Hetlendingar ynskja olju-

Í Hetlandi verður fylgt væl við, hvussu føroyingar fyrireika seg til eina komandi oljuvinnu, og tað er eingin loyna, at hetlendingar fegnir síggja, at føroysk olja verður flutt til risastóra oljuterminalin í Sullom Voe heldur enn at verða flutt til lands í Føroyum.

 










Oljusamvinna


Nú um dagarnar vitjaði ein av teimum embætismonnunum í Shetland Island Council, sum umsitur grunnar við oljupengum. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg við føroysk viðurskifti og at fáa innlit í, hvussu langt føroyingar eru komnir á oljuøkinum og hvørjar framtíðar ætlanir eru her.


Jeff Goddard er úr Kent í Bretlandi og hevur búð í Hetlandi seinastu seks árini. Hann arbeiðir fyri Shetland Island Council, sum umsitur eina ørgrynnu av grunnum við oljupengum. Sosialurin skilur, at tað í umrøddu grunnum í dag eru nógvar milliardir krónur. Hagtøl vísa, at talan er um einar 5 milliardir men helst er rætta talið nærri teimum 10 milliardunum. Talan er so um bæði váðafúsar grunnar, ið stuðla ymsum vinnulívsverkætlanum, og síðani grunnar, sum lata pengar til sosial- og ymisk vælferðarendamál. Grunnarnir hava eingi starvsfólk sum so, men tað er fyrisitingin í Shetland Islands Council , sum umsitur teir ymsu grunnarnar.


Ein av høvuðsuppgávunum hjá Jeff Goddard er at umsita ein av grunnunum, nevndur ?Charitable Trust?. Pengarnir í teimum ymsu grunnunum stava allir frá oljuinntøkum.


Herfyri skrivaðu vit, hvønn týdning hetlendingar meta ein nýggj Norrøna kann hava fyri Hetland. Jeff Goddard segði við blaðið, at hetlendingar vilja fegnir knýta tættari bond við Føroyar, ikki minst nú ein komandi oljuvinna stendur fyri framman. Sjálvir hava teir livað við oljuni nú í 25 ár og halda seg tí hava góð ráð at geva føroyingum. Men hetlendingar hugsa sjálvandi eisini um, hvat teir kunnu fáa burtur úr eini komandi føroyskari oljuvinnu.


Verður olja funnin við Føroyar, er tað eingin loyna, at hetlendingar fegnir síggja, at oljan verður flutt til oljuterminalin í Sullom Voe heldur enn í land í Føroyum. Tað er umleið sami teinur til Hetlands sum til Føroya frá møguligum føroyskum oljufeltum og við at flyta oljuna beinleiðis til Hetlands sleppa føroyingar undan at skula brúka stórt uppland til eina oljuhavn og at gera tær neyðugu íløgurnar saman við oljufeløgunum. Haraftrat slepst undan vandanum fyri møguligari dálking, um tangaskip skulu flyta olju til lands í Føroyum.


Spurningurin er eisini, hvussu nógv slætt uppland er til at byggja ein stóran oljuterminal í Føroyum. Eisini vil eitt slíkt arbeiði hava við sær, at nógvir útlendingar mugu flyta til Føroya at gera arbeiðið, so hetlendingar halda tað hevði verið skilagott fyri kanska bæði føroyingar og hetlendingar, um øll oljan frá Atlantsmótinum endaði í goymslutangunum í Sullom Voe. Tá sluppu føroyingar heilt undan teimum trupulleikum, sum ein føroyskur oljuterminalur vildi havt við sær. Í dag verður bert helvtin av goymsluorkuni har brúkt.


Hetlendingar síggja annars fram til, at BP og onnur oljufeløg fara at seta á Clairfeltið, sum liggur stutt frá Hetlandi og at lagdir verða rørleiðingar til Sullom Voe. Tá vil hetta tryggja arbeiði í Sullom Voe í hvussu er 20 ár aftrat. Fyri so ikki at tosa um, verða tað funnin størri oljufelt aftrat á Atlantsmótinum, tvs. eisini á føroyskum øki. Tað er greitt, at hjartað í hetlendsku oljuvinnuni er stóri oljuterminalurin Sullom Voe. Hann er størsti av sínum slag í Europa og stendur júst nú fyri eini útbygging. Herfyri ljóðaði annars, at oljufeløgini høvdu minni og minni áhuga í at brúka terminalin, men síðani BP og onnur stór oljufeløg eru farin at vísa bæði Norðsjónum og Atlantsmótinum størri ans, er Sullom Voe aftur komið til sín rætt.



