaður í december 2013.
Ákærdi játtar seg sekan.