Ferðavinnan
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, er væl nøgdur við talið av vitjandi higartil hetta summarið.
- Vit hava eini 100 fremmanda fólk inni á gólvinum hvønn dag, umframt at fleiri føroyingar eisini støkka inn á gólvið. So sum heild eru vit væl nøgd, sigur hann.
Stór framgongd
Christian greiðir eisini frá, at talið av vitjandi frá mai og til juni mánaða ikki var av tí allarbesta.
- Í veruleikanum var talið stak vánaligt, og nógv minni enn um sama mundið seinasta ár.
Men hóast tey á Kunningarstovuna ikki vóru nøgd við fyrru helvt av summarinum í ár, so hevur seinna helvtin roynst heilt væl.
- Í byrjanini av juli mánaða upplivdu vit eina stóra framgongd, og hevur talið av ferðandi verið heilt stórt hesa seinnu helvt av summarinum. So alt í alt hava vit merkt eina framgongd í mun til talið av ferðafólki seinasta ár, sigur Christian.
Tilsamans hava eina 600 ferðafólk úr útlandinum verið inni á gólvinum hjá Norðoya Kunningarstovu hesa seinnu helvtina, meðan eini 35 føroyingar vitja stovuna hvønn dag.
Breiður ferðaskarði
Tað slepst ikki uttanum, at danir eru í fleirtali, tá spurt verður, hvar øll hesi ferðandi koma frá.
Eftir danir koma bretar, og sum nummar trý á listanum finna vit týskarar.
- Hetta kemst uttan iva av tí so nógv umtalaða lutakastinum innan fótbóltin, heldur Christian.
Men kunningarstovan fær eisini vitjandi, sum eru komin til Føroya gjøgnum eina nakað longri farleið.
- Nakrir italiumenn og franskmenn hava verið á gólvinum, men vit hava eisini havt vitjanir heilt frá Japan og Atlanta, greiðir Christian frá.
Ein so fjølbroyttan vitjunarskarða hevur Norðoya Kunningarstova ikki havt tey undanfarnu árini.
- Føroyar gerast jú meir og meir kendar úti í heiminum, og hetta merkist kanska serliga á teim ferðandi, sum vitja okkar land, sigur Christian.
Áhuga fyri fiski
Ferðafólkini, sum vitja Klaksvík, steðga sum oftast bara einar tveir til tríggjar dagar í býnum.
Hetta kemst óivað av, at tey flestu einans vitja Føroyar í umleið eina viku, og býta tey frítíðina sundur í fleiri smærri vitjanir ymsastaðni runt í landinum.
Í Norðoyggjum er tað serliga náttúran, sum hevur teirra áhuga, og ynskja tey flestu at fara ein gongutúr niðan á Enniberg, sum liggur á Viðareiði.
- Hetta er eisini ein frálíkur túrur. Men sum við øllum øðrum, so hevur veðrið eisini her ein avgerandi lut í spælinum. Um ikki viðrar, so ber jú ikki til at fara til gongu í fjøllunum, sigur Christian Olsen frá Kunningarstovuni.
Men Enniberg er tó ikki tað einasta, sum ferðafólkini hava áhuga fyri.
- Tey flestu fara ein gongutúr framvið kei-kantinum við Kósina og kryvjingarvirkið í Klaksvík. Her kunnu tey síggja, hvørji sløg av fiski verða tilvirkað her í býnum, og er áhugin stórur fyri hesum túrum, greiðir Christian frá.
Eisini Forminnasavnið og Christianskirkjan fáa fleiri vitjanir, og fara tey flestu eisini ein túr til Kunoyar og Viðareiðis.
Matpakkin er søga
Fyrr varð oftani klagað um, at Klaksvík ikki hevði nóg mikið at bjóða ferðafólkunum, sum komu hendan vegin.
Men sambært Christiani er hetta nú søga.
- Vit kenna øll søguna um ferðafólk, sum høvdu matpakkar við úr Havnini, men í dag eigur Klaksvík fleiri matstøð at bjóða ferðafólkunum. So matpakkin úr Havn er nú fortíð, greiðir hann frá.
Klagurnar gerast eisini færri og færri, og Norðoya Kunningarstova fær í dag fleiri positivar afturmeldingar, heldur enn tær keðiligu.
- Serliga matstovurnar í Klaksvík fáa eitt gott skoðsmál frá teim ferðandi, meðan onkur hinvegin hevur hug at finnast eitt sindur at veðrinum, sigur Christian Olsen at enda í stuttu samrøðuni frá Norðoya Kunningarstovu.