Síðstu dagarnir hevur nógv rok verið um Skála?fjarð?ar?tunnil?in, og eru tað serliga tey nei?ligu, sum hava ført orðið – sum so ofta fyrr. Sjálvur haldi eg, at tað er eitt bragd at hava funnið útlendingar, sum vilja útbyggja føroyska infra?kerv?ið fyri egnar peng?ar; og eri eg tí ein av teim?um, sum var hjartans fegin at hoyra tíðindini frá landsstýrismanninum. Vil niðanfyri royna at greiða frá hví.
Skulu vit gera ein Skálafjarðartunnil?
Metingar vísa, at eini 4.000 akfør fara at koyra norð og suð?ur ígjøgnum tunnilin, með?an eini 2.000 akfør fara at koyra eystur og vestur und?ir Skálafjørðin. Um vit í miðal siga, at tað eru 2 fólk í hvørj?um akfari, og at hvørt akfar sparir í meðal hálvan tíma hvønn veg, so svarar hetta til, at føroyingar samla fara at spara 12.000 tím?ar um dagin – ella áleið 4 milliónir tímar um árið – í einum akfari. Sostatt vil tunnil?in spara føroyingum eini 2.000 ársverk, sum antin kunnu brúkast til at arbeiða meira ella at hava meira tíð saman við familju ella frítíðar?ítrivum. Men tunnilin vil ikki einans gagna teimum pri?va?tu persónunum, sum koyra millum Suðurøkið og Norður?økið í Føroyum – hann vil eisini hava sera positiva ávirk?a?n á effektivitetin hjá bæði vinnulívinum og tí almenna. Somuleiðis vil tunnil?in helst hava við sær færri ferðsluóháp, minni slit á vegirnar, áleið 3.000.000 færri litrar av brennievni inn?flutt og minni Co2 útlát.
Tá tunnilin er tikin í brúk, verður hann sera góð?ur fyri føroyska sam?felag?ið. Í uppskotið um Skála?fjarð?ar?tunnilin frá 2007, stóð m.a. hetta at lesa: “Sam?felags?bú?skap?ar?liga er fasta sam?bandið helst besta ein?staka íløga innan infra?kerv?ið, sum tað ber til at fremja í dag. Kostnað-nyttu kann?ingar vísa, at sjálvt við nýtslugjøldum gevur íløg?an eitt nyttuvirði fyri sam?felag?ið, sum kann metast javnt við uml. 2-2,5 milliardir kr. í nú?tíðar?virði, roknað yvir 30 ár. Talan er bæði um sparda tíð og brennievni, færri ferðslu?óhapp og minni slit á vegir?nar og akførini.”
Almennur ella privatur?
Eg havi tosað við nógvar politikk?arar, sum greitt siga, at tær almennu Føroyar ikki kunnu byggja eina alter?na?tiva far?leið til Skála?fjørð?in áðrenn tær byggja lívs?æðr?ina til Sand?oynna. Trúgvi, at hesin hugburðurin hevur við sær, at um tunnilin ikki verð?ur gjørdur av privatum, so verður hann ikki gjørdur tey næstu nógvu árini. Fekk hetta staðfest í skrivligum fyri??spurningi frá Páll á Reyna?túgvu tann 6. novem?bur í fjør, har hann sigur: “Øll?um kunnugt var lyftið til sand?oy?ingar og øll onnur, sum búgva her á klettunum, at næsti tunnil?in, íverksettur av landi?num, skuldi vera Sand?oy?ar?tunnilin.
BankNordik bjóðaði seg í 2011 fram at fígg?ja ein al?menn?an Skála?fjarð?ar?tunnil, um allir 3 tunnlarnir vóru lagdir í eitt felag, og um norðingar og vágafólk hildu áfram við at gjalda tunnilsgjøld eftir at teirra tunnlar vóru útgoldnir. Hetta hevði sjálvsagt ver?ið ein møgulig loysn hjá tí almenna at byggja Skála?fjarð?ar?tunnilin, men eg trúg?vi ikki, at tað nakrantíð fæst politiskur meiriluti fyri upp?skoti?num.
Skal landskassin garantera minimumsferðslu?
Eitt av punktunum, sum skilti Landsstýrið og P/F Skála?fjarð?ar?tunnilin á sinni, var at P/F Skálafjarðartunnilin kravdi at landskassin skuldi garan?tera eina minimum?s?ferðslu. Hetta er eitt vanligt krav, sum verð?ur sett, tá privat feløg skulu fíggja útbyggingar av einum landi. Hetta krav merk?ir, at um tað gongur væl, so fær felagið vinningin, men um tað koyra ov fá akfør gjøg?num tunnilin, so tekur Lands?kassin váðan. Eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at um landsstýrismaðurin legði eina tílika verkætlan fyri Løgtingið, so skuldi eg arbeitt ímóti, at hon bleiv sam?tykt. Tað er mín sann?før?ing, at um eitt privat felag skal hava vinningin, so skal tað eisini taka váðan – og sátt?málin, sum vónandi verð?ur undirskrivaður 27. juni, leggur eisini upp fyri hes?um.
Fær privata felagið tryggja 9,8% avkast?
