Nú kemur nýggja flaggskipið hjá Ejler Jacobsen

Størsta og stáligasta skipið í føroyska fiskiflotanum verður doypt í morgin, og í næstu viku kemur tað til Føroyar. Royndartúrin sigldi tað 18,5 míl og tað tekur 2.500 tons

Mitt í komandu viku verður ein søguligur dagur í føroyskari fiskivinnusøgu.

Tí tá kemur nakað so sjáldsamt sum eitt nýbygt føroyskt fiskifar í føroyska flotan.

At talan so harafturat er um eitt tað stásiligasta og mest nýmótans fiskiskipið yvirhøvur, ger ikki dagin minni søguligan.

Tað er sjálvandi nýggja, nótaskipið, sum Ejler Jacobsen, reiðari í Havn, byggir í Noregi.

Byggingin hevur gingið væl skjótari enn væntað so at skipið kann latast eigaranum næstan ein mánaða fyrr enn upprunaliga ætlað.

Og tá ið hon er komin til landið, verður hon uttan samanbering stásiligasta, mest nýmótans og effektivasta fiskiskip, sum nakrantíð hevur siglt undir føroyskum flaggi.

Og í stødd eru tað eisini fá, sum hava kunna lagt hana afturum, og nú á døgum er eingin størri.


Navn í morgin

Nýggi báturin hjá Ejler Jacobsen verður doyptur í morgin.

Og hann fær navnið Krúnborg. Og sum gamla Krúnborg, er hann eisini svartur við eini breiðari, hvítari strípu.

Fyrst í komandi viku verður so kósin sett í móti Føroyum og reiðarin væntar Krúnborg á Havnina mitt í vikuni.

So skal ymisk útgerð takast umborð, áðrenn farið verður til fiskiskap. Eitt nú skulu teir hava trol og nótir umborð, tí tað er alt føroysk framleiðsla frá Vónini í Fuglafirði.

Í fyrstu syftu gongur leiðin norðureftir at fiska svartkjaft.

Men annars skal eisini skipið fiska annan uppsjóvarfisk, sild, makrel og lodnu

Ejler Jacobsen sigur, at nýggja Krúnborg var royndartúr 12. oktober og hann er sera væl nøgdur við avrikið.

? Alt riggaði av tí allar fínasta, sigur hann. Og ferðin, hon var einki minni enn 18,5 míl.


120 milliónir

Skrokkurin á Krúnborg er bygdur í Póllandi, og har varð eisini nýggi motorurin settur.

Tá ið tað arbeiðið var liðugt í mai, varð hann sleipaður til Noregs, har hann varð gjørdur liðugur.

Krúnborg líkist nógv nýggja nótabátinum hjá klaksvíkingum, Christiani í Grótinum.

Men hon er væl breiðari enn klaksvíksbáturin og tekur tí munandi meir.

Krúnborg lastar 2.500 tons.

Hon er 74,25 metrar long, og tað er nakrar sentimetrar longri enn Christian í Grótinum.

Men hon er 14 metrar breið og tað er 1,4 metur breiðari enn Christian, sum er 12,6 metrar breiður. Motorkraftin í Krúnborg er øgilig.

Hon hevur motor uppá heilar 7.500 hestar og tað eru hesir hestarnir, sum geva henni eina ferð uppá góðar 18 míl.

Ejler Jacobsen sigur, at tað hevur sera stóran týdning at nótabátarnir sigla skjótt, tí tað gongur skjott at fylla teir og tað ræður um at brúka so stutta tíð sum gjørligt til sigling, ístaðin fyri at fiska.

Men harafturat verður fiskurin nógv betri, tá ið tíðin er so stutt frá tí at hann er fiskaður, til hann verður avreiddur. Somuleiðis er framkomin køliskipan umborð, so alt í alt verður fiskurin av tí besta.

Umframt at fiska við nót, er Krúnborg útgjørd til at fiska við flótitroli.

Sostatt verður hon eitt avbera effektivt og fjølbroytt fiskifar.

Men tað krevst eisini, skal Ejler Jacobsen megna at svara hvørjum sítt við henni. Tí nýggja Krúnborg kostar heilar 120 føroyskar milliónir.

? Sostatt skal hon fiska fyri einar 135 milliónir um árið fyri at hon skal bera seg.

Skipið var upprunaliga fíggjað í Noreg. Men síðani hevur Realurin her heima yvirtikið fíggingina.

Tað verða einir 14 mans við Krúnborg í fyrstu syftu, men møguliga verða teir bara 12 seinni

Eitt skip sum nýggja Krúnborg kann leggja eina øgiliga nøgd uppá land. Roknast kann við, at eitt slíkt kann fiska eini 60.000 tons um árið, um tað gongur sum ætlað.

Ejler Jacobsen byggir bátin saman við Norðmonnum, sum eiga 30% í honum.

Hann sigur, at Krúnborg skal fiska fyri einar 35 milliónir fyri at hon skal bera seg. Men tað stúrir hann heldur ikki fyri. Tí hóast prísurin er ógvuliga ójavnur, eru nøgdirnar so mikið stórar, at tað skuldi borið væl til. M.a. vísir hann á, at gamla Krúnborg fiskaði fyri yvir 30 milliónir, hóast hon ikki fiskaði svartkjaft. Og ikki minst svartkjafturin fer at gera stóran mun hjá nýggju Krúnborg.

Nú Ejler Jacobsen fær sína nýggju Krúnborg, kann staðfestast, at hann var ikki ein av teimum vinnulívsmonnum, sum settust at bíða eftir at samgongan bleiv útreiðrað við einum uppskotið um endurnýgging av fiskiflotanum.

? Skuldi eg havt bíðað eftir tí, hevði eg heldur ikki fingið nakað skip, sigur hann.

Hann sigur, at fortreytirnar broytast so skjótt, at tað ráddi um at bera skjótt at.

? Tá ið prísurin á ídnaðarfiski var í topp, vóru so nógvar ætlanir frammi um at byggja nótaskip, at vóru tær settar í verk, hevði alt ov lítið blivið í part. Men tær allarflestu duttu niðurfyri aftur, og tí er framvegis grundarlag fyri einum skipi sum Krúnborg.

? Tað, sum bjargaði hesum bátinum var sostatt tað, at prísurin lækkaði so nógv aftur, tí tað gjørdi, at nógvar skipsætlanir fóru niðurfyri, sigur Ejler Jacobsen.