Trúðu at hann doyði

Bæði ein løgreglumaður og eitt eygnavitni trúðu, at tað fór at enda heilt galið, tá ið ein maður fleiri ferðir sló ein annan mann í høvdið við gassa. Talan var um serliga ráan og grovan harðskap undir serstakliga skerpandi umstøðum og tað kostaði seks mánaðir í fongsli

- Vit trúðu, at hann fór at doyggja.

Bæði ein løgreglumaður og eitt eygnavitni, ivaðust ikki í, at tað fór at enda heilt galið eftir eitt morgunball tíðliga ein sunnumorgun í Havn herfyri.

Morgunballið endaði við serliga ráum og grovum harðskapi undir serstakliga skerpandi umstøðum, tá ið ein maður fleiri sló ein annan í høvdið við einum gassa.

Eftir fyrsta slagið í høvdið small maðurin í vegin, men eftir at hann var fallin, fekk hann nøkur sløg afturat í høvdið við gassanum.

Eitt eygnavitni sigur, at tilsamans fekk maðurin eini seks, sjey sløg í høvdið, men síðani varð hann eisini sparkaður einar tvær ferðir í kroppin ímeðan hann lá.

Maðurin, sum sló, játtar seg partvíst sekan, men hann sigur, at hann sló í mesta lagi tvær, tríggjar ferðir og tað var heldur ikki serliga hart.

Tað var eitt eygnavitni, sum ringdi eftir løgregluni. Vitnið var vaknað av hørðum tónleiki og tá ið hon hugdi út, sá hon, at tveir mans stóðu á vegnum og tókust. Men so sá hon, at annar brúkti ein gassa til vápn ímóti hinum og sló hann einar seks, sjey ferðir í høvdið, eisini eftir at maðurin var fallin í vegin.


Trúðu at hann doyði

Tá ið málið var fyri í Føroya Rætti í gjáramorgunin, greiddi vitnið frá, at hon ringdi eftir løgregluni, tí hon helt, at hetta var so grovt, at hon stúrdi fyri, at tað fór at enda heilt galið og at maðurin doyði.

Løgreglumaðurin, sum var fyrstur á staðið, segði, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevði sæð so grovan harðskap og eisini hann fryktaði fyri lívinum á tí, sum sligin var.

Tá ið maðurin kom á Landssjúkrahúsið var hann framvegis í óviti og tað gingu nakrir tímar, áðrenn hann raknaði við aftur.

Kanningar staðfestu, at hann hevði tvey long og djúp sár í skallanum, sum vóru 4-6 sentimetrar long og ein sentimetur djúp. Hann hevði eisini eina lítla bløðing í heilanum, sum kravdi neyvt eftirlit í nakrar tímar.

Hann slapp tó snikkaleysur, men sigur, at hann framvegis hevur høvuðpínu av sløgunum.

Ákærin kravdi, at maðurin varð dømdur at sita í minst seks mánaðir. Tað var dómarin samdur í og tað var eisini úrslitið.

Dómarin helt, at sama hvat upptaktin til harðskapin var, átti revsingin at vera seks mánaðir í fongsli.

Verjin hjá manninum helt, at seks mánaðir var ov hørð revsing, tí tað var ikki til at fáa nágreiniliga at vita, hvat var fyrifarist frammanundan harðskapinum.

Tað einasta, sum er vist, er, at myndir hjá løgregluni vísa, at tað hevur gingið hart fyri seg inni í íbúðini, tey høvdu ballast í, har var ein rútur brotin, glas var á gólvinum og veggir, gólv og klædnapløgg vóru innsmurd í blóði, bæði í stovuni og í baðirúminum.

Maðurin, sum áttu íbúðina, var tann sami, sum varð álopin og hann visti onki um, at nakað skuldi vera farið fram og dugdi ikki at greiða frá, hví íbúðin var soleiðis hagreidd.

At standurin var so ringur í íbúðini, tók verjin hjá manninum sum tekin um, at okkurt varð farið fram undan harðskapinum og tí helt hann ikki, at revsingin kundi vera meiri enn 40-60 dagar í fongsli.


Mátti hava telefonina

Sjálvur minnist tann ákærdi ikki nógv, men hann minnist, at hann var í íbúðini saman við nøkrum øðrum.

Brádliga var hann álopin og sligin frá øllum síðum, ímeðan hann lá í eini sofu.

Men tá ið hann so varð tveittur á dyr, fekk hann ikki jakkan og telefonina við sær aftur.

Og tað harmaðist hann um, tí telefonina mátti hann hava av tí at hann skuldi brúka hana at søkja sær aðra íbúð við og hartil var hon spildurnýggj.

Sjálvur búði hann í aðrari íbúð í sama húsi og tí fór hann inn til sín sjálvs eftir gassanum.

Men hann skuldi bara brúka hann at verja seg við, skuldi hann aftur blivið álopin, tá ið hann skuldi gera eina roynd afturat at fáa telefonina.

Komin út aftur, sá hann mannin, sum átti íbúðina og spurdi hann eftir jakkanum og telefonini.

Hin svaraði ikki, men skumpaði hann um koll og tað var meðan hann lá, at hann sló gassan í høvdið á hinum fyri at verja seg.

Slagið var ikki hart, men hin fall og so sló hann tvær, tríggjar ferðir afturat ímeðan hann spurdi og spurdi eftir telefonini.

- Tann álopni reisti seg ikki, men eg sá at hann bløddi, greiddi tann ákærdi frá.

Eftir hetta fór hann inn í íbúðina, har hann setti seg í sofuna at fáa sær eitt ball fyri at sissa seg aftur og so kom løgreglan og handtók hann.

Leggjast kann afturat, at telefonina hevur hann ikki fingið aftur enn.


Álopin aftanífrá

Maðurin, sum varð álopin er ikki samdur í hesum. Hann segði, at tað fyrsta, hann merkir, var eitt hart slag í nakkan. Hann helt, hann hevði fingið ein stein í høvdið. Hann fall, men sá ákærda standa uppi yvir sær. So fekk hann nøkur sløg afturat og so minnist hann ikki meir, fyrrenn hann vaknaði aftur á Landssjúkrahúsinum.

Løgreglan sigur, at maðurin fylgdi góðvilliga við, tá ið hann varð handtikin og hann hevur nú sitið í varðhaldi í nakrar vikur.

Hann er ikki revsaður áður.


Keypti hassj í fongslinum

Hann varð eisini ákærdur fyri at hava havt 2,87 gramm av hassji uppi á sær ein dagin hann sat í varðhaldinum.

Maðurin segði, at hann hevði enntá keypt tað í varðhaldinum og skuldi hava tað at sova av.

Tann dømdi maðurin var so ónøgdur við revsingina, at hann skeyt dómin inn fyri landsrættin alt fyri eitt.