Tað hevur verið ført fram av fleiri, at privata felagið hevur fingið tryggja sær eitt minsta av?kast á 9,8% um árið í 30 ár. Hetta havi eg spurt bæði lands?stýrismann og umsiting um, og fingið váttan fyri, at tað ikki er so. Skuldi tað hent, at felagið antin einki avkast hev?ur ella enntá hevur undir?skot, so er tað bara spell, og ein váði sum felagið má taka á seg. Tó hevur hetta við sær, at felagið fær longt tíðar?skeiðið, sum tað eigur tunnil?in, frá 30 árum til í mesta lagi 50 ár. Hendir tað, at felagið frammhaldandi hev?ur undirskot í longda tíðar?skeiðnum, skal tað kortini geva landinum tunnilin ókeyp?is eftir 50 árum. Sostatt hev?ur landið ikki tryggjað felag?num nakað minsta av?kast. Hinvegin hevur landið sett eitt hægstamark fyri av?kast, sum felagið kann tjena. Um verkæltlanin vísir seg til at verða so góð, sum anstøð?an ger hana til, skal felagið ókeypis geva tunnillin til land?ið fyrr enn ætla – t.d. eftir 20-25 árum.
Kostnaðurin fyri gjøgnumkoyringina
Av tí at talan er um eina alternativa farleið, verð?ur kost?naðurin fyri gjøg?num?koyr?ing í kapping við hina farleiðina, og má hann tískil altíð verða kappingarførur. Tá eg skal at koyra úr Leirvík til Havnar, komi eg nokk at spara einar 25 minuttir í tíð og einar 30 krónur í bensini – um eg skal gjalda 40 krónur hvønn veg, so velji eg helst altíð tunnilin, men um eg skal gjalda eitt nú 70 kr hvønn veg, so velji eg bert tunnilin tá eg havi skund ella tá veðrið er ringt. Lat meg staðfesta, at tað bert eru brúkararnir, sum koma at gjalda tunnilin aftur til privata felagið. Um onk?ur ikki brúkar tunnilin, skal viðkomandi heldur ikki gjalda fyri hann.
Er verkætlanin uttan váða fyri íleggjararnar?
Um vit siga, at felagið skal lána 1 milliard krónur til tunnil?sgerðina, og at tað skal gjalda 7% í rentu fyri at fáa eina fastfrysta annuitets?ren?tu í 30 ár, skal felagið ár?liga gjalda áleið 86 milliónir í rent?um og avdráttum. Lat okk?um síðan meta, at felagið kem?ur at brúka áleið 30 mió ár?liga í rakstri av tunnlinum, fyri?sit?ing, innkrevjing og trygging. So skal felagið hava eina árliga inntøku á einar 116 milliónir krónur, áðrenn felag?ið fær yvirskot. Um vit siga, at bilarnir í meðal at gjalda 40 krónur hvønn veg?in, krevur verkætlanin áleið 4.000 bilar hvønn dag hvønn veg, bert fyri dekka sínar út?reiðsl?ur.
Vegna skjótu farleiðina og vegna manglandi park?er?ings?møgu?leikar í Havn, kann tað henda, at buss-sambandið mill?um Klaksvík og Tórshavn verð?ur sera gott, og at fleiri av pendlarunum fara at nýta hend?an møguleikan – eisini hetta er ein váði, sum privata felag?ið má taka.
Avleiddar inntøkur
Um vit siga, at verkætlanin kost?ar 1,2 milliardir at byggja, verða áleið 400 milliónir krón?ur útgoldnar í lønum, sum skulu gjalda skatt í Føroyum – havi fingið at vita, at arbeitt verður fyri at fáa so nógv?ar føroyingar til verka sum tilber. Afturat hesum verð?ur sjálvsagt nógvur annar avleiddur vinningur av eini íløgu í landinum uppá meir enn 1 milliard krónur. Og um felagið kemur at hava yvirskot av síni íløgu, hvat eg bæði vænti og vóni, kem?ur tað sjálvsagt at gjalda parta?felags?skatt í Føroyum.
Niðurstøða
Hóast eg vísi á, at Skála?fjarð?ar?tunnilin ikki er uttan váða, so trúgvi eg, at íløgan helst kem?ur at geva eitt avkast, og er hetta eisini grundin til, at eitt privat felag er sinnað at gera íløguna. Eg kann tí persónliga gott taka undir við, at tað almenna ger tunnillin, og at hesin síðani er við til at fígg?ja framtíðar útbyggingar – so sum Sandoyartunnillin. Men hetta krevur, at vit fáa ein politiskan meiriluta fyri, at Skálafjørðurin skal hava tvær farleiðir til Havnar, áður enn vit geva sandoyingum sín tunnil – og at hetta verður gjørt beinanvegin. Um vit ikki fáa hann gjørdan heilt skjótt, kunnu vit eins væl lata danir byggja hann fyri okkum, fyri síðan at fáa hann ókeyp?is frá teimum seinni. Ein?astu vinnararnir við at einki hendir, eru oljufeløgini, sum fáa teir pengarnar, sum pri?v?ata tunnilsfelagið annars hevði fingið. Av teimum 25 feløg?unum, sum blivu spurd um tey ynsktu at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, var bert eitt teirra áhugað í hes?um. Um vit nú ikki taka av hesum tilboðnum og seinni finna útav, at vit heldur ikki vilja byggja tunnilin við skatt?gjaldarans pengum, so kann skjótt henda, at vit lata henda fantastiska møgu?leik?an gleppa okkum av hond?um. Sjálvur vóni eg ikki, at tað eydnast andstøðuni at sabo?tera hesari verkætlanini, sum kann hava eitt nyttuvirðið fyri samfelagið á meir enn 2 milliard?ir krónur.