Men vit vóru 3 brøður og vóru rættiliga væl fyri, tí í familjuni vóru fólk, ið høvdu við tónleik at gera. Tá ein so er uppvaksin við tí og hevur oyra fyri tí, so fangar tað jú. Vit runnu so aftaná hesum [...] var t.d. við til at skriva og leggja TB-bókina tilrættis. Einar er kendur fyri at hava verið sera virkin maður og ikki minst fyri at vera sera virkin framvegis, nú hann er farin um sjeyti. Og Einar er samdur [...] telur fleiri hundrað myndir, sigur Einar, ið hevur fingist við og verið í nevndini fyri savnið í 10 ár. Eg eri í nevndini fyri Ljóm, ið verður 60 ár skjótt og so verður kórstevnan eisini í Vági, so har er eisini
fingið fatur á dystinum og tryggjað sær neyðugu stigini, sum skuldu til fyri at fáa meistaraheitið í hús. Og uttan at spíla seg alt ov nógv út vann HB trygt 4-1. Sumbingar hava fyrr í ár tapt bæði 10-0 [...] deildini og sostatt fáa ein kjans afturat fyri at bjarga sær í 1. deild. Sjokkbyrjan Dysturin fekk annars eina sjokkbyrjan, tá Sumba longu í 10. minutti legði seg á odda. Málið var sera gott, men kom so [...] kanska framvegis høvdu møguleikan fyri at varðveita føroyameistaraheitið. Málið gav sumbingum eyka trúgv upp á sakina, og løtuna eftir málið stríddust teir sum úlvar fyri at forða HB-liðnum í at koma fram
n leygardagin 26. sept. í Sjónleikarhúsinum gekk so væl, at tey sum skipaðu fyri, vóru heilt ovfarin. Har var kø uttan fyri Sjónleikarhúsið áðrenn kl. 11, tá hurðarnar vórðu latnar upp. Tveir minuttir [...] minuttir seinni var húsið stúgvandi fult av fólki. Hóast fyrireikararnir hildu seg hava ríkiligt av øllum, vísti tað seg skjótt, at tombola og fiskibrunnurin kundu havt trí-fýrafaldað so nógv, men so lærdu tey [...] tiltøkini í seinastuni tí eisini verið fyri at læra okkum sjálv hvat ber til og hvat ikki ber til. Men tað leiklistarliga, tað Havnar Sjónleikarfelag stendur fyri, er sanniliga ikki gloymt. Seinast í november
Eg siti framman fyri vindeyganum á Heygnum. ? Her hava so mong sitið. Tað livir við klettin, men annars er stilt í sjónum. Riturnar sita eysturi í fjøru. Kalsoyggin hevur fingið ein myrkagrønan lit, brýdnar [...] her ætlar hann sær at standa. Middagsfjall er heldur lítillátið, eitt skýggj kom rekandi og legði seg frammanfyri, bara toppurin og Tjørnudalur eru sjónlig. Æðustíggjur hevur hug at traðka fram. Garðurin [...] vakur, ymisklitaður grønur. Onkur sæst í onkrari veltu og lúkar. Ein kvørkveggja er júst nú niðan fyri húsini, við velinum beint uppeftir. Á Gamlafløtti ríkur. Øll húsini standa og bera boð um tær lagnur
tungu boð. Sjálvt um vit fingu at vita tað kvøldið fyri, at tú ikki hevði tað so gott, so roknaði eg ikki við at tú fórt frá okkum. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tú fórt á hospitalið og stutt eftir sendur niður [...] sakna mest, er tín kærleiki og umsorgan, sum tú vísti okkum. Til seinast vil eg takka tær fyri alt tað tú vart fyri okkum. Ein lítil heilsan til ommu, Jesus pápi veri hjá tær og gevi tær styrki, einaferð
ítøkiliga prosessin, sum einhvør borgari kann fyrihalda seg til, tí tá kenna vit avleiðingarnar hvørjar tær so enn eru, og harvið verður grundarlagið fyri at gera eitt virðiligt val, sum ikki rópar veruleikan [...] Dimmalætting leygardagin í nøkrum yvirskriftum frá sínum fullveldisætlanum, og tøkk skal hann hava fyri tað. Lat tað verða sagt beinanvegin, at sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum er tað hansara fulli [...] einum broti um blokkstuðulin sigur landsstýrismaðurin soleiðis: »Vit gera avtalu um eina skiftistíð fyri at minka blokkstuðulin burtur yvir eitt áramál, so vit fáa eina tillagingartíð at menna nýggjar i
framvegis løgd undir at leypa á bláman ella at kvetta, kubba og bróta niður. Gordon Eidesgaard sigur seg úttala seg sum búskaparfrøðingur. Kortini eru ongar búskaparligar grundgevingar og metingar at síggja, men [...] vit mugu seta okkum fyri at umsita samfelagið sjálvi. Talan er sostatt um eina skipaða gongd, har løgtingið viðger allar ætlanir, og har føroyska fólkið fær eitt neyvt grundarlag fyri at taka støðu til [...] grundlóg? - Hví skal tað ikki vera ábyrgdin hjá okkum øllum í felag at gjalda fyri okkara eldru og okkara veiku og at gjalda fyri okkara útbúgvingarverk? - Hví skulu vit gera hetta uppbýtið - at danski sk
sumbingar at sleppa undan. Men tó er linjan millum Vág og Lopra enn ikki løgd undir jørð, so vandi er enn fyri, at streymurin fer, orsaka av at tann linjan slitnar. SEV sigur, at eftir jólaódnina í 1988 hevur [...] hetta arbeiði skal tryggja sumbingum eina meira støðuga streymveiting, so er hetta eisini til fyrimuns fyri fólkið í Lopra. Lágspenningslinjurnar, ið hanga á elsteyrunum, verða eisini lagdar í vegin, og tískil [...] at taka væl longri tíð, enn tað hevur tikið í teimum smærru bygdunum, men hetta mugu fólk bert sláa seg til tols við. Rómaborg bleiv jú ikki bygd eftir einum degi, siga arbeiðsmennirnir, ið prátað varð við
nummarspjøldur av bilum í Havn. Hesir skálkar hava serliga til fragd at gera seg inn á bilar, sum standa parkeraðir uttan fyri hjá fútanum og ríkisumboðsmanninum undir Glasheyggi í Havn. Seinastu tíðina
handtiknir. Løgreglan sigur, at umframt at verða skuldsettir fyri innbrotið og stuldurin, verður annar tjóvurin harumframt skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsdrekka. Eins og í Havn, so fáa [...] talan ikki hevur verið um teir stóru skaðarnar. Men sunnumorgunin høvdu tveir óbodnir gestir brotið seg inn í Keypsamtøkuna í Saltangará. Teir fingu kortini ikki stóra fragd av tjóvagóðsinum, tí tá teir [...] blómurkassarnir í Runavík heldur ikki frið. Hetta vikuskifti er onkur, sum hevur gjørt seg inn á fleiri blómukassar, sum eru koppaðir.