Drúgvar royndir

-Hetlendingar hava livað við oljuvinnuni í 25 ár. Hon hevur ávirkað samfelagið nógv. Hetlendingar halda seg kenna oljuvinnuna og hava harvið kanska nakað av geva føroyingum, tá tað kemur til ráðgeving og innlit í hesa vinnu sigur Jeff Goddard, sum undir vitjan síni í Føroyum eisini hitti umboð fyri føroyskt oljufelag.


-Tað er ringt hjá mær at tosa vegna hetlendingar, hvussu oljuvinnan hevur broytt samfelagið til tað betra og verra, nú eg bert havi búð í Hetlandi í nøkur ár. Tað verður tó ringt at finna nakran her, sum ikki vil góðtaka, at Hetland er nógv betur fyri búskaparliga við oljuvinnuni. Ikki bert kemur væl av peningi til Shetland Islands Council. Tað eru eisini mong væl lønt arbeiði í hesi vinnu, sum hetlendingar sita á. Nógvir hetlendingar hava skiftiarbeiði eitt nú í sambandi við nógva virksemið í havnini í Sullom Voe. Tað kemur væl við at arbeiða á henda hátt, tí tá kunnu teir eisini taka sær av seyði o.ø. sum eisini hevur stóran týdning.


Jeff Goddard sigur víðari, at tað uttan iva vil vera onkur, sum heldur, at oljan hevur einki gott gjørt fyri Hetland, men tað kemst ikki uttan um, at hon hevur skapt størri vælferð. Fólk vilja hava sín egna bil, hita í húsinum ol.


Jeff Goddard heldur ikki, at oljuvinnan hevur hava ringa ávirkan á mentan og samfelag sum so. Hetland hevur altíð havt nógv vitjandi og harvið verið eitt rættiliga blandað samfelag. Nógv fólk uttanífrá eru flutt til Hetlands, tá nógv arbeiði hevur verið, so mentanin verið rættiliga fjøltáttað. Nógv er annars broytt seinastu 15 árini til tað betra. Tað er líkasum at upprunamentanin og málið hava verða raðfest hægri. Hetta sæst m.a. aftur í bókmentunum og dansinum.


Týdning fyri fiskivinnu

Jeff Goddard heldur annars, at oljupengarnir eru komnir væl við í fiskivinnuni. Fiskivinnan hevur sjálvandi verið bæði upp- og niðurgangandi. Meðan flestu kvotur í Bretlandi eru seldar av landinum, so hevur tað eydnast hetlendingum við oljupengum at keypa kvoturnar, soleiðis at tær í dag hoyra til lokalsamfelagið heldur enn til einstakar hetlendingar, og harvið er ikki vandi fyri, at tær verða seldar til útlendingar eins og galdandi er í Onglandi. So ein kann siga, at her kemur oljupeningur væl við hjá fiskivinnuni í Hetlandi.


Annars er størsta inntøkan frá oljuni oljuskatturin, sum eru risastórar inntøkur, ið enda hjá skattamyndugleikunum í London. Hetland fær sum so bert ein lítlan part av hesum inntøkum, einar 10 mill. pund um árið. So er eisini ein lokalur oljuskattur, sum ikki gevur so nógv. Men oljufeløgini gjalda Shetland Islands Council eina ávísa upphædd á hvørjum ári. Aðrar inntøkur, sum Hetland fær frá oljuni, er so leiga fyri terminalin, tað er eisini umsiting av sjálvari havnini í Sullom Voe og raksturin av 5 sleipibátum, ið Shetland Island Council eigur. Nógvar av umrøddu oljuinntøkum enda í teimum grunnum, sum Shetland Island Council umsitur.